Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 29. desember 2017 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Hvussu var 2017 fyri teg? – 2017 var eitt undarligt sabbatsár. Eitt slags reset. Velja stílart til innrætning. Stóra stovan er liðug, havastovan er næstan liðug, spísistovan er komin yvir helvt. Uttan at vit gera tað við vilja, so haldi eg, at havastovan meira og meir líkist henni hjá Elvis. Eg dugi at síggja, at eg havi verið ígjøgnum eina 7-árs periodu, og hon endar nýggjársaftan. Eg gledi meg, sum ongantíð fyrr, til 1. januar 2018, tá eg endiliga aftur byrji uppá tað, sum eg dámi best. Hetta verður 3. ferð, eg byrji frá null, men hesaferð eru allar umstøður betri, fleirfalt. Hvør var besta upplivingin í 2017? – Eg haldi ikki, at eg kann svara einfalt uppá tað. Eg sá eina familju í sjónvarpinum vinna eina vikuskiftisferð onkrastaðni, og tað fer altíð at vera teirra svar uppá bestu uppliving, meðan eg haldi, at alt mítt lív, meira ella minni, hevur verið ein long feria, har eg arbeiði í frítídini og upplivi spennandi ting. Jú, nú veit eg: Eg svimji í sjónum annanhvønn dag, og spakuliga er vatnið blivið kaldari, uttan at eg føli tað óbehagiligt. Og nú eri eg komin niður á 3.2 gradir. Vetrarsvimjing fekk meg at leggja av at drekka orkudrykkir. Okey, okey, nú veit eg: Vit hava bestemmað okkum fyri at fáa ein Cadilac frá 70´unum. Tað er ikki hent meira enn tað, men tað følist púra rætt. Hvør var keðiligasta upplivingin í 2017? – Tannreimin slitnaði knappliga og tann "nýggi" bilurin hevði onga donkraft. Tað uppdagaði eg knappliga eitt kvøldi og mátti ganga 20 km. heim, bara tí eg í tvørheit ikki havi telefon. Bilurin kostaði annars bara 2.000 krónur, men onkuntíð haldi eg slett ikki, at tað var nakað kupp. Og vissi hann vil vera tað keðiligasta, sum eg havi upplivað, kanska altíð, so sær tað heila nokkso gott út. Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2018? – Í januar keypi eg eina flotta brúkta klekimaskinu fyri 700 kr. Og so byrji eg umaftur uppá at hava 1.000 hønir. Danmark sigst at vera besta land til at hava eina lítla ómannaða sølubúð standandi, og mín skal standa har, akkurát sum fyrr, og selja Ordilig Egg. Eitt undarligt sabbatsár Jóhan Dalsgaard, útiseti Stórt at síggja dóttrina taka fyrstu fetini Johnny í Grótinum, stjóri í KvF Hvussu var 2017 fyri teg? – Tað var eitt broytingarár, har eg fór frá at vera sjúkrahússtjóri til at vera kringvarpsstjóri. Fór frá at stjórna 800 til 80 starvsfólkum, frá at fyrisita 650 til 65 mió. krónur. Eitt fyri meg meiningsfult starvsskifti. Heima gjørdist árið eisini eitt skiftisár, har elsta dótturin fór í student, meðan tann yngsta byrjaði í vøggustovu. Hvør var besta upplivingin í 2017? – At síggja eitt ára gomlu dóttrina Sofíu taka síni fyrstu fet eftir køksgólvinum. Og so fangaði eg hesi fet á Instagram. Hvør var keðiligasta upplivingin í 2017? – At vera noyddur at fara í fasta gerðarættin við Ljósmøðrafelagnum í sambandi við óheimilaðu stríðsstig teirra á Landssjúkrahúsinum. Hóast eg eri greiður yvir, at hetta var úrslit av einum fakstríði á LS, ið røkkur minst 12 ár aftur, ørkymlaði teg almikið, at vit blivu noydd at taka hetta álvarsama stig. Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2018? – At taka mær meira av løttum í frítíðini, soleiðis at familjan betri kann merkja, at eg eri til staðar í løtuni. Fyri mína egnu persónligu menning ynski eg mær eisini stundir og umstøður at lesa eina rúgvu av fakbókum um fólkaræði, mentan og miðling av hesum. Eg ætli mær at flenna nógv í komandi ári Kinna Poulsen, listfrøðingur Hvussu var 2017 fyri teg? – Hetta hevur verið eitt heilt einastandi gott ár heilt frá byrjanini, tá eg í januar fekk til uppgávu at halda heiðursrøðu fyri Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku í Steinprenti, tá tey fingu eina veruliga uppiborna Heiðursgávu Landsins. Eisini eru heilar tvær bøkur hjá mær komnar út í ár, Listamál og Úr myrkrinum, og eg eri Sprotanum sera takksom fyri teirra stóra arbeiði hesum viðvíkjandi. Hvør var besta upplivingin í 2017? – Tað allarbesta er helst tað, at sonurin hevur tað gott, at hann trívist í skúlanum og so framvegis. Eg havi havt sera nógvar góðar og stuttligar løtur í 2017 saman við vinfólkum og familju; millum annað var eitt lívsjáttandi summarbrúdleyp á skránni, og á arbeiðsplássinum í Hoydølum var hetta enn eitt gott ár við fittum næmingum og starvsfelagum. Haldi eisini, at bókmenta- og listaparturin av G! Festivalinum var framúr góður og listarliga inspirerandi í ár. Eg upplivdi nógvar framúrskarandi listaframsýningar í ár, men tað besta var kanska tað, at bókin hjá mær um Tórodd Poulsen loksins kom út, og at hon varð væl móttikin. Hvør var keðiligasta upplivingin í 2017? – Eg var innløgd fleiri ferðir, tað var eitt sindur keðiligt at verða innløgd ólavsøkuaftan, men ólavsøkudag eydnaðist allíkavæl at koma í føroysku klæðini, at uppliva yrkingalestur í Steinprenti, at fáa nátturða frá Beggu og at vitja John og Erlu – alt tað heila við góðum práti afturvið, so tað gjørdist ein góð ólavsøka allíkavæl. Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2018? – Eg kundi á ein hátt hugsað mær at arbeitt minni, men tá so nógv spennandi gongur fyri seg innan listina, er ikki lætt at fáa dampin niður. Nei, eg haldi, at eg seti mær fyri at flenna nógv í komandi ári og so ynski eg okkum øllum eitt gott ár. Hart trýst var lagt á okkum Óluva Klettskarð, løgtingskvinna Hvussu var 2017 fyri teg? – 2017 hevur verið hendingaríkt, og stór mál á tingi hava eyðkent alt hetta árið. Serliga hevur fiskivinnunýskipanin fylt nógv, men eisini hjúnabandslógin. Hvør var besta upplivingin í 2017? – Eg havi ferðast nógv í arbeiðsørindum, og besta og størsta upplivingin var at vitja í Washington og í New York í heilar tríggjar vikur. So at siga allir heimsstovnar stóðu við opnum hurðum. Tey, sum arbeiða við heimsfriði og framburði um allan heim, søgdu frá avbjóðingum og framtíðarvánum - ja, tað var sum læt allur heimurin seg upp. Og størsta upplivingin av øllum var at sleppa á talarstólin í ST-borgini og fortelja eini 600 fólkum um burðardygga framleiðslu og møguleikar, sum vit eru í ferð við at skapa her hjá okkum. Ein ógloymandi ferð, ið gav tað innlit, vit ikki hava, tí ræðisrætturin á uttanríkismálum og atgongdin til heimspolitikk er umvegis ríkisfelagsskapin, og ikki á føroyskum hondum. Hvør var keðiligasta upplivingin í 2017? – Serliga fiskivinnunýskipanin hevur fylt nógv í ár. Hart trýst hevur verið lagt á okkum tingfólk, sum væntað var, men tann persónligi ágangurin hevur verið keðiligast, serliga hevur tað órógvað meg, at familjan verður partur av tí. Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2018? – Í 2018 ætli eg at seta størri fokus á mál, sum eg haldi eru druknað í kjakinum um fiskivinnuna. Øgiliga spennandi verður at hava fólkaatkvøðu um stjórnarskipan Føroya. Ráddi eg sjálv, so hevði eg loyst alt fyri eitt, tí stundin er til tað nú. – At lova bót og bata við vekt og sunnari livihátti ætli eg ikki. Men eg ætli mær at hava betri stundir at vera saman við foreldrum og verforeldrum, ið eru komin upp í árini.