Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. januar 2018 · Nr. 1 Hetta var felagsskapur, tá ið hann er bestur. Tá ið vit gerast ein sterk eind og stuðla hvør øðrum. Latið okkum minnast tað í ger­ andis­degnum. Tann einstaki hevur tørv á fel­ ags­skapinum, og felagsskapurin hev­ur tørv á tí einstaka. *** Nú vit bert eru fáar tímar frá nýggja árinum, er stundin komin til at dvølja við tað, sum farið er, og tað, sum koma skal. Seta vit kósina ímóti størri spjað­ing og sundurlaðing? Millum miðstaðarøkið og restina av landinum. Millum tey alment løntu og tey í privatari vinnu. Tey konservativu og tey liberalu. Ella velja vit kósina, har vit sam­ einast og royna at skilja hvør ann­ an? Og har vit sum minstamark virða hvør annan?   Tí virðingin - ella vantandi virð­ingin - ávirkar eisini næsta ættarliðið. Og komandi ár, tá ið vit seta mál­menning hjá børnum í mið­dep­ il­in, latið okkum tá minnast, hvussu tíð­liga tey smáu byrja at end­ur­taka tey orð og spjøldur, vit so óum­ hugsað sleingja út. *** Góðu føroyingar. Fyri summi er tikkandi tíðin náði­rík, tí hon spakuliga tekur okk­ um burtur frá tí, sum pínir. Fyri onnur er tíðin náðileys, tí hon spakuliga førir okkum ímóti tí, vit óttast. Men tá ið tað kemur til tíðina, hava vit einki vald. Vit gera bert av, hvussu vit nýta av­markaðu tíðina, okkum er til­ lutað. Mín vón er, at vit í komandi ári fara at standa saman í felagsskapinum, heldur enn at spjaðast í bólkum. At vit vera skjótari við tí góða orðinum. Og at vit hugsa um ta stóru ávirkan, sum orð okkara hava - bæði á tey, vit royna at raka, tey, sum hoyra - og ikki minst okkum sjálv. Í eini tíð, har vit hava allar hugs­ andi møguleikar, eiga vit fyrst og fremst at vera sonn. Reiðilig. Og søkja samanhaldið. Eisini, tá ið vit eru ósamd. Gott nýggjár, góðu føroyingar. Gud signi Føroyar. Aksel V. Johannesen løgmaður NÝGGJÁRSRØÐAN