Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 2 4 Matstovu­ tilboð­ini í høvuðsstaðnum økjast T rý nýggj feløg vórðu stovnað í síðstu viku. Tvey teirra fara at reka matstovuvirksemi í Havn­ ini, meðan tað triðja fer at ar­ beiða innan fiskivinnu á Eiði. Tað boðar Busi­ness-Line frá. Smápartafeløgini Siv og Skeipa eru nýggjastu nøvnini á matstovukortinum í Havn. Tað eru fólkini aftan fyri Smakka, matstovuna í Norðurlandahúsinum, sum hava stovnað Siv, sum fer at reka matstovuvirksemi og skeiðsvirksemi innan mat-, heilsu- og ferðavinnu. Skeipa er navnið á nýggja smá­parta­ felagnum hjá kokkinum Leif Sørensen. Sambært skrásetingini skal felagið eiga og reka matstovu, matframleiðslu og vist­veiting. Hann hevur stovnað felagið sam­an við Bjarna Joensen og Leivi Dalsgarð. Triðja felagið er smápartafelagið Mót, sum Jógvan í Skorini og Heini Martin Jørðdal Niclasen hava stovnað. Tað felagið skal fáast við keyp, sølu og fiskivinnu.  Vikan ið fór Sæð á Facebook: Stuttligt sum jørðin er býtt sundur í tíðarsonir. Australia var í 2018 meðan Evropa var í 2017 í eini 10-12 tímar - og í Klaksvík eru tey enn í 1950. Mikudagin fóru áleið 100 pedagogar aftrat í verkfall. Bjørn á Heygum, sakførari heldur, at tað er ólógligt at rinda løn til fólk í verkfalli. Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum og sakførari hennara hava nú sent kæru til Mentamálaráðið um uppsøgnina. Tey privatu rinda ikki løn undir verkfalli. Tað staðfesta bæði Vinnuhúsið og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Nógvir rúsevnisbrúkarar eru í Føroya rætti hesa vikuna. Ein kommunulækni varð álopin í viðtaluni stutt fyri nýggjár. Hóast hann er skakaður av tilburðinum, ynskir hann ikki at melda mannin. Verkfall MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt undirskriftir vóru á mótmælisskrivinum, sum varð handað Anniku Olsen á Tinghúsvøllinum mikudagin. 1400 Pedagogarnir hava verið í verkfalli og verkbanni í ein lítlan mánað ella so, men hesa vikuna er verkfallið hert til at umfata allar pedagogar í starvi hjá Sernámi eisini. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Sólglottar og okkurt kava- ella vátaslettingsæl fyrrapartin. Hitin um dagin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig. 10-15 m/s 8-13 m/s 7-13 m/s Um orðið sigur Sprotin verkfall h10 tað at arbeiðsfólk í felag leggur niður arbeiði sum mótmæli (serst. móti arbeiðs- og lønarviðurskiftum), streika 1, fara í verkfall; vera í verkfalli Mítt nýggjárslyfti: Fari at BRÚKA brillur dagliga, og minnast til ALTÍÐ at bukka um endan á klisturrulluni Visti tú? at Frelsunar Herurin hevur keypt enn eitt hús til búfelagsskap? LEYGARDAGIN FRÍGGJADAGIN SUNNUDAGIN Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum eitt bil makar og seinni lækkar í útsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt og hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum um náttina hækkar í ein útnyrðing og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Eitt skifti regn ella vátaslettingur. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig, norðanfyri eitt sindur kaldari. Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum seinnapartin lækkar í útsynning. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin millum 2 og 7 stig. Um kvøldið lækkar hann í ein sunnan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt og hitin millum 2 og 7 stig.