mikudagur 3. januar 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. januar 2018 · Nr. 1
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÁRIÐ IÐ FÓR
Mest lisið í 2017:
Í 2016 var heilt stóra søgan, at Cristiano Ronaldo var í Føroyum. Ongin slík vitjan var í 2017,
men tað hevur ikki staðið á við føroyskum ítrótti, sum hevur sett sín dám á In.fo, sum er
portalurin hjá Miðlahúsinum
Tróndur Arge
Á in.fo verður nógv gjørt burturúr
beinleiðis frásøgn í føroyskum fót
bólti. Tað er eitt krevjandi arbeiði,
at fáa dagføringar frá øllum dyst
unum, men tað er nakað, sum lesar
arnir hava stóran áhuga fyri.
Í fleiri førum eru drúgvu og ná
greiniligu dagføringarnar millum
mest vitjaðu søgurnar í 2017 á
in.fo. Tað er eisini eitt tekin um, at
føroyingar hava stóran áhuga fyri
føroyskum ítrótti í Føroyum. Tað
var eitt sindur ivasamt við spenn
inginum í føroyskum fótbólti í 2017,
tí Víkingur var langt fremst sein
astu umførini, men alíkavæl lesa
føroyingar um gongdina í dystun
um.
Tað legst eisini afturat við
lesarum hjá In.fo, sum veksur
í hvørjum. Soleiðis er eisini við
ítróttinum hjá In.fo, har framgongd
sæst á øllum økjum.
Flestar vitjanar fekk beinleiðis
frásøgnin frá fyrsta umfari í kapp
ingini um Løgmanssteypið. Her
vóru at kalla øll feløgini í Føroyum
í dysti, so tað kann verða ein for
kláring.
Føroyar í “Evropa”
Tað er eisini stórur áhugi fyri at
lesa um føroysku fótbóltsavrikini
í Evropa. Serliga er tað greinin um
Europa League, har KÍ, NSÍ og B36
øll fáa eitt gott úrslit í fyrra dyst
inum. Tíverri tapa øll í seinna dyst
inum.
Tað kundi verið ein forkláring,
at ferðaglaðir føroyingar hava verið
uttanlands ella í summarørindum,
tá dystirnir hava verið. Tí hevur
In.fo verið hent amboð at fylgja við.
Ein onnur grein, sum nógvir les
arar hava lisið, er um avrikið hjá
Víkingi í Íslandi, tá teir megna at
fáa 1-1 javnleik á útivølli móti FH
og Gunnari Nielsen í Champions
League.
Miss Føroyar
Tað kann helst kjakast um hvussu
nógv Miss Føroyar hevur við bein
leiðis ítrótt at gera, men av tí at
kappingin var til Burn Showdown,
bleiv tað bólkað sum ítróttur. Her
skuldi tað vísa seg, at tað var óvan
liga stórur áhugi fyri at lesa um
Benitu Winther Jensen, ið gjørd
ist fyrsta kvinnan at vinna heitið
“Miss Føroyar” undir skipaðum
viðurskiftum.
Rok og ósemjur
Tað er ongin loyna, at ósemjur og
rok eru søgur, sum lesarin hevur
stóran áhuga fyri. Tað sást eisini á
listanum, har fjórðmest lisna søgan
er um steyparokið, eftir at NSÍ
vann finaluna um Løgmanssteypið.
Her sæst eitt sjónbandabrot,
har Patrik Johannesen úr B36
sparkar út eftir Jens Joensen úr
NSÍ, í løtuni eftir at dómarin hevur
bríkslað fyri seinastu ferð. Rokið
fór ikki við yvirskriftunum fyrr
enn dagin eftir. Hetta var fyrsti
steypasigurin hjá NSÍ síðani 2002.
Størsti dysturin á árinum
Skal ein dystur veljast úr rúgvuni,
sum stendur eftir í minninum, so
verður seinna hálvfinalan í kapp
FÓTBÓLTUR, HONDB
OG LEIKBANN