hósdagur 28. desember 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. desember 2017
24
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Tollfríir pakkar hótta
Vaksandi handilin við tollfríum smápakkum úr
útlandinum leggur alsamt størri trýst á handilslívið
í Føroyum.
– Seinastu árini er handil um vegis netið eksploder
aður. Vit njóta øll gott av hesum, men ójavna
kappingarstøðan oyðileggur føroyskt handilslív, og
nú mugu vit gera okkurt við hetta, sigur Bárður Kass
Nielsen, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri.
Føroyingur í óhugnaligum neyðtøkumáli
Ein 42 ára gamal føroyingur er handtikin í einum
óhuganligum revsimáli í Danmark, har ein kvinna er
skuldsett fyri neyðtøku av soninum, tó ikki samlegu,
fyri blóðskemd og blygnaðarskemd. Ritzau skrivar,
at løgreglan hevur funnið kjattsamskifti millum
kvinnuna og føroyingin, har maðurin eggjar kvinnuna til
at fremja neyðtøkuna av soninum. Bæði nokta seg sek
í ákærunum.
November:
Serliga pensjónin, sum løgtingsfólk hava
givið løgtingsfólki, gevur løgtingsfólki
gylt serrættindi, sum vanliga fólkið
í Føroyum bara kann droyma um
Løgtingsfólk verð lønt samsvar
andi 34. lønarflokki hjá tænastu
monnum landsins, meðan løgtings
formaðurin fær løn sum løgmaður.
Tað er staðfest í løgtingslóg nr. 12
frá 18. februar 1999 um samsýning
og eftirløn løgtingsmanna, sum
stýrir lønini hjá løgtingsfólki.
Næstformonnum
tingsins
og
nevndarformonnum verður afturat
mánaðarlønini veitt ein serlig sam
sýning, sum er 30.000 krónur árliga.
Vanliga skattskylduga samsýn
ingin til løgtingslimir kann saman
fatast soleiðis:
Løgtingsformaður: 79.275 krónur
um mánaðin – 951.300 krónur um
árið. Næstformenn í tinginum:
40.366 krónur um mánaðin – 484.389
krónur um árið. Løgtingslimir,
sum eru nevndarformenn: 40.366
krónur um mánaðin – 484.389 krón
ur um árið.
Løgtingslimir: 37.866 krónur um
árið – 454.389 krónur um mánaðin.
Minsta løn hjá løgtingslimi, sum
ikki er til dømis nevndarformaður
ella næstformaður: 39.866 krónur
um mánaðin, harav 2.000 krónur
eru skattafríar. Allir løgtingslimir
fáa eitt skattafrítt endurgjald
upp á 2.000 krónur um mánaðin
fyri útreiðslur, ið standast av
arbeiðinum.
Skattafrítt endurgjald
Afturat
lønarsamsýningini
og
kostnaðarískoytinum verður veitt
eitt árligt skattafrítt kostnað
arendurgjald, grundað á reglurnar
um endurgjald til tænastu og
starvsmenn, til teir løgtingslimir,
sum búgva uttan fyri høvuðsstað
arøkið. Kostnaðarendurgjaldið er
roknað út eftir, at løgtingslimir
møta 100 dagar í Løgtinginum um
árið.
Niðanfyri eru nøkur dømi um,
hvat tinglimur, ið býr uttan fyri
høvuðsstaðarøkið, og sum møtir á
tingi 100 dagar í árinum, hevur rætt
til í skattafríum kostnaðar endurg
jaldi.
Árligt skattafrítt endurgjald, kr.
• Norðstreymoy
(Vestmanna)
40.600
• Eysturoy (Runavík) 56.600
• Norðoyggjar (Klaksvík) 63.000
• Vágar (Miðvágur) 39.960
• Sandoy (Sandur) 45.080
• Suðuroy (Tvøroyri) 37.500
Fáa hvør sín teldil
Í sambandi við ferðing uttanlands
í løgtingsørindum verður veitt
ferðaendurgjald og dag og tíma
peningur eftir somu reglum, sum
eru galdandi fyri tænastumenn
landsins.
Sambært Løgtingsskrivstovuni
fáa
løgtingslimir
útflýggjaðan
hvør sín teldil til løgtingsarbeiðið.
Tey fáa hvørki telefon ella teldu frá
Løgtinginum.
Verður løgtingslimur ikki aft
urvaldur, ella má hann leggja ting
sessin frá sær vegna sjúku, fær
hann samsýning í ein mánað fyri
hvørt árið, hann hevur havt sess á
løgtingi, tó í minsta lagi í 4 mánaðir
og í mesta lagi í 6 mánaðir.
Doyr løgtingslimur, fáa hjúna
felagi ella børn undir 18 ár samsýn
ing eftir í 6 mánaðir.
Eftirløn sum tænastumaður
Løgtingslimur hevur rætt til egin
eftirløn, tá ið hann hevur havt
sæti á løgtingi í minsta lagi í eitt ár
tilsamans.
Eftirlønin verður útgoldin, tá ið
tinglimurin fyllir 67 ár, um hann
Politikarar
eru dýrastu
pensjónistar
Fleiri túsund
tunglynt
Fleiri túsund føroyingar kenna seg
vetrartunglyntar. Eyðkennini eru ymisk,
men vetrartunglyndi elvir millum annað
til, at orkan minkar, tørvurin á svøvni
veksur, lagið er ringt, fólk hava lítlan hug
til at fara út millum fólk, lítlan hug til
sex, størri matarlyst og økta kropsvekt.
– Vit fáa vetrartunglyndi, tí vit mangla
ljós. Vetrartunglyndi er afturvendandi
uttan mun til, hvussu vit hava tað
kensluliga, og vit føla tað, tá tað verður
myrkari og kaldari, sigur Erling Fles,
sálarfrøðingur
Økt útboð
fær prísin
at falla
Sambært uppgerð hjá Akvafakta fullu
laksaprísirnir í viku 43 niður um 50
norskar krónur fyri kilo. Hetta er stívliga
14 norskar krónur minni, enn laksurin
fór fyri í somu viku fyri einum ári síðan.
Lagt verður aftrat, at hetta bert er aðru
ferð í ár, at laksaprísurin fer niður um 50
norskar krónur fyri kilo. Ein frágreiðing
frá Nordea vísir á, at økt útboða skapar
prísfallið, og roknað verður við lægri
laksaprísi komandi tíðina.
Revsa tey
sum lata
ung drekka
Løgtingsmaðurin Djóni Nolsøe Joensen
heludr, at revsingin fyri at lata ung undir
18 ár sleppa í skeinkistøð um næturnar
eigur at verða herd.
– Tað skal vera ein bót, sum merkist
av álvara, tí tað hevði egg jað
skeinkistøðunum at havt eitt neyvt
eftirlit við at ung undir 18 ár ikki sleppa
inn, sigur hann.
NOV
2017
Sjónleikur gevur fólki møguleika at fylgja
persónligum viðurskiftum sera tætt.
Áskoðararnir sleppa at kaga inn í lyklarholið
ella gjøgnum vindeygað hjá fólki og síggja,
hvat onnur fólk stríðast við, og hvussu tey liva
lívið samanborið við teirra egna lív.
Sóley Danielsen,
sjónleikari
Eg verði noyddur at finna uppá og brúka
hugflogið. Føroyar eru eitt tað minst kriminella
landið í heiminum, og tað eru sera fá dráp og
morð í Føroyum, so skuldi eg bygt mínar
krimibøkur á veruligar umstøður, var sera lítið
at skriva um.
Jógvan Isaksen,
krimirithøvundur