Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. desember 2017 22 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Ósemja kostaði tríggjar milliónir Ósemjan ímillum leiðsluna á Landssjúkra­ hús­inum og ljósmøðurnar hevur kostað Lands­sjúkra­húsinum tríggjar milliónir krónur. Avleiðing av stríðnum var, at ein stórur partur av ljósmøðrunum vórðu sjúkrameldaðar og tí var neyðugt við nógvum avloysarum. Ynskja meira pengar til sertørv Tað kann mangan vera trupult hjá fólkaskúlum at fáa undirvísing av børnum við sertørvi at ganga upp. – Fólkaskúlin kann ikki frásiga sær ábyrgdina av børnum, sum hava sertørv, tí øll hava rætt til skúla. Serøki er stórt og fyllir nógv, og tað kann verða frustrerandi, tá vit ikki hava fíggjarligu karmarnar, sigur Durita P. Joensen, skúlastjóri á skúlanum við Løkin. Oktober: Uppskot um at nokta kvinnum at lata seg í burka og niqab í Føroyum fær nógva umrøðu og skapar kjak. Sosialurin spyr í oddagrein, hvussu mann kann loysa eitt problem, sum ikki er til – Lóggávan í Føroyum eigur at end­ urspegla føroyska mentan, før­oysk virði og viljan hjá før­oyska fólk­in­ um. Yvirtøka av út­lend­inga­mál­um krev­ur góða fyri­reiking við­víkj­ andi lóggávu og integra­tións­ætl­ an, soleiðis at vit eisini í fram­tíð­ini tryggja eitt før­oyskt sam­felag, har før­oyskar spæli­reglur eru galdandi. Soleiðis skrivar Jógvan Skor­ heim, formaður í Sjálvstýri, til fjøl­- miðlarnar í sambandi við, at flokk­ urin hevur latið Løgtinginum upp­ skot um at forbjóða burka og niqab í Føroyum. – Eitt forboð móti burka og niqab er til frama fyri varðveitsluna av einum føroyskum samfelag, har kynini eru javnsett við lóg, og virð­ ini annars avspegla føroyska ment­ an og samleika, sigur løg­tings­mað­ ur­in. – Burka verður í vestur lendsk­ um høpi sett í samband við kvinnu­ kúgan, og harumframt umboðar plaggið víðgongda islamismu sum politiska áskoðan og stýrisskipan, heldur enn islam sum átrúnað, sig­ ur hann. Og hann heldur fram: – Markið millum islam sum átrúnað og víðgongda islamismu er samstundis eisini markið mill­um trú­arfrælsið, sum føroyska sam­ felagið eigur at virða og varðveita aðrumegin, og víðgongda politiska áskoðan, sum ikki samsvarar við fólkaræðið hinumegin. Eygnasamband og samleiki Jógvan Skorheim heldur, at Ií mun til onnur pløgg, sum eisini eru knýtt at islam, fjala burka og niqab ikki bert hárið hjá kvinnuni, men eisini andlit og eygu. –  Hetta kann samstundis gera tað trupult – fyri ikki at siga ógjør­ ligt hjá kvinnum við hes­um pløgg­ um at gerast partur av før­oyska arbeiðs­markn­að­in­um. Hav­andi í huga, at arbeiðs­møgu­leikar eru týð­ andi partur av væl­eydnaðari inte­ gra­tión, eru burka og niqab ikki at meta sum integratións­fremjandi, men harafturímóti sum ein forðing, sigur hann. –  Harafturat forða burka og niqab fyri eygnasambandi og har­ við eisini nærleika í bein­leið­is sam­ bandi við onnur. Eygna­sam­band er vanligur partur av høv­isk­um at­burði, tá ið vit hitta og tosa við hvønn annan, og er hetta at meta sum ein vanligur partur av før­ oysku mentanini. Finnast at Sosialurin finnist í oddagrein at uppskotinum hjá Sjálvstýri. Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri held­ur, at Sjálvstýri leggur seg á ta popul­istisku innflytarakritisku kós­ina, sum hevur givið flokkum í øðr­um londum vind í seglini. Fyrst høgra­flokkum, men í Danmark nú eisini Javn­að­ar­flokkinum. – So víst er tað kvinnukúgan, at kvinnur verða noyddar at ganga í undarligarligum, trølsligum pløgg um, sum fjala ikki bara kropp og hár, men eisini andlit og eygu. Tað er ein trupulleiki. Ein stór­ur trupulleiki. Vit kunnu eisini nikk­ andi staðfesta, at burka og niqab eru symbol, ja symbol upp á – fyri at siga tað akkurát sum tað er – Vilja banna burka og niqab Løgreglan rópar varskó Ungfólk vóru full og sera ófantalig í orð og talu – tey dugdu ikki fólkaskikk. Tað var niðurstøðan hjá løgregluni eftir eitt heldur baldrut vikuskiti í oktober. Løgreglan vil ikki neyvt siga, hvat tey ungu søgdu og gjørdu, men talan var um ung niður í 15 ára aldurin, sum uppførdu seg út av lagið vánaligt í náttarlíviunum. - Tað var verri enn tað plagar. Foreldur eiga at tosa um fólkaskikk við síni børn, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Føroyingar viga ov nógv Meira enn helvtin av føroyingum viga ov nógv, og fimtihvør kann bólkast sum feitur. Tað vísir ein nýggj kanning hjá Fólkaheilsuráðnum. Serliga nógvir menn yvir 25 ár viga alt ov nógv og eru í vanda fyri lívstílssjúkum. Kanningin vísir eisini, at fimtihvør íðkar ongan ítrótt ella nakra likamliga venjing. Tað eru pengar í tonnum Føroysku tannlæknastovurnar hava seinastu trý árini fra´2014 til 2016 havt eitt samlað avlop áðrenn skatt upp á slakar 50 milliónir krónur. Tað vísir ein greining, sum Vinnuvitan.biz hevur gjørt av vinnuni. Tað eru í dag 15 virkandi privatar tannlæknastovur í Føroyum, herav 6 teirra eru í Tórshavn. Samlaða talið á privatstarvandi tannlæknum er 40, og hevur ligið støðugt har seinastu árini. OKT 2017 Tað er ótrúliga imponerandi at hugsa um, at tey fimm norðurlondini og tey trý sjálvstýrandi økini eru í búskaparliga heimstoppinum. Vit hava ikki havt eitt innanhýsis kríggj í hesum heimsparti í fleiri hundraðtals ár. Tað sigur eitt sindur um serliga støðuna í Norðurlondum. Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum Mær nýtist ikki at tosa við politikarar, vinnulívsfólk ella onnur, sum eru frammi í samfelagnum. Tað er áhugavert at hitta vanlig fólk, tí tað er ein lívssøga í hvørjum einasta menniskja, og tað er spennandi at hoyra tey greiða frá. Tórður Mikkelsen, útvarpsmaður