Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 29. desember 2017 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór ÍBV, við Jónasi Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu, vinnur íslendsku steypafinaluna móti FH og Gunnari Nielsen. Eitt mál kemur í dystinum, har Kaj Leo í Bartalsstovu eigur næstseinasta fótin á bóltinum søgu frá teimum, men bleiv allan vegin gjøgn­um konfronteraður við, at ein vandi var við hesum. Síðstu ferð eg bleiv spurdur, var tá alt var klárt. Læknaliðið stóð í rúminum og sproyt­urnar vóru klárar, og eg fekk ein síðsta kjans at angra, men bað tey koyra ahead, sigur Jens Martin Knud­sen. Tá alt avtornaði eydnaðist skurð­ við­gerðin júst sum hon skuldi, og skjótt kundi Jens Martin Knudsen venda nøsina aftur móti Føroyum, meðan systurin bleiv verandi í nakr­ ar vikur, har læknarnir hildu eyga við hennara heilsustøðu. Alt var sum tað skuldi vera, og Jónfríð Simonsen kundi í vár venda heim aftur til Før­ oyar, men sum ein heilt annar per­ sónur. – Tá eg vaknaði eftir skurð­við­ gerð­ina hevði eg tað virkuliga gott, og tað havi eg havt líka síðan. Bara tað at kunna lata eyguni upp um morg­unin og havi orkuna til dagin er fant­astiskt. Tað kláraði eg ikki fyrr. Eg minnist ikki, nær eg havi livað so væl. Tað hevur í hvørt fall verið, áðr­ enn eg fekk børn, ið er 26 ár síðan, sig­ur Jónfríð Simonsen. Hóast lítlibeiggin hevur latið annað nýra til eina av systrunum, so hevur tað als ikki broytt, hvussu hann verið sæddur í familjuni, leggur Jón­fríð Simonsen at enda dent á. – Eg havi altíð verið stolt av hon­ um, so har er einki øðrvísi. Hann er beiggi mín, og hevur altíð verið fant­ astiskur. Eg eri góð við bæði syst­ur mína og hann, so har er einki broytt okkara ímillum, sigur Jónfríð Sim­ on­sen. NSÍ aftur við gull um hálsin NSÍ vinnur steypafinaluna hjá monnum við 1-0 sigri á B36, hvørs kappingarár kiksar upp á tveir avgerandi dystir. Einar Tróndagjógv verður hetjan, sum avger dystin Bara lítlar tvær vikur framm­ an­undan finaluni, møtast somu liðini í landskappingini í Gunda­dali. B36 vinnur sann­ før­andi 2-0. Tá so hvørki Árni Fred­eriksberg ella Bárður J. Han­sen verða klárir til sjálva final­uni, er favorittleikluturin hjá B36, men eisini har er órógv. Eftir eina framúr góða gongd gongur alt galið í Gøtu. Eftir at hava verið á odda tap­ ur B36 4-2 í odda­dystinum og royndi mál­verjin, Tórður Thom- ­sen, fær reytt kort. Tað merk­ ir, at hann má sita uttan­fyri í steypa­finaluni. NSÍ ger onkrar lítlar broyt­ ingar í uppstillingini, men ann­ ars líkjast liðini nógv frá lands­ kappingardystinum. B36 hevur munin leikliga, men tað er NSÍ sum skorar. Einar Tróndagjógv, vinstri bakkurin, kemur fram við í álopsstøðu og fær bóltin úti í vinstru í brotsteiginum. Hann meddar til og skorar tað, sum vísur seg at blíva einasta málið í dystinum. B36 roynir seg við øllum teir eru mentir í seinna hálvleiki, men tað er ikki nokk. NSÍ, sum í 2012 var á veg á húsagang, hev­ ur reist seg úr øskuni við gull um hálsin. Í ungdómsfinalunum gong­ ur væl hjá HB, sum vinnur U14, U16 og U18 finalurnar. Michal Przybylski er ein av lyklaspælarunum hjá Skála, men má sita uttanfyri nakrar dystir, tí nýggju loyvini hjá honum ikki eru komin upp á pláss. Hann hevur búð í Føroyum síðani hann var tvey ára gamal, og sigur seg verða vónbrotnan av, at hann nú bara er eitt nummar í rekkjuni Tað er rok í 1. deild í fótbólti, har ÍF tapur heili 32-0 fyri B36. ÍF hevur bara átta spælarar á vøllinum, tá dysturin byrjar, tí fleiri teirra halda, at dysturin er ásettur til eitt seinni tíðspunkt. ÍF kærir, men fær ikki viðhald Ítróttur Eg havi størri frælsi í Føroyum enn í Danmark, og tað dámar mær væl. Tó vil eg siga, at tað koma fleiri fólk yvir til mín og vilja práta, enn tað koma í Danmark. Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri Jens Martin Knudsen lat systur síni Jónfríð Simonsen eitt nýra