hósdagur 4. januar 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018
SOSIALURIN 143
3
Vit leita eftir einum
liðleiðara
Søkt verður hervið eftir stjóra
til P/F Vága Floghavn. Vit leita
eftir einum liðleiðara við góðum
samstarvsevnum at standa á odda
fyri framhaldandi menning av
felagnum. Stjórin í Vága Floghavn
hevur beinleiðis tilvísing til
nevndina og hevur tískil stóra
ávirkan á, hvussu bygnaður og
rakstur í felagnum verða skipað.
Stjórin skal, saman við nevnd
og starvsfólkum, tryggja góðu
gongdina hjá Vága Floghavn.
Um Vága Floghavn
Tað eru gott og væl 10 ár síðani,
at flogvøllurin varð yvirtikin frá
dønum, og Vága Floghavn varð
stovnað - at eiga og reka flogvøllin.
Hóast eina lítla afturgongd, tá
fíggjarkreppan rakti í 2009 og
2010, so hevur ein støðugur
vøkstur verið í virkseminum
á flogvøllinum hesi 10 árini.
Ferðafólkatalið fór fyri fyrstu
ferð uppum 300.000 ferðandi í
oktober 2017 - og við ársenda var
ferðafólkatalið 341.388.
Seinastu árini er vøllurin longdur
úr 1250 m til 1799 m, og nýggj
farstøð er bygd. Vága Floghavn
avgjørdi í 2016 at fara undir at
víðka um parkerings økið, og í
oktober 2017 var parkeringsøkið
liðugt. Talið á parkeringsplássum er
økt úr 350 til 850 parkeringspláss.
Á vári 2018 verða lonir gjørdar
á parkeringsplássinum, soleiðis
at viðskiftafólk kunnu ganga turr
til og frá farstøðini. Ætlanin er, at
lonirnar skulu vera lidnar í juni
2018.
Umsókn
Umsókn, við prógvum, c.v. og
øðrum viðkomandi skjølum, skal
sendast til:
Vága Floghavn
F0-380 Sørvágur
Att: Randi Niclassen
ella rani@floghavn.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi
í seinasta lagi 1. februar 2018.
Um tú hevur áhuga í starvinum, ber
til at ringja til Kitty May Ellefsen,
nevndarforkvinnu, á telefon
500500.
sansir.fo