Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 143 5 BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO S íðst í november í ár skriv­ aði Viku­skiftis­Sosial­ ur­in eitt stórt tema út frá klag­um, sum send­ ar vórðu úr Kringvarpinum til Kring­varpsstýrið, har ónøgdin við Johnny í Grótinum, stjóra, var høvuðs­evnið. Hesi skjøl hava síðani elvt til, at Liljan Weihe, tíðinda­leiðari, er søgd úr starvi. Tí eina viku eftir nevndu út­ gávu av VikuskiftisSosialinum, fekk Liljan Weihe ætlanarskriv um upp­søgn, og eftir 14 daga hoyr­ings­ freist staðfesti kring­varps­stjór­in uppsøgnina. Høvuðsorsøkirnar fyri, at Johnny í Grótinum valdi at senda Lilj­una Weihe til hús er, at stjórin held­ur skjølini innihalda prógv um illoyalitet og ósannindi móti stjór­anum. Somuleiðis heldur Johnny í Grótinum, at Liljan Weihe beinleiðis ella óbeinleiðis hev­ur latið Sosialinum nevndu skjøl. Tað eru nógvir smálutir í hes­um málinum. Bæði innihaldið í nevndu skjølum, klagur hjá øðrum journal­istum til stýrið um støðuna í Kringvarpinum og nógv annað. Tað nýggjasta í málinum er tó, at sakførarin hjá Liljuni Weihe hevur sent kæru til Mentamálaráðið, har hann heitir á ráðið um at seta Liljan Weihe aftur í starvið sum tíð­indaleiðari og um at lata vera við at seta nakran annan í tíð­ inda­leiðarasessin, meðan kæran verð­ur viðgjørt. Tí skuldi Liljan Weihe fingið viðhald, so er skaðin tó kortini hendur, um hon ikki slepp­ur aftur til arbeiðis, heldur sak­førarin. Í kæruni til Mentamálaráðið skriv­ar Sigmund Poulsen soleiðis: - Sum advokatur fyri Liljuna Weihe skal eg við hesum vís­andi til § 23 í løgtingslóg um kring­ varp kæra Kringvarp Føroya fyri lands­stýris­manninum í menta­ mál­um ósakliga og fyrisit­ing­arliga mangulfulla avgerð um upp­søgn, smb. uppsagnarskriv 21. des­ember 2017. Sum stuðul undir pá­hald­um mínum, vísi eg fyrst og fremst til tað, sum eg føri fram í hoyr­ings­ svar­inum (skjalamappa 2), her­und­ ir serliga: • at LW ikki hevur borið stýris­ for­manninum ósannar ákær­ ur og skuldsetingar um kring­ varps­stjóran • at LW ikki hevur borið Sosial­ inum hesar somu upplýsingar • at óansæð faktum hesum við­ víkjandi er uppsøgn eitt fyri­ sitinarliga óproportionalt stig at taka í føri sum hesum Út frá viðhefta tilfari geri eg eisini galdandi: • at kringvarpsstjórin hevur gjørt avtalu við TAKS-stjóran • at LW í hvussu er hevði allar góðar grundir til at halda at so var • at kringvarpsstjórin hevði gegnis­trupulleikar, sum ikki loyvdu honum so int­ens­iva uppíblanding í tíðinda­flutn­ ingin um skattamálið hjá EIK • at tað kann ikki ganga út yvir LW, hvussu Sosialurin fær fat­ ur á tilfari, og hvussu tað verð­ ur sett upp Vilja einki siga Sosialurin hevur roynt at fingið sam­røðu bæði við Johnny í Grót­in­ um og við Rúna Heinesen, formann fyri Kringvarpsstýrið, men hvørgin teirra vil siga nakað um málið. Millum jól og nýggjár sendi Sig­mund Poulsen, sakførari, eitt skriv til Mentamálaráðið, har hann heitti á ráðið um at blanda seg upp í í Kringvarpinum á tann hátt, at eingin nýggjur tíðindaleiðari varð settur fyrr enn kæran til Menta­ mála­ráðið varð endaliga avgreidd. Hendan fyrispurningin hev­ur Mentamálaráðið sent til Kring­ varps­stýrið til hoyringar. Sum skilst hava Kringvarpsstýrið og Kring­varpsstjórin svara aftur og sagt, at teir ikki síggja orsøk til at bíða við at seta nýggjan tíðinda­ leið­ara. Hósdagin lat sakførarin hjá Liljuni Weihe eina kæru til Mentamálaráðið, har hann heitir á ráðið um taka uppsøgnina aftur, seta Liljan Weihe aftur í starv sum tíðindaleiðari og somuleiðis at lata vera við at seta nakran annan tíðindaleiðara, fyrr enn kæran er endaliga avgreidd. KVF orrustan - NÚ SKAL RIGMOR DAM TAKA STØÐU TIL UPPSØGNINA