Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 2 6 PERSÓNSØGA DANJAL AV RANA Á ovastu hædd í gamla Landsbankabygn­ing­ in­um Yviri við Strond hitta vit Høgna Hoydal. Her hevur hann havt tilhald mest sum alt døgnið, meðan hann hev­ ur arbeitt við nógv umrøddu fiski­ vinnunýskipanini. Eftir sera drúgva viðgerð og fleiri umgangir í tinginum, bleiv hon beint undan jólum samtykt við 18 atkvøðum fyri og 15 ímóti. Síðani hevur umsitingin ar­beitt mest sum út í eitt fyri at fáa kunn­ gerðir lýstar og øll onnur við­ur­ skifti upp á pláss. Familjan hevur lyft meg Stríðið seinastu tíðina hevur merkt Høgna Hoydal, bæði í sinn og skinn. - Hildur viðmerkti nú á jólum, at eg var klænkaður aftur. Tað fekk eg so sjón fyri søgn, tá eg fór upp á vektina, eg eri lætnaður 10 kilo seinastu tíðina, greiðir hann frá. - Stríðið hevur verið hart. Eg havi til tíðir verið niðri í djúpum gjáum, tá harðast hevur leikað á. Tá havi eg leitað mær orku hjá familjuni og politiska baklandinum, í vissuni um, at hetta hevur verið eitt felags mál, at onnur hava sett sítt álit á, at vit fóru at fremja hetta í verki, sigur hann. Hann er tó greiður yvir, at tað ikki einans er hann, sum hevur havt toyggið stríð av hesum. - Eg havi støðugt ringa sam­ vitsku og ampa av, hvussu nógv trýst eg havi lagt á egið bakland og ikki minst starvsfólkini her í Fiski­ málaráðnum. Tey hava arbeitt sera hart bæði árini, eg havi sitið sum landsstýrismaður og kanska ong­ antíð harðari enn nú seinastu dag­ arnar undan jólum og millum jól og nýttár, tá kunngerðir, loyvir og fyriskipanir skuldu fáast upp á pláss áðrenn 1. Januar, greiðir hann frá. Tá atkvøðugreiðslan til triðju við­gerð nærkaðist hetta týs­ kvøldið í desembur, byrjaðu á­hoyr­ araplássini at fyllast. Hild­ur, kona hansara, hevði verið har megin­ partin av degnum, men nú løgdust tey afturat, syst­irin, vin­fólk, dótt­ irin og lítli abba­sonurin. - Eg bleiv sera rørdur av stuðl­in­ um, sum eg fekk undir triðju við­ gerð. Tað er altíð tað, sum ber, tá tú ert longst niðri. Eg eri heppin at hava fólk rundan um meg, sum hava drigið meg upp aftur, tá eg havi verið niðri í djúpastu gjáum. Tey hava lyft meg upp, tá tað hevur sæð svartast út. Bæði familjan, vin­fólk og politisku floksfelagar eiga sín part í hesum, sigur hann. - Eg iðri meg um, at eg ikki havi megnað at vera líka aktivur í sam­ skifti við onnnur sum áður. Til dømis havi eg nærum ikki verið á Face­book seinastu árini og har liggja allarhelst túsundtals ósvar­ aði boð og bíða í boðklivanum. Eg havi ikki megnað at samskift nógv væl við fólk, so eg má nýta hetta høvi at traðka fram og geva viður­ kenn­ing til tey, sum hava bygt EG HAVI VER DJÚPUM GJÁU - Eg eri heppin at hava fólk rundan um meg, sum hava drigið meg upp aftur, tá eg havi verið niðri í djúpastu gjáum. Tey hava lyft meg upp, tá tað hevur sæð svartast út, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Tað fekk eg so sjón fyri søgn, tá eg fór upp á vektina, eg eri lætnaður 10 kilo seinastu tíðina