hósdagur 28. desember 2017síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. desember 2017
28
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Hvussu var 2017 fyri teg?
– Ivaleyst eitt tað árið í meira enn
tretivu ár, har eg havi arbeitt mest.
Høvuðsorsøkin var útgávan av "Færøsk
Litteraturs Historie Første Bind 1298-
1950", sum kravdi at eg arbeiddi hvønn
tann einasta dag vikuskiftini íroknað
til bókin var liðugt prentað miðskeiðis
í septembur. Og so fór skrivingin av
krimisøguni "Heljarportur" í gongd.
Hvør var besta
upplivingin í 2017?
– Ilt at siga, hvør upplivingin er tann
besta, tí upplivingarnar vóru so fáar.
Sum maðurin segði, var lívið hjá mær
ein filmur, so hevði eg ikki tímað at sæð
hann. Mín fyrsta vitjan úti í Mykinesi var
í seinnu helvt av juli, og tað var hóast alt
ein stór uppliving.
Hvør var keðiligasta
upplivingin í 2017?
– Í mong ár havi eg siglt nakrar vikur
hvørt summar við seglbátinum hjá mær,
men av omanfyrinevndu grundum kom
eg í 2017 næstan ikki út at sigla. Tað er
ein saknur.
Hvat hevur tú sett tær
fyri at gera í 2018?
– Havi sett mær fyri at skriva "Færøsk
Litteraturs Historie Andet Bind 1950-
2018", soleiðis at bókin vónandi kann
koma út várið 2019. Aftrat hesum
fimta bindið um William Hammer og
Skansadeildina. Uppímillum vónandi eina
røð av ummælum.
Arbeiddi so nógv sum sjáldan
Jógvan Isaksen, rithøvundur
Lívið hevur smílst
til mín aftur
Holgar Jacobsen, tónleikari
Hvør dagur
skal livast fult
Elisa Heinesen,
sniðgevi í London
Hvussu var 2017 fyri teg?
– 2017 var eitt betur ár fyri meg enn tey síðstu nógvu árini hava verið,
heilsan hevur verið í lagi, nógv at spæla, og eg havi verið við í fleiri
spennandi verkætlanum, spælt á øllum festivalum og einari fantastiskari
Fólkatónleikarastevnu. Jú, eg haldi at lívið hevur smílst til mín aftur, og
Gud havi lov fyri tað.
Hvør var besta upplivingin í 2017?
– Besta upplivingin er helst tann at eg havi møtt eini so sera fittari
kvinnu í mínum lívið, helt faktisk ikki tað fór at henda mær aftur, takk
Erika.
Hvør var keðiligasta upplivingin í 2017?
– Gud havi lov fyri at tær ikki eru so nógvar og stórar, tó vil eg siga, at
lívið hevur lært meg ikki at samla uppá trupulleikar, eg einki fái gjørt við,
eg vil heldur gera ein mun, har eg kann. Annars er tað í teimum truplu
tíðum, tú kennir tínar verulig vinir.
Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2018?
– Sjálvandi eru tað mínar egnu manglandi útgávur, ið eg má gerða okkurt
við. Havi forsømt mítt egna tilfar alt ov nógv.
Hvussu var 2017 fyri teg?
– 2017 var produktivt, litríkt og fult
av lærdómi.
Hvør var besta
upplivingin í 2017?
– Besta upplivingin í ár var frítið
vid familju og vinum. Leiðin gekk
til Turkaland, Føroyar og París. Eitt
annað var, at unnustan hjá Captain
America gekk í kjóla frá mær. Tað var
sera stuttligt fyri elsta drongin hjá
mær, sum elskar Captain America.
Hvør var keðiligasta
upplivingin í 2017?
– Grenfell Towerblock tragedian var
heilt avgjørt keðiligasta upplivingin
í 2017. 71 fólk doyðu í eldbrandi í
háhúsi í vestur London. Hjálparloysi
og frustration vóru kenslurnar, sum
stóðu fremst. Politiskt sæð reint
globalt – ongi orð!
Hvat hevur tú sett tær
fyri at gera í 2018?
– Eg gleði meg longu at fara í holt
við 2018. Eg havi altið dámt at lívið
er bytt upp í sesongir, og vár er tann
ultimativa byrjanin. Alt tad, sum árið,
ið fór hevur lært meg, skal nú setast í
verk. Lívið er stutt, og hvør dagur skal
livast fult.
Soleiðis var okkara
Vit hava spurt nøkur fólk um, hvussu tey upplivdu
2017, og hvat tey hava sett sær fyri í 2018 2017