hósdagur 4. januar 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
5. januar 2018
Kristina Háfoss ætlar at lækka
lønirnar hjá stjórunum í almennu
partafeløgunum – men langt kann
vera frá ætlan til veruleika....
– Stjóralønirnar í fleiri almennum partafel
øgum eru alt, alt ov høgar. Í summum førum
eru tær hægri enn lønin hjá løgmanni. Hetta
ætla vit at broyta, og tí hava vit viðgjørt tað í
landsstýrinum.
Soleiðis segði Kristina Háfoss, fíggjar
málaráðfrúa, í sendingini Radarin í Kring
varpinum í vikuni.
So er spurningurin, um hon veruliga
ætlar at taka av høgu stjóralønunum, ella
um hetta verður sagt til tess at kyrra lág
lønarbólkin, námsfrøðingarnar, sum eru í
verkfalli í hesum døgum.
Vit hava stjórar í almennum partafeløg
um, sum fáa upp í 2,6 milliónir krónur í løn
um mánaðin. Tað svarar til 217.000 krónur
um mánaðin.
Og tað verður ikki hissini prísur at gjalda,
um Kristina Háfoss og landsstýrið veruliga
ætla at lækka høgu lønirnar hjá teimum,
sum í stjórna almennum partafeløgum sum
til dømis Føroya Tele, Posta og Atlantsflog.
Vit hava dømið um, tá stjórin í Altants
flog varð sagdur úr starvi í 2013. Hyggja vit í
roknskapirnar hjá Atlantsflog fyri árini 2013,
2014 og 2015, so sæst, at almanna partafelgið
hevði eina eyka útreiðslu upp á 5,1 millión
í løn til stjórarnar. Altso tað er tað, sum tað
kostaði Atlansflog meira at hava forstjóran
í starvi áðrenn hann varð koyrdur frá, til
seinasti stjórin varð settur í september í
2015.
Í 2016 eru stjóraútreiðslurnar hjá Atlants
flog aftur á sama støði, sum tær vóru áðr
enn stjórin varð uppsagdur – tað er 2.586.000
krónur til tveir stjórar. Felagið upplýsir ikki,
hvat teir fáa í part, men vit kunnu bara gita,
at forstjórin fær bróðirpartin.
Verður tað prísurin hjá landsstýrinum,
at stjórar í almennum partefløgum skulu
sigast úr starvi við fleiri milliónum í fráfar
ingarlønum – sum kosta landinum meira
enn lønarkrøvini hjá Pedagogfelagnum, so
kenna vit øll niðurstøðuna hjá landsstýri
num.
Tað verður uttan iva sum við flatskatti
num og forskattingini av pensjónunum.
So tit stjórar í almennu partafeløgunum:
– Tit kunnu sova trygt, eingin vil ella torir
at taka av løn tykkara!
Vága Floghavn søkir í blaðnum í dag eftir
nýggjum stjóra við góðum samstarvsevnum at
standa á odda fyri framhaldandi menning av
felagnum.
Tað hendir eftir at stjórin seinastu árini,
Jákup Sverri Kass, var sagdur úr starvi eftir
einhvørja ósemja, sum ikki tolir at koma fram
alment.
Sambært lýsingini skal stjórin í Vága
Floghavn hava beinleiðis tilvísing til nevndina
og hevur tískil stóra ávirkan á, hvussu bygnaður
og rakstur í felagnum verða skipað.
Stjórin skal, saman við nevnd og
starvsfólkum, tryggja
góðu gongdina hjá
Vága Floghavn.
Umsóknarfreistin
til stjórastarvið er 1.
februar 2018
Stjóralønirnar eru alt alt ov høgar
Søkja nú eftir
nýggjum stjóra
Vága floghavn
Les eisini blaðið
á telefonini
Larus uttan fusk
Høgni Djurhuus
baksíðan
Jóhanna á
Skipanesi vildi
sleppa út í heim
Siðsøga síða 26-29
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Rune Nolsøe
Í faldara frá Føroya Arbeiðarafelag (FA) sum
bleiv sent út í húsini næstseinastu viku stóð
nakað um trygging av limun felagsins.
FA skrivar at limir skulu gjalda 1,5% av
bruttoinntøkuni fyri at verða við í hesi
trygging.
Tað er skjótt at roknað út eitt ársgjald um
vit takað støðið í eini 40 tíma viku til vanliga
tímaløn. Her er ikki innroknað yvirtíð, bon
us, anciennitet ella aðrar ágóðar sum náttúr
liga nokk viðføra ein tilsvarðandi hægri
kostnað fyri tann einkulta limin.
Eg havi so sjekka hvat fakfelagslimer í
Danmark, sum vit altíð sammeta okkum við,
gjalda til síni fakfeløg.
FA :
Tímaløn í kr.
125,69
Vikutímatal :
40
Vikur pr. ár :
52
Gjald í %:
1,5
Ársgjald í kr.:
3.921,53
Síggja vit hvussu donsku fakfeløgini
bjóða út trygging so eru gjøldini fylgjandi,
3F :
Mánaðargjald í kr.:
41,50
Mánaðar pr. ár :
12
Ársgjald í kr.:
498,-
Det Faglige Hus :
Mánaðatgjald í kr.:
30,-
Mánaðar pr. ár :
12
Ársgjald í kr.:
360
Hettar gevur ein mun uppá kr. 3.492,53.
Hettar er roknað uppá eitt meðaltal fyri DK.
Verða ágóðar sosum hægri tímasatsur,
yvirtíð v. m. innrokna so verður trygging
argjaldið tilsvarandi hægri, og kann lættliga
koma upp á bæði kr. 5.000,- og kr.6.000,- pr. ár.
Tað er ringt at skilja hví føroyskir arbeið
arar skulu gjalda so nógv meira enn danskir
arbeiðarar fyri at verða í eini trygging.
FA skildar at útgreina hví tað er so dýrt at
tryggja føroyskar arbeiðarar.
Trygging til limir í
Føroya Arbeiðarafelag
savnsmynd