mikudagur 3. januar 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. januar 2018 · Nr. 1
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NÝGGJÁRSRØÐAN
VIRÐILIG TALA OG
FÆRRI SPJØLDUR
Løgmaður tosaði als ikki politikk í nýggjársrøðuni, men mælti til virðiligari tala og at vit læra okkum at vera
ósamd – stjórnarskipanin var kortini nevnd
Árni Gregersen
GREINING: Løgmaður valdi gamla
árskvøld at røða sum ein ópolitisk
ur leiðari fyri tjóðina, heldur enn
at tosa sum samgonguleiðari og
løgmaður.
Aksel V. Johannesen, Føroya
løgmaður, nýtti høvi til, seinasta
dagin í farna árinum, í nýggjárs
røðu síni at tosa um samanhald
og virðiligheit í talu, heldur enn
at stinga út í kortið politisku kós
ina fyri hesum árinum – ella taka
saman um stóru politisku av
gerðirnar, sum vóru tiknar í 2017.
Valið hjá løgmanni at leggja
á hendan bógvin var tilvitað.
Munurin
millum
nýggjársrøðu
løgmans og ólavsøkurøðuna er
eyðsýndur.
Meðan tað stendur greitt í lóg,
hvat løgmaður skal leggja fram í
ólavsøkurøðuni, so er nýggjárs
røðan ein heilt óformlig røða, har
løgmaður fult og heilt sjálvur ger
av, hvat hann tosar um.
Nýggjársrøðan er ein leivd frá
teimum fyrstu árunum, útvarpið
var til. Tá fingu allir floksformenn
høvi at tosa til føroysku tjóðina
seinasta dagin í árinum. Hetta er
síðani broytt til, at tað bert er løg
maður, sum hevur hendan møgu
lein, men ongi formlig krøv verða
sett til landsins ovasta leiðara um,
hvat hann skal tosa um.
Ongin ósamdur
Tað hevur verið eyðsýnt mongu
seinnu árini, at kósini fyri, hvat
sagt verður í nýggjársrøðuni, er
broytt.
Røðan gerst alt meira generalis
erandi og hevur eitt innihald, sum
flestu okkara kunnu taka undir við.
Í ár brúkti løgmaður ein stóran
part av talutíðini til at tosa um,
hvørji spjøldur vit seta hvør á
annan. Hann nýttii eisini høvi at
siga, hussu hetta kann ávirka tey,
sum vit seta spjaldur á.
Eitt dømi var tað, sum svimjarin
Katrin Dagbjartysdóttir Johansen,
segði, tá ið hon skuldi taka lut í
einari altjóða svimmjikapping:
-Eg hevði ongantíð áður hugsað,
at eg stakk út úr heildini.
Men tá eg skuldi luttaka í einari
altjóða paralympiskari svimjikapp
ing, varð orðið “brekað” brádliga
sett á meg.
Hóast eg hevði livað við rørslu
tarni alt lívið, var tað ikki fyrr enn
onnur brúktu orðið “brekað” um
meg, at eg fyrstu ferð kendi meg
øðrvísi. Uttanfyri.
Løgmaður brúkti hetta dømi
til at gera vart við, at tað sjálvandi
hevur avleiðingar fyri onkran, tá ið
vit seta spjøldur á einstaklingar ella
bólkar.
Hann segði:
-Hetta er eitt dømi um, hvussu
tey orðaspjøldrini, vit heingja um
hálsin hvør á øðrum, ávirka bæði
onnur og okkum sjálv.
Og í Føroyum hava vit við mál
burði mangan sett mark ímillum
okkum sjálv og onnur.
Í
klaksvíksstríðnum
fingu
summi eitt ósjónligt spjaldur um
hálsin: "Fimmari". Og so var tað
teirra samleiki.
Vit hava eisini sett mørk millum
okkum og tey, sum hoyra til aðrar
trúarbólkar enn vit.
Sum hava ávís eftirnøvn.
Sum búgva aðrastaðni í landin
um.
Sum hava ein annan húðarlit.
Vit hava mangan latið tað, sum
er øðrvísi, - og í okkara eygum nega
tivt - rátt fyri, hvussu vit hava sæð
hvør annan.
Hetta forðar fyri samstarvi, tí
tá síggja vit ikki eginleikarnar hjá
teimum, vit umrøða - og tey fáa
heldur ikki víst okkum, hvat tey
hava bjóða.
Løgmaður strikaði undir, at vit
eru nógv annað enn tað spjaldur,
sum onnur seta á okkum. Hetta
kann vera gjørt fyri at spotta ella
kanska eisini fyri at hámeta, men
hetta er ongantíð fulli sannleikin.
Kjakast og ósamd
Í røðu síni nýggjársaftan royndi
løgmaður at fáa okkum at síggja,
at tað væl ber til at vera ósamd,
men kortini arbeiða konstruktivt
saman.
Kjak vvið sakligum grundgev
ingum og ósemjum ger broytingar
hjá okkum, men viðhvørt vísir tað
seg sum vit grava okkum niður í
skotgravir, heldur enn at nærkast
og røkka felags úrslitum.
Í hesum parti av røðuni er onki
at ivast í, at løgmaður fór beint eftir
tí, sum hendir í politisku skipanini.
Sjálvt um vit hava eina sam
gongu og eina andstøðu, so eigur
tað at bera til at flyta samfelagið
fram eftir einari kós, sum bæði
samgonga og andstøða kunnu taka
undir við.
Seinasta árið hevur greitt víst,
at spenningarnir millum samgongu
og andstøðu eru so ógvusligir, at so
at siga uttan mun til, hvat kjakast
verður um og hvat verður viðgjørt
í tinginum, so býta partarnir seg
beinanvegin sundur í samgongu
og andstøðu.
Tasð ber so at siga ikki til at
finna felags semjur. Partarnir
standa hvør yvirfyri øðrum og tað
sær út til at vera ómøguligt at flyta
seg so mikið í flestu málum, at eitt
samla ting kann taka undir við ein
um uppskoti.
Løgmaður tók samanum hetta
evnið og segði:
-Vit eiga heldu at taka ábyrgd
fyri nøkrum, sum ikki er heilt full
komið, enn ikki at taka ábyrgd
yvirhøvur.
Her heima kemur flokkadrátt
urin tíverri mangan fram um vilj
an til at sameinast. Og her eru vit
øll samsek.
Kjakstøðið hevur við sær ein
mangan lítið virðiligan goragang.
Eg havi eisini varðhugan av, at
føroyingar eru troyttir av skot
grøvunum.
Hugdi nakað fram
Í røðu síni nýtti løgmaður møgu
leikan at nema við eitt av málun
um, sum Løgtingið og føroyingar
sjálvir skulu viðgera í ár.
Talan er um eina stjórnarskip
anarlóg. Eitt uppskot er lagt fyri
tingið, sum hevur sett eina grein
25-nevnd at viðgera stjórnarskip
anina.
Ein grein 25-nevnd er ein nevnd,
sum hevur umboð fyri allar flokkar
í tinginum.
Tá ið tingið er liðugt at viðgera
hesa skipan, so fer hon til fólkaat
kvøðu, so allir føroyingar við val
rætti kunnu atkvøða ja ella nei til
skipanina.
Løgmaður vísti á, at vit eru samd
um flestu ting í uppskotinum, men
helst skulu onkran justeringar til
fyri at øll taka undir við lógini.
Ætlanin er, at lógin skal til fólka
atkvøðu í ár, men júst nær ber ikki
til at siga, tí fyrst skal uppskotið
enn einaferð viðgerast politiskt.
Heðin Mortensen, Javnaðar
flokkurin, er formaður í grein
25-nevndini, sum skal gera málið
klár til endaliga samtykt í tingin
um og síðani senda tað til fólkaat
kvøðu.