Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. januar 2018 · Nr. 1 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NÝGGJÁRSRØÐAN LAT OKKUM SEMJAST UM AT VERA ÓSAMD Her er tað, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði í nýggjársrøðu síni gamlaárskvøld “Eg hevði ongantíð áður hugsað, at eg stakk út úr heildini. Men tá eg skuldi luttaka í einari altjóða paralympiskari svimji­kapp­ ing, varð orðið “brekað” brádliga sett á meg. Hóast eg hevði livað við rørslu­ tarni alt lívið, var tað ikki fyrr enn onnur brúktu orðið “brekað” um meg, at eg fyrstu ferð kendi meg øðrvísi. Uttanfyri” Orðini eigur svimjarin, Katrin Dagbjartsdóttir Johansen. Í 80’un­ um vann hon fleiri gullheið­urs­ merki við paralympiska lands­liðn­ um. At hon sum hálvvaksin á fyrsta sinni varð kallað brekað ávirkaði kanska, hvussu onnur sóu hana. Men mest av øllum ávirkaði tað henn­ara egnu sjálvsmynd. Hesum hevur hon sjálv greitt frá. *** Hetta er eitt dømi um, hvussu tey orðaspjøldrini, vit heingja um hálsin hvør á øðrum, ávirka bæði onn­ur og okkum sjálv. Og í Føroyum hava vit við mál­ burði mangan sett mark ímillum okk­um sjálv og onnur. Í klaksvíksstríðnum fingu summi eitt ósjónligt spjaldur um háls­ in: "Fimmari". Og so var tað teirra samleiki. Vit hava eisini sett mørk millum okkum og tey, sum hoyra til aðrar trúarbólkar enn vit. Sum hava ávís eftirnøvn. Sum búgva aðrastaðni í land­in­ um. Sum hava ein annan húðarlit. Vit hava mangan latið tað, sum er øðrvísi, - og í okkara eygum nega­ tivt - rátt fyri, hvussu vit hava sæð hvør annan. Hetta forðar fyri samstarvi, tí tá síggja vit ikki eginleikarnar hjá teimum, vit umrøða - og tey fáa held­ur ikki víst okkum, hvat tey hava bjóða. Katrin Dagbjartsdóttir Johansen er ein av mongum føroyingum, sum ikki unnist við orðið “brekað”. Tað skilji eg væl. Vit eru jú meira enn tey brek, vit øll bera. Enn tey orð, sum verða fest á okkum. Og mangan siga spjøldrini, vit nýta, meiri um okkum sjálv - enn um tey, sum vit heingja spjøldrini á. Við orðum og spjøldrum kunnu vit hámeta ella spotta. Vit kunnu seta virði á øll lívs­ins viðurskifti. Og tað ávirkar hug­ burð­in her á landi. *** Og hugburðurin ávirkar okkara sam­felag. Seinastu árini hevur gingið væl - og tað er ikki bara tí, at náttúran hev­ur spælt við. Dirvið og viljin hjá før­oyingum hava umsett góðu for­ treyt­irnar til framgongd. At vit eru fleiri enn 50.000 før­ oyingar, at vit hava avlop á fíggj­ar­ lógini, og at arbeiði er til allar hend­ ur, sigur nakað um góðu gongdina. Á ársins síðsta kvøldi kunnu vit staðfesta, at 2017 gjørdist eitt fram­ úr ár. Vit hava tí allar orsøkir til at velja tey føgru orðini, tá ið vit um­ røða okkara land - og hvør annan. Men kortini gera vit ikki tað. Okkara orðaskiftið manar mang­ an fram gjáir. Kontórshavn. Fram­leiðslu­før­ oy­ar. Homofobar. LGBT-samgongan. Cafélattemammur í Havn. Skip­ ara­frúur á bygd. Tað eru vit ímóti teimum, og tey ímóti okkum. Vit heingja spjøldur hvør á ann­ an - og taka støðu til hesi spjøldrini, heldur enn persónarnar, sum spjøldr­ini hanga á. Men.. vit eru bara 50.000 fólk í Før­oyum. Vit hava ikki ráð til at býta okkum so smátt sundur í “okkum” og “tey”. Í stóru myndini er jú bara ein bólkur í Føroyum - og tað eru “vit”. Øll. 50.000 fólk við ymiskum lívs­ virð­um og sjónarmiðum. *** Sjálvandi skulu vit kortini kunna vera ósamd - og kjakast. Ósemjur eru drívmegin í fólka­ ræðinum, og eitt lívligt og stund­ um hvast orðaskifti er ein grund­ leggjandi táttur í at byggja land. Og vit eru mangan ósamd. Um fiskivinnu. Um sjúkrahúsverk. Um sáttmálasamráðingar. Og um pen­ sjón. Onkur togar henda veg og onnur toga handa veg - men framgongd er jú ongantíð ein bein linja. Gomlu føroysku varðagøturnar eru eitt gott dømi um, at gøtan fram má skáka ymsar vegir, fyri at ØLL fáa verið við. Ikki bara tey, sum orka best. Sum eru djarvast. Ella sum eru stað­kendast. Júst tí standa varðarnir ikki í eini beinari linju. Tað ræður um, at øll skulu koma fram. Og í fluttari merking er tað tað sak­liga kjakið, sum flytir okkara sam­felag framá. Tíverri síggja vit bæði útspilling og særandi spjøldur í kjakinum. Serliga á sosialu miðlunum vísir tað seg vera lætt at skriva orð, sum vit ongantíð høvdu sagt andlit til and­lits. Vit mugu duga betur at vera ósamd. At taka støði í útsøgnunum hjá hvør øðrum heldur enn spjøldr­ un­um. Tí hóast vit eru ósamd - ella kanska serliga, tá ið vit eru ósamd - eiga vit at tosa virðiliga. Halgabók minnir okkum fleiri ferðir á at vanda okkum um orðini. Jákupsbrævið staðfestir, at tung­an er eldur. Og Paulus áminnir okk­um soleiðis:  Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti. Tað er torført. Men týdn­ing­ar­ mikið. Tí tá fólk tosa um “grammar reið­arar” gloyma tey, at teir mang­ an hava brotið slóð, skapt ar­beiðs­ pláss, stórar inntøkur og latið veldigar upphæddir til góð enda­ mál. Og tá ið fólk tosa um “tey øvund­ sjúku, alment settu”, gloyma tey, at uttan almennar skipanir var einki sam­felag yvirhøvur. Uttan skúlar, sjúkrahús og vegir hevði vinnan havt munandi verri kor. Hetta eru dømi um spjaðandi spjøld­ur. Tí hvat hevur størri týdning - at fiska ella at skurðviðgera? Tað ber ikki til at siga. Vit hava tørv á báðum. Steðgaði fiski­mað­ur­ in, rakti tað læknan. Steðgaði lækn­ in, rakti tað fiskimannin. Og útsøgnin hjá Katrini Dag­ bjarts­dóttir Johansen, eigur at vera okk­um  ein áminning. Spjaldrið, sum onnur festu á hana, ávirkaði hana. Fekk hana at kenna seg uttanfyri. Setta í ein kassa, har hon ikki kendi seg heima. *** Sjálvur kenni eg eisini til bæði spjøldur og kassar. Eg eri klaksvíkingur í Havn, men havnarmaður í Klaksvík. Fór blaðungur at arbeiða við fiski, men endaði sum akademikari. Eingin okkara er bara í einum kassa. Eingin er bara eitt spjaldur. Tað vita vit. Men einføldu kassarnir og spjøldr­ini gera tað lættari at seta mark millum okkum og tey, vit ikki eru samd við. Hetta tænir ongum. Vit mugu tosa fólk inn í fel­ags­ skapin, heldur enn út úr felags­ skap­inum. *** Men at syndra felagsskapin er júst endamálið við hugtøkum sum “Fake news” og “alternativum fakta”. í 2017 hevur heimurin vant seg við hesi hugtøkini. Og nú yppa vit bara øksl, tá ið ósannindi verða av­ dúkað. Hesum rákinum eiga vit at ganga ímóti. Heldur eiga vit at byggja á sannleikan. Tað reiðiliga. Og sam­anhaldið.   Tí tá hesi virðini verða forfjónað er torført at sameinast. At semjast. Og sum ein herfyri skemtandi tók til: “Í Føroyum snýr tað seg ikki um at finna breiðar semjur - men at finna breiðar ósemjur” Aðrastaðni koma samgonga og andstøða javnan upp úr gjáunum, seta sundurlyndi og smáhugsan frá sær og nærkast óttaleys mót­part­ inum fyri at finna varandi semjur. Hóast tey ikki fáa alt sítt ígjøgn­ um, so er tað teirra ábyrgd at skapa tryggar karmar um sam­felagið. Heldur taka ábyrgd fyri nøkrum, sum ikki er heilt fullkomið, enn ikki at taka ábyrgd yvirhøvur. Her heima kemur flokka­drátt­ ur­in tíverri mangan fram um viljan til at sameinast. Og her eru vit øll sam­sek. Kjakstøðið hevur við sær ein mangan lítið virðiligan goragang. Eg havi eisini varðhugan av, at før­oyingar eru troyttir av skot­grøv­ un­um. At myndin hjá teimum flestu er munandi litríkari enn svørt/hvít. Tí tað er sjálvandi ikki so, at alt, sum ein samgonga ger, er ringt. Ella at alt, sum ein andstøða kem­ur við, er óbrúkiligt. Mangan er tað lítið, sum skilir part­arnar. Eg vóni, at vit - øll somul - fara at taka okkum betri partar fyri. At vit oftari hittast á miðjuni og laða varandi varðar. *** Ein slíkur varði verður fólka­at­ kvøð­an um stjórnarskipanina, sum ætlandi skal verða í 2018. Á fyrsta sinni kunnu vit í fel­ag staðfesta okkara egna demo­krat­ iska grundarlag. Endamálið við stjórnarskipanini er at finna tað, vit eru samd um, held­ur enn bara at stríðast um tað, vit eru ósamd um. Vit eru jú samd um tað mesta. Til dømis at í Føroyum ráða før­ oy­ingar. At fólkið skal spyrjast í týdn­ing­ ar­miklum málum. At børn skulu vaksa upp undir trygg­um umstøðum, og eldri skulu hava virðilig kor. Vónandi kunnu vit tosa hóvliga saman og finna tað, sum sameinir. *** Vit eiga eisini mong, sum dagliga sam­eina og byggja brýr. Ímillum rík og fátøk. Ímillum øki í landinum. Ímillum tilflytarar og føroyingar. Felagsskapir og føroyingar, sum eru skjót við tí góða orðinum og hjálpandi hondini. *** Tað sóu vit til dømis, tá ið eldur kom í Varðan Pelagic. Bjargingarfeløg, fyritøkur, mynd­ ug­leikar og privatpersónar gingu saman fyri at basa eldin og hjálpa, tá ið fólk flýggjaðu frá húsi og heimi. Sterkur samhugi kom úr øllum Føroyum. Og frá Varðanum komu fyrst orð av eyðmjúkleika og takksemi - men síð­ani eisini orð, sum fingu orræði og vón at rísa úr kolaðu leivdunum.