hósdagur 28. desember 2017síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 29. desember 2017
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Landsliðið økir um metið av
stigum, tá liðið spælir málleysan
javnleik móti Lettlandi á Tórsvølli.
Føroyska liðið hevur fleiri
málmøguleikar, men tað eydnast
ikki at fáa bóltin í málið. Tað er ein
lunkaður stemningur, men hvørt
stig telur
idioti. Bæði hjá teimum, sum ganga í
burka og vilja hava kvinnur at ganga
í burka – og teimum, sum vilja banna
burka, skrivar hann í oddagrein.
– Hetta er symbolpolitikkur av
ringasta
slag.
Symbolpolitikkur
skal valdast. Brúka vit donsk tøl, so
kunnu vit meta, at umleið 1,3 kvinnur
í Føroyum verða fevndar av lógini –
og brúka vit vit og skil, so kann hetta
talið uttan iva rundast niður til null.
Altso vit gera eina lóg fyri at loysa
eitt problem, sum ikki er til.
Eirikur Lindenskov heldur, at
ætlanin hjá Sjálvstýrinum er neyv
an at loysa ein trupulleika. Heldur
at markera seg við onkrum, sum
fær fólk at siga juhu og at hugsa at
muslimar eru býttir.
– Politikkur er at vilja broytingar.
Politikkur er at raðfesta. Viðhvørt
eru raðfestingarnar sera løgnar og
óítøkiligar, skrivar hann í oddagrein
ini.
Víkingur aftur
meistari
Uttan spenning og sjampagnufótbólt vinnur Víkingur
FM heitið annað árið á rað, tá liðið tapur 2-1 fyri EB/
Streymi á heimavølli. ÍF flytur niður í næstbestu deildina,
meðan 07 Vestur yvirlivur, tí bara ein uppflytari er
Í fjør bleiv Víkingur meistari í
dramatiskum endaspurti, har
teir yvirhála KÍ í næstseinasta
umfari. Tað er faganður og
gleði, nú liðið hevur vunnið sítt
fyrsta meistaraheiti. Spælarar
og viðhaldafólk gráta, tá liðið
vinnur
endaliga
avgerandi
dystin móti AB á Argjum.
Hesa ferð eru fá tár at fáa
eyga á. Spenningur er ikki í
landskappingin seinastu fýra
ella fimm umførini, tí avbjóð
arnir úr serliga Klaksvík ikki
megna at leggja trýst á. Vík
ingur blívur ikki meistari fyrr
enn í seinasta umfari, men í
sinninum á fótbóltsføroyum
eru teir meistarar í fleiri vikur.
Nakað fleiri spælarar hjá Vik
ingi viðurkenna seinni.
Seinasti dysturin er í Gøtu
móti EB/Streymi. Tað er nokk
so sigandi um endan á kapp
ingini, at Víkingur omaná tað
heila endar við at tapa dystin,
sum endiliga skal seta gongd á
meistaraveitsluna.
Atli Gregersen er bersøgin
eftir dystin og viðgongur, at
tað er einki stuttligt at tapa ein
fótbóltsdyst, men sigur somu
leiðis at nú eru Víkingur og
hann meistari, so tá dysturin
er gloymdur verður fegnast
um gullið.
Tað er ongin spenningur
eftir í Effo-deildini til seinasta
umfar. ÍF flytur so rúkandi nið
ur, meðan 07 Vestur sleppur við
skrekkinum, tí B68 megar ikki
at blíva nummar trý í 1.deild,
har bara argjamenn kom upp.
Teir vinna deildina.
HB, sum satsaði stórt undan
kappingini við fleiri stórum
donskum nøvnum, stendur
eftir við ongum á fimta plássi,
meðan tað annað árið á rað eru
KÍ, NSÍ og B36, sum vinna sær
rættin at spæla í Evropa.
Fyri fyrstu ferð í
45 ár vinnur B36
unglinadeildina,
sum er U18.
Søgan um liðið,
sum vann fyri 45
árum síðani, fær
ein heilt serligan
týdning fyri tey í
B36, tí maðurin
handan liðið var
Kjartan Mohr, sáli.
Sølvi Vatnhamar úr Víkingi og Heidi Sevdal
úr EB/Streymi/Skála blíva kosin til ársins
spælarar í føroyskum fótbólti til stóra tiltakið
hjá Miðlahúsinum
og Rás2. Jóan
Símun Edmundsson
verður kosin ársins
landsliðsspælari, sum
verður handað fyri
fyrstu ferð
Hesa sjón vil Sjálvstýri ikki hava í Føroyum og
skjýtur tí upp at banna burka og niqab
Ítróttur
Tey, sum ikki eru væl fyri og ikki hava
pengar at fáa sær ein advokat, hava verri við
at krevja síni rættindi og koma til orðanna.
Tað er tá, tað er neyðugt, at man hevur ein
talsmann at gera tað teirra vegna. Eg skal vera
advokatur fyri tann veika í samfelagnum.
Sólja í Ólavsstovu,
løgtingsins umboðsmaður