hósdagur 28. desember 2017síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. desember 2017
26
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Liljan søgd úr starvi
Liljan Weihe verður søgd úr starvi sum
tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya. Johnny
í Grótinum, stjóri í Kringvarpinum, metir,
at tíðindaleiðaran við illoyalum atburði
móti stovninum hevur skatt umdømið
hjá stovninum og álitið á leiðsluna á ein
slíkan hátt, at avgerð er tikin um at loysa
hana úr starvi .
Timburhandlar hava avlop
Teir sjey timburhandlarnir hava seinastu fimm árini havt eitt
samlað avlop uppá 80 milljónir krónur áðrenn skatt, og tá
skattur er goldin, er talan um eitt avlop uppá 66 milljónir krónur.
Tað vísir greining, sum Vinnan hjá Sosialinum hevur gjørt. Verður
hugt eftir marknaðarpørtum sæst, at Bygma Balslev er nógv
tann størsti timburhandilin við einum marknaðarparti uppá 41
prosent. Tá talan er um avlop er marknaðarparturin hjá Bygma
Balslev enn størri heili 47 prosent.
Desember:
Havnarmaðurin Bartal í Gongini hevur
júst verið í India, har pápi hansara doyði.
Tað bleiv ongin vanlig jarðarferð
Tað er eitt vanligt gerandiskvøld í
Hoyvík. Familjan situr øll við nátt
verðaborðið, tá ið telefonin brád
liga ringir.
– Eg síggi, tað er eitt indiskt
telefonnummar sum ringir, so eg
skundi mær at taka telefonina.
Pápi mín hevur seinastu 18 árini
búð í India, sigur Bartal í Gongini.
Hann tekur telefonina, men
tað einasta hann hoyrir er grát og
ein persón, sum sigur inn ímillum:
Bartal, Bartal, Bartal.
Bartal í Gongini skilir, at tað er
Jayant, sum er í telfonini og at okk
urt álvarsamt er hent.
– Jayant hevur verið um pápa
mín, tey árini hann hevur verið
í India, men vit fáa ikki gongd á
nakra samrøðu. Knappliga fer tele
fonsambandið millum Føroyar og
India bara, sigur Bartal í Gongini.
Øll sita bara sum Kánur og skilji
ikki hvat er áfatt. Har var bara eitt
at gera og tað var at ringja upp
aftur. Nú fæst eitt sindur meira skil
á, men framvegis er talan um eitt
knortlut samskifti. Jayant sigur:
When are you coming? Babba is no
longer here. Hetta er tó til at skilja.
Eivindur í Gongini er farin, brádliga
deyður í songini.
Bartal í Gongini tekur eina
skjóta avgerð. Bíleggur ferðaseðlar
úr Føroyum og víðari til Goa í India.
Hann fer ikki einsamallur avstað,
men hevur mammu sína, Katrin í
Gongini, við sær.
Koma til India
Beiggi Jayant, Arvin, er eftir teim
um á flogføllinum og koyrir tey
heim – ein túrur sum tekur ein
tíma. Ferðin hevur verið long og
stríggin, so farið verður beinan
vegin til songar. Mikudagurin verð
ur mest brúktur til hvíld eftir langa
flúgvitúrin og sálarligu møðina
eftir at hava fingið at vita, at pápin
er deyður og liggur í einum líkhúsi
í India.
– Hósmorgunin fara vit á løg
reglustøðina. Vit bíða leingi, men
vit noyðast at hava tol, tí ymisk
skjøl skulu skrivast áðrenn vit
sleppa at síggja babba, sigur Bartal
í Gongini.
Eivindur í Gongini stendur und
ir børu í einum líkhúsi, sum eitur
“One Stop Center.” Tá ið tey koma
hagar, noyðast tey aftur at bíða
eftir at sleppa at síggja líkið. Hitin
er nógvur – um 33 stig. Lík verða
koyrd aftur og fram, meðani tey
bíða, og lukturin er ikki serliga te
spiligur. Endiliga koma teir við lík
inum og koyra tað inn í eitt hús.
– Deymurin er ringur, men
eg skal inn at eyðmerkja líkið av
babba, so eg havi onki val. Tá ið tað
er gjørt, skal eg skriva undir eina
løgreglufrágreiðing.
Løgreglan
hevur skrivað alt sum er hent og eg
skrivi undir. Tá ið tað er hent, koyra
vit í hýruvogni heimaftur til Baga,
sigur Bartal í Gongini.
Tá ið hetta er yvirstaðið, fara
hann og mamman at fáa sær ein
bita, meðan tey bíða eftir at nøkur
fólk koma úr Føroyum. Systrarnar
hjá Bartali, Barbara og Gyðja og
tvey vinfólk hjá Eivindi í Gongini.
Ein dagur verður brúktur til at vera
saman og minnast Eivind í Gongini,
sum júst er farin.
Jarðarferðin
Sunnudagin er jarðarferðin. Bartal
í Gongini og Jayant fara til “One
Stop Center”-líkhúsið eftir líkinum.
Aftur eru tað skjøl, sum skulu
skrivast undir, men so kunnu teir
eisini fáa líkið við sær. Tað verður
lagt í ein líkbil, sum skal koyra
tað, meðan Bartal í Gongini koyrir
aftaná við skutara.
– Eitt sindur undarligt. Fyrst
koyrir líkbilurin, sum ein slíkur
plagar at koyra, men tá ið komið er
eitt sindur á leið, setir hann ferðina
upp og yvirhálar eina rúgvu av
bilum, so skutarin hevur torført at
fylgja við.
– Men at enda koma vit til
staðið, har lík verða brend. Mamma,
systrarnar og vinfólkini hjá babba
sita har og bíða, tá ið vit koma fram,
sigur Bartal í Gongini.
Eisini familja og vinfólk hjá
Eivindi í Gongini í India eru komin
til staðar. Líkið verður lagt á eina
børu og so á eitt eldstað.
- Vit leggja øll fyrst blómur og
so greinar á likið og siga babba eitt
seinasta farvæl. Síðani hendir tað,
sum fyri okkum er heilt óvanligt ,
sigur Brtal í Gongini.
Eitt sindur av bensini verður
stoytt á líkið og so skal festast í.
- Jayant og eg fáa ein fakkil, og
Brendi pápa
sín á báli
Vilja strika
samkynd
hjúnaband
Tað verður framvegis eitt høvuðsmál hjá
Miðflokkinum at broyta hjúnabandslógin
aftur, so at samkynd hjúnalag aftur
verður bannað. Og tað verður eitt
krav, tá ið samráðingar verða aftur um
samgongu.
– Sjálvandi ber tað til. Hendan
samgongan broytti lógina og tað er
púra einki í vegin fyri at ein komandi
samgonga broytir hana aftur, sigur Jenis
av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Nýskipan
samtykt
Umsíðir verður fiskvinnunýskipanin
samtykt í løgtinginum. 18 atkvøður eru
fyri og 15 ímóti, tá ið uppskotið kemur
til endaliga atkvøðugreiðslu. Uppskotið
hevur fylt sera nógv í føroyskum politikki
seinastu tvey árini, og tað hevur fleiri
ferðir staðið nógv á hjá samgonguni, sum
hevði ilt við at semjast um uppskotið.
Stórur
tørvur á
jólahjálp
Tá freistin at søkja um jólahjálp var
úti, hevði Barnabati fingið umsóknir
um jólahjálp frá 255 barnafamiljum.
Talan er um einar 50 umsóknir færri
enn í fjør. Nógv tann størsti parturin
av umsóknunum er frá barnafamiljum,
sum eru í fátækaváða. Í ár hava 218
barnafamiljur í fátækaváða søkt um
jólahjálp frá Barnabata. Tilsamans er
talan um 800 fólk, harav 367 eru børn
í aldrinum 0-13 ár, og 88 eru ung frá
14-17 ár. Umsóknirnar eru frá familjum
kring alt landið.
DES
2017
Mær dámar væl tað lítla samfelagið.
Sum heild eru fólk skilagóð og konstruktiv,
men um okkurt hjartasuff kemur, taki eg
tað ikki illa upp. So tosa vit um tað og fara
víðari, og eg havi ongar trupulleikar við at
hyggja fólk í eyguni aftaná.
Jóhan Christiansen,
borgarstjóri í Eysturkommunu
Tingini kunnu síggja sera ljós út, men
so dettur tað niður fyri í seinastu løtu. Men
tú mást fara eftir øllum kjansum, tí tað
kann vera, at onkur teirra blívur til nakað.
Hóast tú verður avvístur og vónbrotin við
hvørt, mást tú ikki missa mótið, men fara
víðari.
Dánjal Rói Olsen,
yrkistónleikari í London