hósdagur 28. desember 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. desember 2017
14
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Stjórarnir halda stutt
Eingin av seinastu seks stjórunum á Landssjúkrahúsinm
hava sitið tíðina út, vísir uppgerð hjá Sosialinum. Tveir
eru koyrdir úr starvi, fýra eru givnir fyri tíð. Samstundis
hava stjórarnir á smærru sjúkrahúsunum sitið sera
leingi í starvinum. Heri Ellingsgaard var settur í
leiðarastarvið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 1984,
og Ronnie Midjord gjødist leiðari fyri Suðuroyar
Sjúkrahús í 1986.
Grindadráp er sum bumba í Bagdad
Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður og fyrrverandi
løgmaður, heldur, at tað er skeivt, at føroyskir miðlar umaftur
og umaftur vísa myndir av grindadrápi.
– Fyri tey flestu er ongin munur at síggja mynd av eini
bumbu, sum sprongd verður í Bagdad, og at síggja
mynd av einum grindadrápi. Hjá teimum er tað
ræðuliga ógvusligt at síggja, og nógv eru totalt
sjokkerað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Juni:
– Viðhvørt haldi eg, at tað er lættari at seta meg niður og syrgja, og
tað er tí, eg ikki havi tað gott, sigur Ása Klakkstein Danielsen, sum
tríggjar ferðir í lívinum hevur upplivað at missa mann sín
Fleiri enn 2300 føroyingar eru einkj
ur ella einkjumenn. 73 ára gamla
Ása Klakkstein Danielsen, sum er
fødd og uppvaksin í Kollafirði, hev
ur tríggjar ferðir upplivað at verða
einkja.
Fyrsta mannin hitti hon, tá ið
hon var ung genta og fór til Klaks
víkar at tæna. Har møtti hon John
Richard Klakkstein.
– Tá koyrdu dreingirnir bil og
genturnar gingu á vegnum. Eg
møtti honum, og vit fylgdust og
gingu saman eina tíð, áðrenn vit
vórðu gift í 1962, beint áðrenn eg
fylti 20 ár, sigur hon.
– Av tí, at eg hevði vitjað so
nógv í Klaksvík, var tað natúrligt
at búseta meg har. Eg veit ikki hví,
men eg saknaði ikki heimbygdina
tá, og foreldur míni dámdu væl, at
eg valdi at búgva í Klaksvík, og har
man byggur reiðrið verður heimið,
sigur hon.
Bert tveir mánaðir eftir, at hon
og John Richard vórðu gift misti
Ása pápa sín, sum ongantíð náddi
at vitja hana har.
Ása missir mann sín
John Richard og Ása fingu fýra
børn, og hann arbeiddi sum sjálv
støðugur reiðari, og Ása var heima
og ansaði eftir børnunum. Tey
fingu tveir dreingir og tvær gentur.
Hon var nógv virkin í samkomu
arbeiði og á Zarepta um sumrini.
Soleiðis gingu árini, og 32 ár inn í
hjúnabandið fingu tey mistanka
um, at okkurt var galið hjá John
Richard, tí hann var so illa fyri.
– Vit høvdu ein mistanka um, at
okkurt var galið. Hann fór til lækna,
men hann átti ongan journal hjá
læknanum, tí hann hevði ongantíð
gingið til lækna. Hann dugdi øgiliga
væl at goyma tað, at hann var so illa
fyri, greiðir Ása frá.
John Richard fær tá staðfest
krabba og tá hevði krabbin spreitt
seg alla staðir, og tí fekk hann onga
viðgerð.
– Hann segði læknanum, at
hann ikki skuldi siga sær, hvussu
langa tíð hann hevði eftir at liva
í. Tað gjørdi læknin heldur ikki, tí
tað visti hann ikki, sigur Ása, sum
greiðir frá, at hann var øgiliga illa
fyri og støðan bert versnaði teir 18
mánaðirnar hann var sjúkur.
– Seinastu nátt sína hevði hann
so nógva pínu, og vit fóru á sjúkra
húsið. Tað var ógvuliga hart at
síggja hann svinna burtur, sigur
hon.
Nógvur missur og sorg
Svár sorg omaná sorg hevði rakt
Ásu hesi árini, tí áðrenn John Rich
ard andaðist í 1996, bert 56 ára
gamal, hevði Ása mist tveir beiggjar
og eina systur. Trý ár gingu í mill
um, at hvør teirra doyði og síðani
doyði maður hennara.
– Tá eg sá meg sjálva í speglinum,
eftir at eg var komin heim aftur av
sjúkrahúsinum hugsaði eg, at Vár
harra veit hvat hann ger, tí eg havi
onki eftir av orku ella styrki, stað
festir hon.
Fyri Ásu hevur trúgvin á Gud
verið tað, sum hevur hildið henni
uppi allar tær ferðirnar, hon hevur
mist ein av teimum, sum hon elskar
allar mest, og so hevði hon børnini
nær at sær.
– Tá var tað gott at hava børnini,
og tað er tað enn. Tað er ein stór
signing fyri meg, at tey øll búgva í
Føroyum, sigur hon.
Nýggjur kapittul
Ása arbeiddi í heimahjálpini í Klaks
vík í hálvtannað ár, tá hon møtti
Richard Danielsen úr Fuglafirði.
Tey gjørdust góð og giftust í 1998.
– Eg kendi meg hepna, at eg fyri
aðru ferð hevði møtt einum góðum
manni, sigur hon. Hóast børnini
vóru vaksin tá, so tók hann tey til
sín sum síni egnu, og var ómetaliga
góður við tey, greiðir Ása Klakk
stein Danielsen frá.
Tá hjúnini í 2013 høvdu verið
gift í 15 ár, rakti sorgin aftur Ásu.
Tey vóru á veg til Suðuroyar við
ommusoninum, sum hevði verið
á vitjan hjá teimum. Richard var
sum hann plagdi, hóast kanska eitt
sindur troyttur eftir langa túrin. Tá
tey komu til dóttur Ásu, sparkaði
Richard bólt inni við tí lítla, tey
fingu ein drekkamunn og fóru so
til songar.
– Eftir at vit fóru í song, høvdu
vit hvør sína bøn, og so hendi tað
svára, at hann knappliga sløknaði,
beint áðrenn eg skuldi sløkkja
ljósið. Eg rópti á dóttir mína, sum
leyp inn í kamarið, men hann kom
ongantíð fyri seg aftur, sigur hon
syrgin.
Ása Klakkstein Danielsen búði í
Fuglafirði í eina tíð eftir at Richard
var deyður, inntil hon hálvt triðja
ár seinni møtti kærleikanum á
triðja sinni, tá hon summarið 2015
møtti Børga Joensen úr Klaksvík.
– Eg kendi ikki Børga, áðrenn
hann setti seg í samband við meg,
men stutt eftir fall eg fyri honum.
Vit høvdu tað ómetaliga gott
saman.
Ása fekk tó ikki nógva tíð saman
við triðja kærleika sínum, tí hálvt
annað ár eftir, at tey komu saman,
fekk hann krabba, og hann doyði 27.
februar 2017.
Nú hevur Ása keypt sær eitt lítið
heim í Klaksvík.
Ása hevur mist
tríggjar menn
Bjargaðu
neyð
støddum
báti
– Tað gekk væl við bjargingini, og vit
komu í so góðari tíð til menninar, at
teir vóru rímiliga væl fyri, tá ið vit fingu
bjargað teimum umborð.
Tað sigur Fríði Danberg, skipari umborð á
føroyska frálandsskipinum Thor Magna,
sum bjargaði tveimum neyðstøddum
bulgarskum monnum við Nýfundland,
tá ið seglbáturin hjá teimum fór at leka
í illveðri.
Virki upp
í royk
Fríggjadagin 11. juni kom eldur í
uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic á Tvøroyri.
Eldsbrunin var so stórur og álvarsamur,
at Tvøroyri var evakuerað í fleiri tímar, og
sløkkiliðsfólk máttu taka seg aftur eitt
skifti. Tá ið eldurin slóknaði, var greitt,
at virkið var brent í grund, og at nýtt virki
mátti byggjast ístaðin.
Alt fleiri
skiljast
Talið á hjúnaskilnaðum í Føroyum hevur
verið støðugt vaksandi seinastu 20 árini.
Fimm ára skeiðið frá 1991 til 1995 vóru
218 hjúnaskilnaðir, fimm ára skeiðið
frá 2011 til 2015 var talið 403. Í níti
árunum vóru vanliga millum 30 og 50
hjúnaskilnaðir, síðani 2010 hevur talið
vanliga verið millum 70 og 90.
– Gjøgnum tíðirnar er hjúnaskilnaður
vorðin ein nýggjur normalur, og tað
er ikki longur skomm knýtt at tí at
velja at fara hvør til sítt, sigur Jógvan
Zachariassen, pastorur í Lívdini, sum
ráðgevur fólki við parlagstrupulleikum.
JUN
2017
Føroyingar eiga at lesa bøkur alt
árið. Tað er ikki rætt, um vit bara lesa
bøkur millum jól og nýgg jár, vit mugu
eisini lesa bøkur millum nýggjár og jól.
Um vit ynskja at vera eitt mentað og
lesandi fólk, so lesa vit bøkur alt árið.
Steintór Rasmussen,
rithøvundur
Eg havi sterka floksdisiplin og haldi
meg havi sjónarmið, sum ganga út um
meg sjálva. Summi mál er størri, enn tú
sjálv og tað, sum tú verður útsett fyri.
Óluva Klettskarð,
løgtingskvinna