Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. desember 2017 30 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Lyftini fara at skugga fyri avrikunum Nú valskeiðið er meiri enn hálvrunnið, hevur samgongan, sum støðugt hevur verið í gjálvutum sjógvi, avgreitt fleiri av stóru málunum í samgonguskjalinum Jóannes Hansen Nýggjársaftan fer Aksel V. Johannesen, løgmaður, at halda triðju nýggjársrøðuna. Tað verður løgtingsval í seinasta lagi fyrsta september 2019, og harvið verður nýggjársrøðan um eitt ár tann sein­ asta í hesum valskeiðnum. Hetta er treytað av, at sam­gong­ an heldur í meiri enn eitt ár aftrat, og at val til løgtingið tískil ikki verður í árinum, sum stendur fyri framman. Løgmaður og samgongan hava mest sum alla tíðina verið í ógvus­ ligum ódnarveðri. Vánirnar fyri, at samgonguskjalið skuldi umsetast til lógir, hava ofta ikki verið góðar. Talan er um minnilutasamgongu við stuðli frá Sonju Jógvansdóttir. Millum tey sekstan í samgonguni hevur ofta verið ófriðarligt. Eitt nú tí borgarstjórarnir í samgonguni hava vart kommunukassarnar fyri at sleppa undan øktum útreiðslum í sambandi við nýskipanir, og tí borgarstjórarnir hava kravt størri inntøkur til teirra økir. Og so hava krøvini hjá Sonju fleiri ferðir verið serlig avbjóðing hjá løgmanni og samgonguflokkunum. Avrikini Hóast turbolens, djálv og politiskt ódnarveður so er tað ikki frítt, at Akseli V. Johannesen kann siga, at tað er farið at líkjast, nú hann leggur síðstu hondina á nýggj­árs­ røðuna, sum verður upptikin und­ an vikuskiftinum og send nýggj­árs­ aftan – sunnukvøldið klokkan 19. Farið at líkjast fer hann at skilja á tann hátt, at fleiri av málunum, sum samgongan setti sær fyri at fáa í lag, nú eru samtykt. Talan er um tað, sum ofta verður rópt pol­it­ isk stórmál. Málini kunnu hava víð­ fevnda ávirkan, ella tað hevur verið stórt fokus, tá ið tey vóru viðgjørd og samtykt. Fyri einum ári síðani vísti løg­ maður á broytingina í hjúna­bands­ lógini, sum varð samtykt, áðrenn tingið fór í summarfrí í 2016. Nú kann løgmaður vísa á, at tingið í hesum árinum hev­ur sam­ tykt eina sonevnda menn­ing­ar­ ætl­an fyri sjúkrahúsverkið, sum mill­um annað ber við sær, at tal­an verður um eina leiðslu, og at stjór­ in fyri Landssjúkrahúsið eisini verð­ur stjóri fyri sjúkrahúsunum í Klaks­vík og í Suðuroy. Harvið metir samgongan, at lunnar eru lagdir undir samskipan av sjúkra­ hús­verkinum. Hetta er ein spurningur, sum aftur og aftur hevur verið við­ gjørd­ur í meiri enn hálvt hundrað ár. Politikarar hava livað og yvir­ livað av hesum málinum, sum eisini hevur kostað onkrum lands­ stýrismanni sessin. Í ár hevur løg­ tingið samtykt nýggja bygnaðin. Løgmaður fer eisini at vísa á, at tað undan jólum loksins eydn­ að­ist at fáa nýggju lógina um um­ sit­ing av sjófeingi samtykta ella so­nevndu fiskivinnunýskipanina. Inni­haldið er eitt kompromi ella ein neyð­semja, sum tað tók drúgva tíð hjá sam­gonguni at telva seg fram til. Tá ið løgtingsformaðurin sendi tingið til hús stutt fyri ólav­søku, hingu nýskipanin og sam­gong­an í klønum tráði. Nú fer løg­mað­ur at síggja samtyktina sum markna­ stein hjá samgonguni – og upp­ aftur størri politiskan sig­ur, tí Bill Justinussen atkvøddi sam­an við Sonju Jógvansdóttir og sam­gong­ uni. Avbjóðingarnar Tað ræður um at fáa reformarnar frá hondini, áðrenn valskeiðið er hálvrunnið plagar at verða sagt. Sipað verður til, at ópopuleru av­ gerð­irnar skulu takast tíðliga, so und­irtøkan millum veljararnar kann vinn­ast aftur við søtari átøk­ um fram ímóti tilstundandi valin­ um. Løgmaður fer at vísa á, at enn bíða stórar avbjóðingar. Ein er pen­sjónsnýskipanin, ein onnur er nýggj alilóggáva, og ein triðja er stjórn­arskipanin. Pensjónsnýskipanin er politiskt komin uppá pláss skilt á tann hátt, at samgongan og Sjálvstýri eru samd um, at AMEG/Arbeiðs­ markn­að­areftir­lønar­grunnurin ella Sam­haldsfasti, sum hann verður nevndur, skal vera flaggskipið í fram­tíðar pensjónini. Hugsjónarliga verður nýggja skip­anin av samgonguni søgd at vera samhaldsfastari, með­an and­ støð­an heldur við pensjón­ist­unum, sum tvíhalda um, at uni­versala skatta­fría grundupp­hædd­in í fólka­ pensjónini skal varðveitast. Løgmaður fer eisini at minna á, at nú fáa fyritíðarpensjónistarnir túsund krónur meiri um mánaðin. Landsstýrismaðurin í vinnu­ mál­um legði 19. desember uppskot fyri tingið um dagføringar í ali­lóg­ gáv­uni, sum er næstan fimtan ára gomul. Uppskotið var klárt fyrr í heyst, men landsstýrismaðurin valdi at bíða við at leggja uppskotið fram, inntil fiskivinnunýskipanin var avgreidd. Tí verður alilóggávan ein av spurningunum í tinginum í vár. Fólkaatkvøða um stjórn­ar­skip­ an Føroya er partur av sam­gongu­ skjal­inum. Arbeitt hevur verið við stjórn­arskipanini síðani 1999, tá ið tað í fullveldissamgonguni varð farið undir at fyrireika grundlóg fyri Føroyar. Uppskotið um stjórn­ ar­skipan hevur fleiri ferðir verið í tinginum, og onkuntíð hevur verið um reppið, at tað fekst breið pol­it­ isk semja. Í samgonguskjalinum verður sagt, at fólkaatkvøða skal vera um stjórnarskipanina í seinasta lagi í 2017. Soleiðis varð tað ikki. Upp­skotið um stjórnarskipan er í ting­inum, har tað verður viðgjørt í grein 25 nevnd, ið saman við upp­ skot­inum frá landsstýrinum hevur all­ar viðmerkingarnar, sum komu inn, tá ið uppskotið var til almenna hoyr­ing. Løgmaður hevur aftur og aftur givið til kennar, at hann sær ljóst uppá, at tað skal eydnast at fáa breiða semju um málið, og hann fer í nýggjársrøðuni enn einaferð at geva til kennar, at hann roknar við, at fólkaatkvøðan verður eitt hálvt ár eftir, at løgtingið hevur samtykt lógina um stjórnarskipan. Hóast uppskotið er tugt og tanlað í nógv ár, og hóast danski for­sætismálaráðharrin sigur seg einki hava ímóti, at føroyingar taka undir við hesum uppskotinum, sum harvið frá danskari síðu ikki verð­ur sæð sum hóttan ímóti ríkis­ felagsskapinum, so kennist stjórn­ ar­skipanin hanga í klønum tráði. Formaðurin í Sambands­flokk­ in­um sigur seg ikki vilja vita av henni. Fólkaflokkurin er longri frá at taka undir við uppskotinum, enn hann áður hevur verið, og í Tjóð­veldi vilja fleiri ikki vita av hes­um uppskotinum. Tað er fyrst og fremst løgmaður, sum stendur fyri stjórnarskipanaruppskotinum, sum bíðar ivasom framtíð. Valstríðið Løgmaður og samgongan og pol­ istiska skipanin flyta seg nú saman við veljarunum inn í síðsta heila árið, áðrenn tað verður løgtingsval. Í politikki er tjúgu mánaðir – fram til fyrsta september 2019 – langt skeið, og politiska minnið er stutt. Tí ber tað ikki til nú hjá løg­ manni og øðrum í politikki at rokna út, hvat valstríðið fer at snúgva seg um. Tað er tó einki at ivast í, at pen­ sjónsviðurskiftini vera sentral, og at andstøðuretorikkurin fer at vera ógvusligur um grundupphæddina. Tí er avbjóðingin hjá løgmanni betri enn higartil at miðla kol­um­ bus­eggið, sum bæði sigst vera tað besta fyri pensjónistarnar og lands­ kassan. Hvussu tað verður við fiski­ vinnu­nýskipanini um hálvtannað ár er ein góður spurningur. Hjúnarbandslógin og sjúkra­ húsini fara neyvan at eiga stóran leiklut. Hóast samtyktirnar vóru tepr­ar, so verður neyvan bakkað aft­ur. Dømið um hetta er broyt­ing­ in til eitt valdømi. Fyri fjórðingsøld síðani vóru Før­oyar í øgiligari kreppu. Tað ávirk­aði úrslitið av løgtings­val­un­ um í 1990 og 1994, so tað stóð eftir í. Tað eru stórar fíggjarligar av­ bjóð­ingar fyri framman, og tað skal breiður politiskur ryggur til at halda aftur í útreiðsluvøkstrinum, sum andstøðan sigur hava verið væl størri, enn tey í samgonguni siga, at hann hevur verið, og sum hann kann fara at vísa seg at verða, nú sátt­málasamráðingarnar tørna fyri. Allir pílarnir hava leingi peikað rætta vegin: Nógv sild, nógvur makrelur og svartkjaftur, góðir møguleikar á fjarleiðum, høgir fiskaprísir, lágir oljuprísir, lág renta, viðrák hjá al­ ing­ini og høgir laksaprísir og heilt ser­ligar umstøður í europeiska sam­handlinum við Russland, sum Før­oyar hava átt stórt gagn av. Nú fellur laksaprísurin, og olju­ prísurin hækkar. Hvussu tað verð­ ur við rentuni, bíðar í tí óvissa, men tað er eingin ivi um, at hon fer at hækka. Spurningurin er, nær tað verður. At nýtslan veksur, og upp­ spar­ingin minkar ber við sær, at virksemið framvegis økist. Spurn­ ingurin er, hvussu leingi tað verð­ur, og hvørjar avbjóðingarnar hjá pol­ itiska myndugleikanum so verða. Valstríðið fer eisini at snúgva seg um lyfti um meiri vælferð, og tað verður ikki bara lætt at fáa tað at ganga upp við omanfyri stand­ andi. Men tað fer Aksel V. Johannesen neyvan at gera so nógv við í síni triðju nýggjársrøðu. Gott nýggjár! Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer nú saman við restini av politisku skipanini og veljarunum inn í síðsta heila árið, áðrenn tað verður løgtingsval