Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 29. desember 2017 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Jákup á Borg, venjari hjá B36, fær tveir dystir bann, tí hann í samrøðu við Rás2 sigur ov nógv um dómaran sambart Fótbóltssambandinum. Dómarafelagið leggur seg eisini upp í, tí dómarin frá dystinum er hóttur á sosialu miðlunum – Tað er tómt at skula fara at byrja einsamallur. Tað er so ræðuliga trist ikki at hava onkran at deila tankar og kenslur við. Kenslurnar koma í bylgjum, og tá eg siti einsamøll, er tað serliga ringt. Hóast dagarnir eru ójavnir, sigur Ása Klakkstein Daniel­ sen. – Viðhvørt haldi eg, at tað er lætt­ ari at seta meg niður og syrgja, og tað er tí, eg ikki havi tað gott. – Tað er ymiskt frá persóni til persóni, hvussu ein kemur í gjøgn­ um sorgina, men tað er gott at koma burturfrá. Eisini haldi eg, at kreft­ir­ nar til at syrgja koma omaní­frá, tí tað klára vit ikki í okkum sjálvi. Tað má verða Harrin, sum leiðir okkum og styrkir okkum, hóast vit ikki altíð síggja tað, so ger hann tað kortini. Hann gevur okkum styrki til at bera tað sum vit skulu í gjøgnum í lívin­ um, sigur Ása. Føroyar næstbestar á oyggjaleikunum Føroyar vinna næstflest heiðursmerki á oyggjaliekinum, sum eru á Gotlandi. Til samans vinna vit 87 heiðursmerki og tað er tað mesta nakrantíð Tað regnar við heiðursmerkjum á føroysku luttakararnar til oyggja­leikirnar á Got­landi. Før­oyar vinna 87 heið­urs­merki, sum nokk til eitt annað pláss í saml­aðu støð­uni. Bara Man­ oy vinnur fleiri heiðurs­merki. Mun­urin er eisini, at Manoy hevur fleiri enn tvífalt so nógv­ ar luttakarar við sum Før­oyar, so eftir heiðurs­merkj­um í mun til luttakarar fáa vit flest. Á oyggjaleikunum fáa vit eis­ini boð um, at tað verður í fyrsta lagi í 2029, at vit fáa oyggja­leikirnar hendan veg­in. Boð­ini eru langt frá dreym­ in­um um at fáa teir í 2019 ella 2021, sum tað hevur verið tosað um fyrr. Samanlagt hava Føroyar nú vunnið 647 heiðursmerki gjøgn­um tíðina. Ongantíð hava tey verið so nógv sum hesa ferð, men í 2009 megnaðu vit at vinna oyggja­leikirnar. Hetta er aðru ferð, at Før­oyar blíva numm­ar tvey. Tað blivu vit eisini í 2007. Samanlagt verður mett, at Føroyar fáa fleiri heiðurmerki enn væntað, hóast summar ítrótt­argreinir ikki rukku sín­ um málum. Hondbóltslandsliðið hjá monnum vinnur Emerging Nations Cup kappingina við sigri á Turkalandi í finaluni. Føroyska liðið vinnur allar seks dystirnar í kappignini, sum eru í móti Kina, Moldova, Armenia, Bulgaria, Kosovo og Turkalandi Tað eru aftur Víkingur og KÍ, sum eru oddalið í landskappingini í fótbólti hjá monnum. Bæði liðini hava 29 stig, tá farið verður í summarferiu. KÍ fær tó ein dyggan smeit, tá liðið tapur 5-1 fyri B36 í Klaksvík Ítróttur Tað eru ikki øll, sum skilja meg, tá ið eg fari út um náttina at spæla fyri fólki, men tað er púra natúrligt fyri meg. Tú skalt tíma fólk, og tú skalt duga at fara við teimum Jens Marni Hansen, tónleikari – Tað er ymiskt frá persóni til persóni, hvussu ein kemur í gjøgnum sorgina, men tað er gott at koma burturfrá, sigur Ása Klakkstein Danielsen