Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. januar 2018 · Nr. 1 Mildrið Jacobsen mildrid@sosialurin.fo Rakul Svabo Róadóttir og Atli Jacob­sen eiga fyrsta barnið, sum varð føtt í Føroyum í nýggja ár­in­ um. Um kvøldið nýggjársaftan fór Rakul, sum annars var sett at eiga annan jóladag, á Landssjúkrahúsið, har dóttirin varð fødd fimm tímar seinni. Hon vigaði 4540 gramm, og var 56 sentimetrar long. At halda nýggjárið á føðideildini var nakað heilt serligt, greiða Rakul Svabo Róadóttir og Atli Jacobsen frá. - Bæði fýrverk og verkir, skemt­ ar Atli Jacobsen, sum fylgdi við fýr­verkinum, ið varð skotið á Argja­hamri, úr vindeyganum á føði­deildini. Rakul hevði ikki somu orku at njóta fýrverkið. - Tankarnir hjá mær vóru eina heilt aðrastaðni, sigur Rakul, sum kortini fekk við, at klokkan sló midnátt. Føðingin gekk væl, siga bæði Rak­ul og Atli, sum hava roynt tað fyrr. Tey eiga eina gentu, sum verður trý ár seinni í hesum mán­ að­inum. - Stórasystirin er errin, nú hon hevur fingið eina lítlasystur. Hon vil sleppa at sita undir henni og kela henni, og hon hevur longu átikið sær leiklutin sum stórasystur, greið­ir Atli frá. Stuttligt at eiga fyrsta barnið í ár Rakul Svabo Róadóttir og Atli Jacob­sen, sum búgva í Havn, eru samd um, at tað er nakað serligt at eiga fyrsta barnið, sum er føtt í Føroyum í ár. - Tað er altíð nakað serligt at ger­ ast foreldur, sama um barnið verð­ ur føtt fyrst ella síðst í árinum. Men tankin er har, um hetta nú mann vera tað fyrsta barnið í árinum, so tað hevur okkurt at siga. Tað er nakað serligt, sigur Atli Jacobsen. Rakul er samd við Atla. Hon sig­ ur, at tað er nokk so stuttligt, at dóttirin er fyrsta barnið, sum er føtt í Føroyum í 2018. - Tað fer nokk altíð at fylgja henni eitt sindur, kann mann ímynda sær, sigur Rakul Svabo Róadóttir, sum hevur valt at verða verandi á føðideildini til hósdagin. Rakul sigur, at hon hevur ikki átt í Føroyum fyrr, og at hon fegin vil taka av møguleikanum at verða nakrar dagar á føðideildini fyri at koma fyri seg og fáa vegleiðing og frið. Tvey børn vórðu fødd á ársins fyrsta degi. Dóttirin hjá Rakul og Atla kom fyrst, og seinni varð ein drongur føddur. Tilsamans 650 børn vórðu fødd á Landssjúkrahúsinum í fjør. Tað eru 28 færri enn árið fyri, tá heilt óvanliga nógv børn vórðu fødd á Landssjúkrahúsinum. FYRSTA BARNIÐ Í 2018 FYRSTI FØROYINGUR Í NÝGGJA ÁRINUM Nýggjársnátt klokkan 03.02 fingu Rakul Svabo Róadóttir og Atli Jacobsen eina dóttur. Hon er fyrsta barnið, sum er føtt í Føroyum í 2018.