Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. desember 2017 18 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Skelkandi stórt fráfall Einans ein fjórðingur av teimum, sum fóru undir akademiskan bachelorlesnað á Fróðskaparsetrinum í 2013, eru vorðin liðug við sína útbúgving í dag. Innan akademisku bachelor útbúgvingarnar, eru omanfyri helmingurin av næmingunum givnir, meðan yrkisrættaðu útbúgvingarnar hava frægari tøl, tó at nærum helvtin av teimum, sum fóru undir sína lærara, sjúkrarøktar- ella námsfrøðiútbúgving í 2012, nú eru givin. Janus byggir íbúðir Fyrrverandi bankastjórin Janus Petersen hevur stovnað partafelag, sum byggir eigaraíbúðir í Ingibjargargøtu í Hoyvík. Ætlanin umfatar fimtan íbúðir, og tíggju teirra verða settar til sølu, og sambært Betri Heim eru allar longu umbidnar. Kostnaðurin fyri eina íbúð á niðaru hædd er 1.925.000 krónur, meðan ein í miðhæddini kostar 1.975.000 krónur. August: – Tá eg vaknaði eftir skurðviðgerðina, hevði eg tað virkuliga gott, og tað havi eg havt líka síðan. Bara tað at kunna lata eyguni upp um morgunin og hava orkuna til dagin er fantastiskt. Tað kláraði eg ikki fyrr. Eg minnist ikki nær eg havi livað so væl, sigur Jónfríð Simonsen, sum í januar fekk eitt nýra frá beiggja sínum Jens Martin Knudsen Fyri Jónfríð Simonsen hevur fríggja­dagurin trettandi fingið júst tann øvugta týdningin enn hjá so mongum. Fríggjadag 13. januar 2017 var dagurin, tá hon fekk eitt van­ligt lív aftur aftaná fleiri ár við vána­ligari heilsu vegna sjáldsama nýra­sjúku. Hetta var nevniliga dagurin, tá beiggi hennara Jens Martin Knud­ sen gav henni annað nýra hjá sær, so hon kundi fáa eitt frískt nýra og harvið eitt nýtt lív. Jónfríð Simonsen hevur sjúkuna polycystisk nýrasjúku, ið er ein arva­lig sjúka, har bløðrur vaksa á nýr­unum og spakuliga oyðileggja yrkis­gøgnini. Tað er ikki ein ókend sjúka í familjuni, tí mamman doyði av tí sama einans 58 ára gomul. Tá annað foreldrið hevur sjúkuna er tað 50 prosent sannlíkindi fyri, at børn­ini eisini hava tað. – Eg og eldra systur mín hava sjúk­una, men Jens Martin hevur hana ikki. Hjá mær versnaði sjúkan nógv við árunum av ymiskum orsøk­um, so at eg varð verri fyri enn systur mín, greiðir Jónfríð Sim­ on­sen frá. Sjúkan versnaði Síðan 1996 eru nýruni so líðandi vorð­in verri, og fyri nøkrum árum síðan fekk hon boð um, at hon mátti byrja upp á dialysu, tí nýruni vóru farin so illa av sjúkuni. Samstundis bleiv hon sett á bíðilista til at fáa eitt nýtt nýra. – Tað er ikki ein stuttlig tilvera. Eg bleiv sett á ein lista og gekk bara og bíðaði. Telefonin skuldi vera nærhendis alla tíðina, tí um teir fingu hendur á einum nýra, so skuldi eg vera klár at fara alt fyri eitt. Tíbetur eru vit so hepp­in í Føroyum, at vit hava ein nýra­ lækna, so eg var í tryggum hondum, greiðir Jónfríð Simonsen frá. Tank­ in um, at hon kundi fáa eitt nýra frá onkrum í familjuni kom av ym­ isk­um orsøkum slett ikki upp á tal. Fyri lítlabeiggjan var tað tó hart at síggja systrina fara gjøgnum júst somu sjúkralegu sum mamman, ið doyði einans 58 ára gomul. – Søgan endurtók seg, tí tað var júst sama gongd og sama tíðarlinja sum hjá mammu. Sjúkan er ein sein niðurbróting av likaminum, og hóast dialysa hjálpir, so versnar lika­mið kortini. Eg visti, at tað bara var ein spurningur um tíð, og eg kundi ikki bara hyggja at, meðan syst­urin fór gjøgnum hetta, sigur Jens Martin Knudsen. Avgerðin tikin Tá tað gjørdist greitt, at einki var í vegin fyri, at hann kundi lata systr­ ini annað nýra, visti Jens Martin Knudsen eisini, at hann ikki hevði ráð at bíða ov leingi til at taka avgerðina. – Tað var skjótt, at Jónfríð kundi detta av listanum. Um bara okkurt var galið, so høvdu læknarnir mett, at tað var betri at geva nýra til onkran annan. So man er altíð í tíð­ ar­neyð, og sjálvt um eg ikki kundi vita, hvussu leingi hon kundi bíða, so kendi eg tað frá mammu, sigur Jens Martin Knudsen. Áðrenn hann kundi taka avgerð­ ina at lata annað nýra til systrina, mátti hann hugsa um sína egnu familju. Men av tí, at hann ikki hevði sjúkuna, so arva børnini held­ ur ikki sjúkuna, og tá hann spurdi kon­una, fekk hann eitt óvæntað svar. – Hon hevði longu hugsað um møguleikan, so eg fekk fullan stuð­ ul beinanvegin. So avgerðin bleiv tikin tá at lata annað nýra til Jón­ fríð, sigur Jens Martin Knud- sen. Eitt freistandi tilboð Jónfríð Simonsen minnist væl løt­ una, tá beiggin kom til hennara og bjóðaði henni annað nýra hjá sær. – Fyrst tá hann segði hetta, hugsaði eg beinanvegin um børnini hjá honum. Míni børn vóru longu kannað, so eg visti, at eingin teirra hevði sjúkuna, men tað eru hansara ikki. Av tí at tað er ein familjusjúka, hugsaði eg, at um onkur teirra hevði hana, so skuldu tey hava nýra fyrst. Og so hevur systur mín eisini somu sjúku, so tað var ikki so lætt bara at siga ja, ásannar Jónfríð Simonsen. Hon valdi kortini at takka ja til tilboðið, tí hon visti, at hetta var møguleikin til eitt gott lív við familj­uni. Fyrst í januar í ár fóru tey bæði til Danmarkar, har tey blivu løgd undir skurð. At talan var um eina stóra skurð­viðgerð, ið kundi enda galið, var nakað, ið læknarnir aldrin duldi fyri teimum. – Eg fekk onga romantiska Jens Martin gav systrini nýra Hava funnið skógamottu Fleiri hunda- og kettueigarar hava funnið skógarmottu á kelidjórum teirra. Hetta sigur Djóralæknastovan, sum eisini mælir til, at hundar og kettur verða kannaðar fyri skógarmottir, sum síðani verða tiknar burtur á rættan hátt, eru tær at finna á djórunum. Tað ber til at fyribyrgja bit við eitt nú bravecto, skrivar djóralæknastovan. – Skógarmottan er ein motta, sum sýgur blóð. Hon kann vera berari av einari vandamiklari bakteriu og elva til sjúkuna borreliose. Tí er tað týdningarmikið, at mottan verður tikin burtur so skjótt sum til ber, skrivar djóralæknastovan. Náa ikki CO2 máli Í 2009 fekk landsstýrið handað eitt álit um veðurlagspolitikki, har málið var, at í 2020 skuldi samlaða CO2 útlátið í Føroyum vera 20 prosent lægri, enn tað var í 2005. Hetta málið verður neyvan rokkið, tí sambært tølum av Umhvørvisstovuni er samlaða vakstrahúsgassið fyri Føroyar nú størri, enn tað var í 2005. Nógv tann størsti parturin av vakstrarhúsgassinum stavar úr dálkandi brennievnum – sum olju og burturkasti. Kris fekk bót fyri rúsevni Amerikanski countrysangarin Kris Kristoffersen fekk 1000 krónur í bót fyri at ætla at smugla 3 gramm av marihuana til Føroya í sambandi við konsert her. Kris varð tikin í Vágum, og nú málið kom fyri rættin, varð hann funnin sekur í at hava roynt at smugla. AUG 2017 Tað einasta eg ræðist av øllum, man møtir úti á havinum, eru hollendarar. Tí vil eg inniliga heita á øll, sum eru inni her: Fyri alt í verðini haldið hollendarar burtur. Henrik Old, landsstýrismaður, á tingsins røðarapalli – Seinastu árini hava vit merkt eitt trýst á vinnuna, tá tað kemur til skatt og avgjøld. Politiska skipanin heldur, at vinnan skal leggja meira eftir seg í landskassan, meðan vinnan er upptikin av at varðveita sítt kappingarføri. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum