hósdagur 28. desember 2017síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 29. desember 2017
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Víkingur vinnur seg víðari
úr innleiðandi umfarinum
í Champions League við
samlaðum sigri á Trepca 89 úr
Kosovo. Í øðrum umfari tapur
Víkingur móti Gunnari Nielsen
og FH úr Íslandi, eftir at hava
spælt 1-1 á útivølli
um starvi, tí mett verður, at arbeiðs
byrðan er ov stór.
– Av teimum sjey kommunu
læknunum, ið eru útlærdir síðstu
árini, hava seks teirra ikki tikið við
nøkrum føstum starvi enn, tí ar
beiðskorini hjá teimum føstu lækn
unum eru so út av lagi vánalig, sigur
Katrin Rubek Nielsen.
Í staðin søkja útlærdu komm
unulæknarnir avloysara størv ella
at arbeiða á sjúkrahúsi, og tað skilur
Katrin Rubek Nielsen væl.
– Fyrr var kapping um at sleppa
til Havnar, men nú hava vit eina við
talu í Gundadali við alt ov nógvum
sjúklingum, ið eingin vil søkja. Eingin
hættir sær at fara undir eina slíka
viðtalu, tí við so nógvum sjúklingum
er neyðugt at arbeiða alt døgnið, sig
ur Katrin Rubek Nielsen.
Landsstýriskvinnan Sirið Sten
berg skilir álvaran í støðuni.
– Tíðin er farin frá, at fólk arbeiða
dag og nátt. Eingin kann hava viðtalu
allan dagin, vakt um kvøldi og nátt
ina, og so aftur viðtalu morgunin
eftir. Fólk vilja ikki arbeiða soleiðis
longur og tað skilji eg væl. Man má
kunna gera tað soleiðis, at tað ber til
at vera kommunulækni og hava eitt
vanligt lív, sigur hon.
Landsstýriskvinnan vónar at fáa
fleiri kommunulæknastørv norm
erað, so at tað verður lættari at seta
størvini, tí arbeiðsbyrðan ikki er so
ovurhondsstór.
U21 landsliðið
savnaði tjóðina
Føroyska U21 landsliðið í hondbólti savnar alla
tjóðina, tá teir vinna tveir teir fyrstu dystirnir í HM
endaspælinum í Algeria. Føroyska liðið kemur víðari
og vinnur virðing frá øllum hondbóltsheiminum
Føroyska U21 landsliðið er
nummar 16 í øllum heiminum
- frammanfyri fleiri stórum
hondbóltstjóðum. Tað er stað
festingin, tá klokkan í høllini
í Algir ýlir fyri seinastu ferð.
Føroyar tapa plaseringsdystin
móti Svøríki, men stóri sigurin
er langtsíðani vunnin.
Eftir longu ferðina til Al
geria vinna Føroyar fyrsta
dystin í bólkaspælinum móti
Kili. Spælið er ikki gott, men tað
er ein lætti at fáa sigurin í hús.
Heilt stóra avbjóðingin er móti
Suðurkorea, sum spæla heilt
øðrvísi hondbólt en okkara.
Føroyar vinna í evstu løtu og
fyri fleiri er hetta besta løtan í
HM endaspælinum.
Vit tapa greitt móti Ungarn
og Noreg, men spæla í løtum
dreymahondbólt móti Týsk
landi og Fraklandi. Serliga móti
Týsklandi er lagið gott, tá Før
oyar eru á odda í hálvleikinum,
meðan flottastu málini koma
móti Fraklandi.
Føroyska liðið fær rós frá
venjarunum hjá hinum liðun
um, og millum annað verður
samband
millum
norska
landsliðsvenjaran og Kjartan
Johansen, sum seinni skiftir til
norska hondbólt.
Ferðalagið kemur heim á
ólavsøku og liðið verður fagnað
til stóra tiltakið hjá Miðlahús
inum, har fleiri túsund fólk
taka ímóti hondbóltsspælar
unum.
Tað vóru nógvar avbjóð
ingar á túrinum, har tað mill
um annað er stórur munur á
mentanini í Algeria og í norð
urevropa, meðan málið eisini er
ein trupulleiki, tí høvðusmálið
har er franskt.
Eftirmetingin er, at drúgva
forarbeiði við ungdómsvenjing
í fleiri ár, og sera harðari venj
ing seinasta hálva árið gera
mun, men at tað kann blíva
enn betri.
KÍ, B36 og NSÍ koma øll væl frá fyrra
dystinum í Europa League, har KÍ fær stig
móti AIK Stokholm, meðan B36 og NSÍ tapa
2-1 á útivølli. Tíverri tapa øll seinna dystin
og standa eftir við ongum. Nærmast at
koma víðari er nokk B36.
Í spennandi róðri vinnur Klaksvíkingur
10-mannaførini á ólavsøku í harðari
kapping við Ormin Langa. Sum heild er
ólavsøkuróðurin spennandi og FM-heitini
verður spjadd kring landið. Niðurstøðan er,
at kappróðurin er í góðum hondum
Ítróttur
Eg kenni innan í mær sjálvum, at eg
blívi ongantíð liðugur, og eg komi ikki at
náa alt, sum eg havi eftir at gera. Men eg
vil gera so nógv, sum eg klári, og eg vil
gera tað besta, sum eg klári.
Kári Svensson,
listamálari
– Tunga arbeiðsbyrðan ger støðuna ótrygga fyri bæði læknar og
sjúklingar, sigur Katrin Rubek Nielsen, kommunulækni í Havn