hósdagur 28. desember 2017síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. desember 2017
16
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Kvotakongur verdur 1,4 milliard
Danskir miðlar umrøða javnan stórreiðarar, sum teir kalla kvotakongar. Ein
teirra er føroyingurin Gullak Madsen í Hirsthals. Berlingske Tidende
skrivar soleiðis um hann: »Hann er ein av teimum hundrað
ríkastu persónum í Danmark, og mett verður, at hann er góður
fyri umleið1,4 milliardir krónur.«
– Eg kom til Danmarkar í 1988 við tíggju fingrum og keypti
ein lutfalsligan lítlan bát. Vit hava bygt okkum upp til tað,
ið vit eru í dag. Tað eru vit errin av, sigur Gullak Madsen.
Maður datt oman og doyði
Ein maður doyði og ein fekk álvarsaman skaða, tá
ið teir duttu oman nærindis Saksun. Maðurin, sum
doyði var úr Svøríki, og maðurin, sum fekk skaða,
var danskari. Teir vóru partur av útlendskum
ferðalagi, sum hevði fingið loyvi at fara í hagan.
Ógreitt er, hvat hendi, men tað kann vera, at annar
maðurin hevur verið áhælsin og hevur tikið hin við
sær í fallinum.
Juli:
Stórur partur av føroyingum hava
ongan fastan kommunulækna at venda
sær til, tí trupult er at seta nógv av
størvunum. Kommunulækni í Havn
sigur, at tey bara sløkkja eldar
Av teimum 32 kommunulækna
størvunum í Føroyum eru í minsta
lagi 13 størv, sum ikki eru sett. Har
við eru umleið 20.000 fólk, sum ikki
hava fastan kommunulækna at
venda sær. Sera nógv fólk uppliva
tí, at skiftandi avloysara røkja størv,
og at tað kann vera sera trupult at
fáa fatur í lækna, tí onkur skifti er
eingin lækni at svara.
Trupulleikarnir við manglandi
læknum er á fleiri støðum kring
landið. Summastaðni er ásetta
læknatalið ov lágt, og nógvastaðni
mugu avloysarar kallast inn at
røkja størvini.
– Núverandi støða á kommunu
læknaøkin um kann ikki halda
fram, og neyðugt er hjá myndug
leikunum at lurta eftir komm
unulæknunum og gera nakað við
støðuna, um man ynskir at varð
veita teir kommunulæknar, ið enn
eru í starvi.
Tann
ávaringin
kemur
frá
Katrin Rubek Nielsen, kommunu
lækna í Tórshavnar kommunu og
nevndarlimur í Kommunulækna
felag Føroya. Seinastu fimm árini
hevur hon starvast sum kommunu
lækni í høvuðsstaðnum og er sum
47 ára gomul at rokna sum ein av
teimum ungu kommunulæknunum
í skipanini. Men eins og hennara
starvsfelagar er hon ørkymlað um
støðuna á økinum og ávarar nú um,
at broytingar mugu til, tí trýstið er
ov stórt á kommunulæknunum.
Alt ov nógv arbeiði hongur á ov
fáum læknum. Bara seinastu mán
aðirnar eru tveir læknar farnir í
farloyvi og ein hevur sagt seg úr
starvi. Um støðan ikki broytist,
so kann væntast, at fleiri gera
tað sama, er greiða ávaringin frá
kommunulæknanum.
Læknamangul
Kring landið eru 32 kommunu
læknaviðtalur, men einans umleið
helmingurin er mannaður av lækn
um í føstum starvi. Restin verður
mannaður av skiftandi vikarum.
Sambært Katrini Rubek Nielsen
eru tað fleiri orsøkir til, at tað er
trupult at fáa nýggjar kommunu
læknar í starv hóast fleiri komm
unulæknar verða útlærdir um árið.
– Sáttmálin hjá okkum er til
dømis ikki dagførdur síðan 2006.
Bara at dagføra hann, soleiðis at
hædd verður tikin fyri lønarvøkstri
og tílíkum í samfelagnum, umframt
at tað verður gjørt meira attraktivt
at arbeiða á bygd, hevði gjørt, at
fleiri tóku við føstum starvi heldur
enn einum avloysarastarvi, sigur
Katrin Rubek Nielsen.
Kanska mest átrokandi trupul
leikin er, at kommunulæknarnir
hava ov nógv at gera. Tað eru ov
nógvir sjúklingar til ov fáar læknar.
– Normeringin fyri kommunu
læknar er 33 læknar, og tá er tað
enntá lágt sett. Men í løtuni eru
bara 14,25 ársverk sett, og útlitini
fyri, at hetta fer at batna næstu
tíðina, eru ikki góð. Hesir læknarnir
røkja sítt dagliga arbeiðið, sum er
meira enn fullur arbeiðsdagur. Men
somu læknarnir skulu eisini røkja
vaktlæknaskipanina, og hetta ber
stutt sagt ikki til og hongur als ikki
saman. Avloysararnir hava ikki
somu vaktskyldu sum fastsettu
kommunulæknarnir. Tunga ar
beiðsbyrðan ger støðuna ótrygga
fyri bæði læknar og sjúklingar, sig
ur Katrin Rubek Nielsen.
Vilja ikki taka við
Fyri teir kommunulæknar, ið enn
eru í starvi, ger tað ikki støðuna
betri, at teir fáu læknarnir, ið á
hvørjum ári verða útlærdir til
kommunulækna, ikki taka við føst
Betri friður
at drepa
grind
Stóra trýstið, sum Sea Shepherd legði
á føroyingar tvey ár á rað í sambandi
við grindadrápið, er nógv linkað. Nú er
mótstøðan blivin til hissini dagføringar
umvegis sosialar miðlar og eitt rættarmál
ímóti Danmark í ES-høpi
– Vit uppliva tað eisini sum, at tað er
betri friður nú. Trýst elvir móttrýst, og
at føroyingar strammaðu lógirnar hevur
helst forskrekt tey eitt sindur, og tað
kann vera ein partur av frágreiðingini, at
Sea Shepherd ikki hevur verið her í tvey
ár, sigur Ólavur Sjúrðaberg, formaður í
Grindamannafelagnum.
Forfall má
steðgast
Landsverk rópar enn einaferð varskó –
almennir bygningar forfella, og ongin
tekur sær av viðlíkahaldinum. Tað
almenna eigur bygningar fyri tilsamans
250.000 fermetrar.
– Játtanin til viðlíkahald av bygningum
landsins er lækkað niður í 21 mió.
krónur. Hetta skal setast upp ímóti, at
bara bráfeingistørvurin á viðlíkahaldi nú
er komin upp á 128 mió. krónur, meðan
samlaða eftirsleipið, sum í fjør var
umleið 250 mió. krónur, nú táttar í 280
mió. krónum, sigur Evald Kjølbro, stjóri á
Landsverki.
Eik endar
hjá fútanum
Umstrídda skattamálið hjá Eik verður nú
latið fútanum at taka støðu til. Bárður
Larsen, løgfrøðingur, hevur gjørt kanning
av gongdini í málinum, og hann mælir til,
at málið verður sent til fútan, sum síðani
skal gera kanningar í málinum og avgera,
um ein møgulig ákæra skal reisast.
JUL
2017
Í politikki ásannar tú heilt skjótt, at
tú fært ikki gjøgnumført mál við
idealistiskum hugburði eina. Tú mást
smyrja teg við, at allir politikkarar
mugu lata fyri at fáa ávirkan.
Bárður Nielsen,
formaður í Sambandsflokkinum
Eg haldi ikki, at fólk hugsa seg so
væl um, tá tey kjakast um kringvarpið.
Tað hendir, at kjakið verður persónligt.
Men eg havi ikki varhugan av, at tey
meina tað so illa.
Dia Midjord,
fráfarandi kringvarpsstjóri
20.000 fólk
uttan fastan
kommunulækna