Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. januar 2018 · Nr. 1 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Joan Skibenæs, ættað av Toftum, er sett í starv sum kommunulækni í Skálafjarðar læknadømi og tekur við starvinum hin 1. februrar 2018. Vilmund Jacobsen Í nógv ár hevur verið vanligt kring um landið at koyra gamlar og út­liv­ aðar føroyskar bátar á nýggj­ársbál, og soleiðis varð eisini gjørt í ár. Tað kann vera hugvekjandi at síggja slíkar bátar, sum í nógv ár vóru partur av bygdamyndini, enda sína tíð á einum nýggjársbáli. Onkrir av hesum bátum hava í eina hálva øld verið partur av um­ hvørv­inum. Øðrvísi er, tá hetta eru gamlir og keypt­ir bátar, sum ikki hava sínar røt­ur í umhvørvinum – ella ikki hava so drúgva søgu í bygdini, har teir endaðu á bálinum. Nøkur ár herfyri endaði fleiri av gomlu bátunum í Nólsoy á bál­ inum, sum innsetta myndin vís­ir, og í ár endaði eitt nú báturin Ald­an hjá Hans Martini Hansen á nýggj­ árs­bálinum. Tað er Evy T. Nielsen, sum hevur tikið frálíku myndina av Hans Mart­ini Hansen, sum við sorgblídni gamla­árskvøld sá bátin hjá sær - Ald­una - brenna á nýggjársbálinum í Nólsoy. Vakur og góður bátur - Eg minnist ikki akkurát, nær vit keyptu Alduna, men tað eru longu fleiri ár síðan. Hans Martin Hansen sigur, at bát­urin varð smíðaður í Vágum, og tað var eisini haðani, hann varð keypt­ur. Hans Martin Hansen sigur, at hann síðsta summar keypti sær eitt 6-mannafar úr glastrevju sum hev­ur fingið navnið, Aldan. - Eg haldi ikki, at Aldan er gam­ alt bátanavn í Nólsoy - í øllum før­ um ikki í mínari tíð. Hetta var ann­ ars ein vakur og góður bátur. Men, seinastu árini hevur hann staðið her sunnan fyri handilin hjá okk­ um. Nú var hann so illa farin, at vit avgjørdu at koyra hann á bálið, sig­ ur Hans Martin Hansen. Kvøldseta um reiðara Vilmund Jacobsen Kvøldseta við fyrilestri verður á Bátasavninum í Leirvík týs­ kvøldið 9. januar klokkan 19.30. Lorvíks-Jóannes, Jóannes Johannesen við Garð (1878- 1941), var elstur av seks systkj­ um. Hann gjørdist tíð­liga fiski­maður og skipari í 1900. Í 1905 giftist hann við Krist­ ionnu á Kinn úr Lamba, og tey áttu fimm børn. Í 1906 bygdu tey hús á Bakka, og eini tvey ár seinni bygdi Jóannes upp í hús­ini og fór at handla. Í 1908 keypti hann Otariu, sum hann førdi í nøkur ár. Tá hann seldi skipið í 1917, keypti Jó­annes Kristionnu og seinni eis­ini Arizonu. Jóannes, sum var virkis­fús­ ur maður, hevði eisini mot­or­ bát­ar, fiskastykkir og turki­hús og hevði ætlanir um bak­ara­ virkið og dýrahald. Jóannes Eliassen, abba­ son­ur Lorvíks-Jóannes, og Mart­in Fjallstein fara at siga frá merkismanninum og slóð­ brót­aranum. NÝGGJÁRSAFTAN varð skipað fyri gongu-og rennitúri úr Skálafirði og út á Strendur, har stívliga 50 fólk luttóku. Í kirkjuhúsinum Við Sjógv fingu tey bollar og kakao. Fiskiflotin í gongd aftur Tað gongur helst tað mesta av einari viku, áðrenn partrolarar og línuskip eru liðug við fyrsta túrin í árinum Vilmund Jacobsen Í metingini hjá Fiskamarknaði Føroya fyri fyrstu vikuna í nýggja árinum verður sagt, at talan helst í mestan mun verður um útróðrarfisk. - Umframt útróðrarfisk, vænta vit, at einir tveir trolbátar koma inn at landa hesa vikuna, og møgu­liga kemur eisini fiskur frá tveim­um garnaskipum. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fiskasløgini í mest­ an mun verða toskur, hýsa og svart­kalvi. Ísfiskaskip, sum hava ligið um ársskiftið, loysa nú aftur. Men, vit kunnu vænta, at tað mesta av einari viku gong­ur, áðrenn fyrsti túrur hjá par­trol­ar­ um og línuskipum er lokin. Millum jóla-og nýggjárs­halg­ una loystu nøkur frystilínuskip, sum nú eru á veg yvir á Flemish Kap at royna eydnuna. Siglingarsøga fer upp í royk - Hetta var ein vakur og góður bátur, men seinastu árini hevur hann staðið her sunnan fyri handilin. Nú var hann so illa farin, at vit avgjørdu at koyra hann á bálið, sigur Hans Martin Hansen Tað kann vera hugvekjandi at síggja bátar, sum í nógv ár vóru partur av bygdamyndini, enda sína tíð á einum nýggjársbáli. Myndir: Evy T. Nielsen Ågot var fyrsta línuskipið sum loysti og sett kós yvir á Flemish Kap