mikudagur 3. januar 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 3. januar 2018 · Nr. 1
Limir í Maskin
meistarafelagnum, sum
ikki kunnu møta á
aðalfundi 24. mars,
kunnu nú møta á skriv
stovu felagsins at velja
nevnd við brævat
kvøðu.
Leysur við
egnari hjálp
Hanus Hansen, reiðari, sigur, at
Borgarin rendi seg ikki fastan, men
at teir bóru við okkurt á veg inn á
Havnina
Vilmund Jacobsen
Mikumorgunin sigldi upp
sjóvarskipið Borgarin hjá
JFK seg fast í innsiglingini
til Tórshavnar Havn.
Skipið var á veg á makrel
veiði við Hetland, men trup
ulleikar í maskinrúminum
gjørdu, at teir valdu at sigla
inn á Havnina at loysa trup
ulleikarnar fyrst.
Tá teir skuldi sigla inn
á Havnina, fóru teir skeivu
megin boyuna sum vísir,
hvar grótið til nýggju havna
útbyggingina er slept. Borg
arin valdi at sigla eystan fyri
boyuna við tí úrsliti, at teir
rendu seg fastar.
Sambært fólki, sum sóu
hendingina, stóð skipið fast
eina góða løtu, áðrenn tað
við egnari kraft megnaði at
koma av aftur.
Hanus Hansen, reiðari,
segði, at Borgarin ikki rendi
seg fastan, men at teir høvdu
borið við okkurt á veg inn á
Havnina.
Mikudagin skuldu frosk
menn niður at kanna, um
nakar skaði er - og um so er
- hvussu stórur hann er.
Øll kunnu
gerast
sjúk
av
strongd
Vilmund Jacobsen
Bjørn Patursson,
fyristøðumaður í
Koltri, plagar altíð at
hava vitjan um jólini
og á nýggjárinum.
Men, í ár vóru hjúnini
fyri fyrstu ferð
einsamøll um jólini.
Nýggjárið í Koltri varð
hildið á friðarligan
hátt við at ganga túrar
og við hugna, góðum
mati og drekka.
Onkuntíð verður brent
bál, og tað er komið
fyri, at onkur rakett
hevur verður skotin.
Annars verður hugnað
um við at seta livandi ljós
í vindeyguni kring um í
húsunum á nýggjárinum.
- Fyri tað mesta njóta vit
bara friðarliga dámin
um midnáttarleitið og
inn í nýggja árið, tá
vit ynskja hvør øðrum
gleðiligt nýggjár.
Tá vit spurdu Bjørn
Patursson um árið 2017,
fortaldi hann, at hann
hevur verið sjúkur av
strongd í árinum, men at
hann tíbetur var komin
skjótt fyri seg aftur, og í
dag kann hann gleðast
um, at hann aftur er
frískur sum fuglurin.
- Ja, eg vil siga, at
tað keðiligasta, sum
hendi mær í 2017, var
sjúkan - strongdin,
sum eg ikki ynski fyri
nakran at uppliva, sigur
Bjørn Patursson.
Fyristøðumaðurin legði
aftrat, at hann fyri 2018
hevur sett sær fyri at
geva heilsuni betri ans.
- Eg fari at royna at seta
sjóneykuna á tað positiva
í lívinum og fegnast
um, at heilsan er góð,
segði Bjørn Patursson.
Tórshavnar
kommuna heitir á
sínar borgarar um
at rudda leivdirnar
eftir fýrverk. - Nógv
hevur plast, sum ikki
verður niðurbrotið -
og tjúkt papp sum
tekur langa tíð at
bróta niður, sigur
kommunan
Kunning um verkætl
anina við svimjihøll
Runavíkar kommuna fer at brúka umleið 56 miljónir
krónur av íløguætlan kommununar tey næstu árini til
bygging av svimjihøll í Runavík
Vilmund Jacobsen
Runavíkar kommuna hevur
nú um sína heimasíðu - www.
runavik.fo - lagt út leinkju til
kunningarsíðu í samband við
svimjihallarverkætlanina,
og ætlanin er her at savna
ymiskt tilfari um verkætl
anina.
Hin 11. november í fjør
varð innbjóðing til luttøku í
heildararbeiðstøkukapping
løgd út, og um leinkjuna sæst
eisini innbjóðingin til kapp
ingina.
Hin 6. desember í fjør varð
skipað fyri kunnandi fundi
fyri heildararbeiðstakarar og
arkitektar í Bylgjuni í Runa
vík.
Á kunnandi fundinum,
haðani viðhefta mynd er,
luttóku umleið 35 fólk.
Um leinkjuna sæst fram
løga um svimjihallarverkætl
anina í Runavík, og her síggj
ast eisini aðrar framløgur,
eitt nú um nýggjastu rákini
innan bygging av svimjihall
um.
Næsta stig í verkætlanini
er, at toymi verða skipað
við heildararbeiðstakarum,
arkitektum, verkfrøðingum
og svimjihallarkønum.
Runavíkar býráð hevur
samtykt at leggja umleið 56
miljónir krónur av á íløgu
ætlan
kommununar
tey
næstu árini til bygging av
svimjihøll í Runavík.
Verkætlanin verður boðin
út í eini heildararbeiðstøku
kapping í tveimum stigum.
- Ætlandi verður vatn
mentanarhøllin framd sum
framhald av ítróttardeplin
um Bylgjan í Runavík, vita
tey í Runavíkar kommunu
at siga.
Meira kann lesast um
forvitnisligu verkætlanina í
Runavík um nevndu leinkju,
sum liggur á heimasíðuni
www.runavik.fo