Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 29. desember 2017 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Fleiri broytingar eru í føroyskum fótbólti til komandi kappingarár. Ungdómsdeildirnar verða broyttar, so at tað millum annað verður ein U21 deild hjá monnum. Eisini verður Betri nýggjur høvðusstuðul hjá bestu deildin hjá bæði monnum og kvinnum so eru tað vit, sum seta eld á babba, og meðani vit sita rundan um verður babba til øsku, sigur Bartal í Gongini. Meðan tað brennur sita tey har eina løtu og práta og drekka gravøl, sum siður er á staðnum. Dagin eftir er aftur eitt slag av jarðarferð, tí tá skal øskan kastast í eina heilaga á, sum siður eisini er. Í Harwalem Water Fall skal øskan spreiðast. Jayant hevur ílatið við øskuni og so kasta øll eitt sindur av øskuni í ánna. Serligt upplivilsi Upplivingin í India hevur sjálvandi sett spor, tí hetta er ein óvanlig jarðarferð í mun til tað, sum vit kenna. – Eg merkti tað ikki so ógvusligt, tá ið hendingarnar fóru fram. Tað var sum at tað hoyrdi til, tí soleiðis ger man har, so akkurát tað rørdi meg ikki so nógv, sigur Brtal í Gongini. – Tað er meira nú, eg eri aftur- komin at tað virkar eitt sindur ógvusligari. At hava sett eld á pápa sín, tá ið hann var borin úr, er sjálvandi ógvusligt, men soleiðis er siðurin har – har sum pápi mín valdi at búvga í heili 18 ár. Eftir at tey komu aftur til Føroyar valdi Bartal í Gongini saman við familjuni, at tað eisini skuldi haldast ein minnisløta fyri pápanum í einari føroyskari kirkju. Minningarløtan var í fullari dómkirkju í Havn. Theodor E. Dam Olsen prestur stóð fyri minningarhaldinum. – Nú føli eg, at vit hava sagt ordiliga farvæl við babba, sigur Bartal í Gongini. Róðrarsambandið sendir sjey fólk til EM í inniróðri í Amsterdam. Menninir vinna tvey gull heiðursmerki og tvey silvur heiðursmerki, meðan kvinnurnar vinna tvey gull heiðursmekri og fáa eitt fjórða pláss í sterka lættvektsflokkinum Í hondbólt­ inum eru longu greiðir favorittar til at koma í FM final­ urnar. Hjá monn­unum eru tað Neistin og H71, ið renna undan, meðan tað hjá kvinnunum eru VÍF og Kyndil, sum liggja langt fremst Bartal í Gongini setur eld á líkið av pápa sínum í India Ítróttur Í krónum og oyrum trúgvi eg aldrin at eitt verk fall hevur loyst seg. Fert tú at nærlesa tær semjur, sum eru gjørdar undir verkfeløllum, so síggja vit tað. Tað tekur jú tíð, og tað snýr seg um at gera broytingar fram í tíðina. Maud Wang Hansen, fyrrverandi forkvinna í Pedagogfelagi Føroya Svimjingin í góðum honum Pál V. Joensen hevur trekt seg aftur og úr streyminum aftanfyri koma fleiri evnaríkir svimjarar, ið vinna altjóða heiðursmekri og seta føroysk met í fleiri bólkum Í nógv ár hevur føroysk svimj­ ing verið sett í samband við eitt navn. Pál V. Joensen. Hann byrjar árið við at fortelja, at hann ikki longur hevur OL í huganum og sum fyrstu rað­ fest­ing. Tíðin er komin hjá øðr­um svimjarum at bjóða seg fram. Fleiri svimjarar bjóða seg fram og seta fleiri føroysk met í fleiri ymiskum kappingum. Svimjing luttekur í alt frá oyggja­leikunum til EM á stutt­ geil, har svimjarar úr øllum land­inum gera sítt besta. Á vegnum verða fleiri met tik­in, sum hava staðið leingi, ella sum hava verið mett at verða ein høgur yvirleggjari. Nógv bendir á, at føroysk svimj­ing er í góðum honum, tá talt verður saman fyri alt árið, men enn er langt á mál tað kemur til evropesiska og heims­toppin. Í EM í stuttgeil gongur ikki heilt eftir ætlan og fleiri svimja ikki sítt besta, men enn hava allir svimjararnir góðar møguleikar at blíva betri. Svimjarar sum Óli Mort­en­ sen, Alvi Hjelm, Signhild Joen­ sen, Vár E. Eidesgaard, Róland Toft­um og Sára Nysted eru mill­um svimjararnar, ið gera um seg.