mikudagur 3. januar 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 3. januar 2018 · Nr. 1
HEILSA
Sjúkan kemur
ofta sníkjandi, og
sjúkueyðkennini
verða sjónligari
so hvørt, sum
tunglyndi mennir
seg. Tað er talið av
sjúkueyðkennum,
sum ger av, hvat slag
av tunglyndi talan er
um
Vilmund Jacobsen
Øll menniskju hava skiftandi dagar
í góðum og ringum hýri. Hetta er
heilt vanligt. Tá fólk fær tunglyndi
- ella depression - rakar hetta bæði
sinnið og kroppin, og hýrurin svar
ar ikki til tað, tú vanliga upplivir.
Tunglyndi er ein álvarsom og
langdrigin sjúka, sum í stóran mun
ávirkar lívsgóðskuna, og tunglyndið
fevnir um nógv ymisk fyribrigdi.
Sjúkueyðkennini kunnu vera
sera ymisk, og tað er eisini ymiskt
í hvønn mun, sjúkueyðkennini
ávirka hvørt einstakt menniskja.
Hetta ger, at tunglyndi kann vera
torført at staðfesta.
Kanningar vísa, at umleið helm
ingurin av teimum, ið dragast við
tunglyndi, ongantíð hava fingið
sjúkuna staðfesta, hóast tey hava
verið hjá lækna.
Sálarlæknar skilja millum -
•
Lættar depressiónir
•
Miðal depressiónir
•
Tungar depressiónir
Tað er talið av sjúkueyðkennum,
ið ger av, hvat slag av depressión
talan er um.
Sálarlig sjúka
Tunglyndi er ein sálarlig sjúka, og
staðfestast kann, at tunglyndi kann
gerast ein fólkasjúka.
Í Danmark stríðast í minsta lagi
200.000 fólk dagliga við tunglyndi,
og summi eru verri fyri enn onnur.
Fyri kvinnur er vandin fyri at
fáa tunglyndi onkuntíð á lívsleiðini
umleið 15 prosent og hjá monnum
umleið átta prosent.
Tunglyndi kann vera arvaligt,
men fólk eiga altíð at trúgva, at tey
hava fingið tær bestu ílegurnar frá
foreldrum sínum.
Ivaleyst er tað so, at evnini at
stýra tørvinum av signalevnunum
í heilanum eru arvalig.
Hóast eingin í familjuni hevur
havt tunglyndi, kann sjúkan eisini
standast av ymiskum hendingum á
lívsleiðini, sum eitt nú álvarsligari
sjúku, vanlukku, strongd og barns
burði.
Ofta eru tað fleiri orsøkir, ið
saman elva til tunglyndi.
Sjúkueyðkenni og kanning
Tunglyndi kemur ofta sníkjandi, og
sjúkueyðkennini verða sjónligari so
hvørt, sum tunglyndi mennir seg.
Sjúkueyðkennini eru mong -
•
Huglagið á lágum støði, og
hýrurin er ringur
•
Tungar og daprar hugsanir
og vónloysi
•
Vantandi áhugi fyri tí, ið
áður var væl dámt
•
Lítil og ongin orka og trup
ult at taka avgerðir
•
Sjálvábreiðslur og skuld
arkensla
•
Pína í vøddum og liðum og
ringur matarlystur
•
Deyði og sjálvmorð kunnu
fylla nógv
Læknin kann staðfesta tung
lyndi við persónligari kanning.
Spurningar verða settir um
ymiskar støður í lívinum hjá við
komandi. Læknin ger eisini eina
umfatandi heilsukanning. Úrslitið
av øllum hesum er avgerandi fyri,
hvør viðgerðin verður.
Týdningarmikið er, at sjúkling
urin undir viðgerð við heilivági fær
holla vitan um sjúkuna, samstundis
at viðkomandi verður stuðlaður og
vegleiddur um lekingarmøguleikar.
Er talan um ikki so álvarsamt
tunglyndi, kann samtaluterapi vera
nóg mikið.
Antidepressiva er heilivágur, ið
kann gera, at tamarhald fæst á tung-
lyndi, og heilivágur kann eisini fyri
byrgja, at tunglyndi verður aftur
vendandi í framtíðini.
Tað eru fleiri sløg av antidepres
siva. Sløgini virka ymiskt, og árinini
eru eisini ymisk.
Er talan um álvarsamt tung
lyndi, verður altíð viðgjørt við
heilivági.
Uttan viðgerð kann tunglyndi
føra til eina vandamikla støðu,
har sjálvmorðsroynd kann verða
framd.
Tí er sera umráðandi, at fólk, ið
dragast við tunglyndi, verða tikin í
álvara, og at alt fer fram í samráð
við lækna.
Heilivágur móti tunglyndi
Heilivágur fyri tunglyndi verður
niðurbrotin í livrini, og tað er sera
ymiskt frá einum persóni til annan,
hvussu drúgv niðurbrótingin er. Tí
eru skamtaninar eisini sera ymisk
ar.
Við at taka blóðroyndir kann
skamtanin ásetast so neyvt sum
gjørligt fyri at minka um hjáárinini.
Ymiskt er, hvussu heilivágurin
virkar, og hvussu álvarsamt tung
lyndi er. Tí er ofta torført at finna
røttu viðgerðina beinanvegin.
Heilivágurin virkar ikki, fyrr
enn viðgerðin hevur vart í einar
tvær til tríggjar vikur - alt eftir,
hvør heilivágurin er. Í nøkrum før
um kann viðgerðin vara í upp til
seks vikur, áðrenn úrslitið sæst.
Heilivágurin lekir ikki tunglyndi,
men linnir. Tí skal heilivágurin tak
ast so leingi, sum tunglyndið nívir,
og í miðal tekur hetta umleið eitt
hálvt til eitt heilt ár.
Um eingi sjúkueyðkenni eru
eftir ávísa tíð, verða skamtaninar
minkaðar, og so steðgar viðgerðin.
Um sjúkueyðkennini koma aftur,
verður aftur viðgjørt við heilivági.
Eftir fyrstu depressónina er
vandin fyri, at hon kemur aftur,
størri, og nøkur hava tørv á lívs
langari fyribyrgjandi viðgerð við
antidepressivum heilivági.
Kelda: www.apotek.fo
Sera umráðandi
at taka tunglyndi
í stórum álvara
Heilivágurin lekir ikki tunglyndi, men linnir. Tí skal
heilivágur takast so leingi, sum tunglyndið nívir
Fyri kvinnur er vandin fyri at fáa tunglyndi onkuntíð á lívsleiðini
umleið 15 prosent og hjá monnum umleið átta prosent