Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. desember 2017 20 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Nógv minni yvirgangur nú Hóast fólk í vesturheimunum upplivað yvirgang sum eina støðuga og álvarsama hóttan, vísa tølini, at nógv færri fólk doyggja í yvirgangi nú enn fyri 20 og 30 árum síðani. Í 1998 lótu omanfyri 400 fólk lív yvirgangsatsóknum í vesturheiminum, men tað ringasta árið seinastu 10 árini kostaði 150 mannalív. Samkyndir skrivaðu søgu Mikudagurin 6. september klokkan 14.00 gjørdist ein søguligu løta – tá fyrsta samkynda parið varð vígt á borgarstjóraskrivstovuni í Havn. Tað vóru teir báðir, 47 ára gamli Richard McBride úr Norðurírlandi og 48 ára gamli Leslie Travers Onglandi, ið gjørdust teir fyrstu samkyndu, ið giftust í Føroyum. Teir hava verið par í 15 ár og búgva í London. September: Eftir at hava búð á Langasandi í 55 ár, flyta Nicolina og Bjørgheðin Jacobsen, sum eru 78 og 79 ára gomul, til Danmarkar at búgva Tey trý børnini hjá Nicolinu og Bjørgheðini Jacobsen búgva øll utt­ anlands: Døturnar báðar í Danmark og sonurin í Amerika. Nicolina og Bjørgheðin hava búð á Langasandi í 55 ár, og tankarnir um at flyta, ikki bert av Langasandi men av land­ inum, er komnir so líð-andi. – Vit hava dámt so ómetaliga væl á Langasandi og orsøkin til, at vit valdu at flyta er ikki, at vit ikki trív­ast. Heldur ikki tí vit kenna okkum einsamøll – als ikki – tí vit eru virkin og eru nógv saman við fólki. Orsøkin er, at eg eri mamma, omma og langomma og vil fegin vera saman við familjuni. Vit blíva eldri og eru nú 78 og 79 ára gomul. Skulu vit flyta, so má tað verða nú, sigur Nicolina Jacobsen, ella Nicol­ ina av Kamarinum, sum flest okk­ ara kenna hana. Hon hyggur út gjøgnum stovu­ vindeygað at vakra útsýninum enn einaferð: Sunnan sæst høgoyggj og norðan Eiðiskollur. – Tað er onki at ivast í, at vit fara at leingjast heim, og eg dugi ikki at ímynda mær, hvat tað ger við ein at fara frá slíkum umhvørvi sum hes­um, sigur hon. Hóast tankarnir um at flyta eru komnir so líðandi, so er avgerðin nýggj. Bjørgheðin og Nicolina tóku endaligu avgerðina í ár. – Nú eru vit bæði ikki ung long­ur, og húsini á Langasandi eru vorðin alt ov stór til okkara. Tá enda­liga avgerðin um at flyta varð tik­in, so var tað ikki torført at venja seg við tankan, sigur Nicolina Jacob­sen. Tey stóru eyðkendu gulu húsini norð­ast í bygdini á Langasandi vórðu sett á sølulista, og tey vórðu skjótt seld. Vit seta okkum niður í stov­uni á Langasandi at tosa dagin fyri, at tey skulu flyta. Vit sita mill­ um pappeskjur, flytifólk og familju, ið er komin at hjálpa hjúnunum við stóru uppgávuni, at fáa alt pakka í kass­a­r, ruddað og vaskað. – Tað hevur verið strævið at rigga av við húsunum, og døturnar báð­ar eru komnar heim at hjálpa við tí, greiðir Nicolina frá. Ein meldur av kenslum – Eg má næstan klípa meg sjálva í armin og vita, um hetta veruliga hend­ir, sigur Nicolina Jacobsen, tá hon verður spurd, hvussu tað kenn­ ist at flyta av landinum. Hon greiðir frá, at hon og Bjørg­ heðin fluttu úr Havnini – har bæði vuksu upp – norð til Langasands, tá tey giftust. Tey hava búð á Langa­ sandi øll árini, undantikið tíðina tá Bjørg­heðin gekk á læraraskúla, og tá hann lærdi til múrara. – At fara hiðani er ikki ein løtt av­gerð fyri hvørgan okkara. Eg fari at sakna umhvørvið, fjøllini og veðurlagið, hóast tað er upp og niður við tí. Eisini fara vit frá familju og vinum, men vit velja at leggja dent á tað góða heldur enn tað ringa, sigur hon. Hon greiðir frá, at tað góða er, at tey flyta í ein minni bústað í Skive – eina ognaríbúð við trimum kømr­ um, og at tey fara at búgva í vøkr­ um, friðarligum og grønum um- hvørvi mitt í býnum. Tað eru fimm minuttir at ganga út á gongu­gøt­ una, og tvær kirkjur og ein kirkju­ garð­ur eru tætt við. – Tað besta er, at vit búgva mitt ímillum døturnar, og at tað bert fer at taka á leið 30 minuttir at koyra til báðar teirra. Eisini verður lættari at ferðast til USA, har sonur okkara býr, sigur Nicolina Jacobsen. – Vit hava eisini ommu- og abba­ børn og langommu- og lang- abba­ børn. Tað elsta langommu- og lang­ abbabarnið skal fermast í vár, og tað er óalmindiliga stuttligt, at vit sleppa at vera við til tað, sigur hon spent. Hon greiðir frá, at tey árini børn­ ini hava búð uttanlands hava Bjørg­ heðin og hon verið flink at ferðast, bæði til Danmarkar og eisini langa vegin til USA. Tey hava ofta verið í Dan­mark á jólum, tí tað hevur verið lættari hjá teimum báðum, at ferð­ ast niður enn tað hevur verið hjá børn­unum øllum, at komið heim. – Hetta verður alt lættari nú, sig­ ur hon. Takksemi Nicolina Jacobsen hevur sungið alt sítt lív, og hon sær eitt stórt virði í, at sangirnir, ið hon hevur skrivað og sungið, eru vorðnir fólkaogn. – Tað eri eg glað og óalmindiliga takksom fyri. Tað er eitt vakurt sam­band millum menniskju, tá ein sær virði í og vísur áhuga í tí, sum onnur gera. Tað rakar djúpar kensl­ ur í menniskjum, sigur hon. Tey flyta av landinum Máttu skifta navn Tá ið Atlantsflog kunngjørt, at bonuskortið til bestu viðskiftafólkini hjá flogfelagnum hevði fingið navnið Merkið, vóru nógvar atfinningar ímóti tí. Fólk funnust at skipanini og navninum á kortinum. Atlantsflog gjørdi onkrar broytingar í bonusskipanini, og tey valdu at geva kortinum nýtt navn – og tað bleiv Basalt. Russari útvístur Ein russiskur sjómaður varð útvístur úr Føroyum í eitt ár, umframt at hann fekk 1000 krónur í bót. Tað var avleiðingin av, at hann og ein skipsfelagið vóru runt í Klaksvík týsnáttina, har teir høvdu stolið seks súkklur. Løgreglan tók menninar og annar persónurin hevur fingið sín dóm. Løgreglan arbeiðir framvegis við málinum við hinum russarunum. Journalistar uppliva ágang Ein kanning hjá Miðlafelagnum vísir, at meiri enn ein triðingur av miðlafólkum kennir seg at vera fyri ágangi ella illa viðfarnan í sambandi við starvið sum journalist. Spurd, um tey beinleiðis eru fyri ágangi, svara 25,7 prosent "Ja" – tað er 46 av 129 persónum. 30,2 prosent siga "Ikki beinleiðis", og 34,1 prosent siga "Nei”. SEP 2017 Í Danmark siga tey ”føroyingurin” um meg, men eg kenni meg ikki sum føroying, hóast fólk í Føroyum ofta gloyma, at eg eri danskari. Søren Bruhn, danskur sparikassastjóri í Suðuroy Eg blandi meg ikki upp í, hvat onnur gera, men tað skelkar meg veruliga, at fólk geva børnum sínum grind. Hetta er fyri mær, sum at spæla russiska roulett við heilsu teirra. Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, listakvinna