Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 143 7 hetta saman við mær, sigur Høgni Hoydal. Nú skal karmurin fyllast Stríðið er tó ikki av, sambært fiski­ mál­a­ráðharranum. - Stríðið er ikki vunnið enn, tó at truplasti parturin, lógararbeiðið, nú er avgreitt. Nú stendur eftir at seta tað í verk, sum lóggávan legg­ ur lunnar undir, sigur Høgni Hoy­ dal. Hann er sera errin av samtyktini, hóast uppskotið ikki heilt bleiv sum ætlað, og hóast honum ikki eydnaðist at fáa tað breiðu semj­ una, sum hann vónaði. Hann vónar tó, at hetta fer at koma, tá lóggávan hevur virkað í eina tíð. - Nú hava vit laðað grundina, veggirnir eru reistir og tekjan løgd á, men nú skulu vit innrætta húsini. Nú skal fiskivinnunýskipanin fáa sítt lív í verki, gjøgnum ítøkiligar avgerðir, gjøgnum kunngerðir og fyrisitingina, sigur hann. Hann greiðir frá, at enn er nógv at gera, nú fiskivinnunýskipanin skal skipast í vekri. - Vit skulu gera eina skipan til at fyrisita okkara egnu botn­fiska­ stovnar burðardygt, í eini samlaðari kvotu- og fiskidagaskipan. Hetta skal leggjast fyri tingið. - Vit skulu tryggja, at fiskivinnan er føroysk úr enda í annan. Eitt er at ræði og ognarskapurin er Føroya fólks, men tað skulu eisini vera før­ oysk feløg, sum sleppa at troyta stovn­in, umframt at virðisøkingin skal vera í Føroyum og eftir før­ oysk­um sáttmálum, sigur hann og greið­ir frá, at hetta kemur ikki av sær sjálvum. - Tað triðja er at skipa at­gongd­ ina til at fiska, gjøgnum til­feingis­ gjald, uppboðssøluna og menn­ ing­arkvoturnar. Veiðu­gjalds­lógin liggur eisini framvegis í tinginum, sig­ur Høgni Hoydal. Umframt alt hetta eru tað stranda­samráðingar og samráð­ing­ ar við Bretland viðvíkjandi Brexit. - Her er talan bæði um tví­landa­ avtalu og avtalur í samband við at Bretland nú gerst nýtt stranda­land í samráðingunum um fiska­stovn­ ar­nar. Veiðiloyvini skulu ikki vera handils­vøra Hóast tað kanska mest eru seinastu tvey-trý árini, at nógv prát hevur verið um fiski­vinnu­ný­ skip­anina, so sigur Høgni Hoydal, at tað var longu um aldarskiftið, at hann skilti, at tørvur var á eini nýggjari fiskivinnulóggávu. Føroyska fiskivinnan var heilt annarleiðis tá. Fiskiskapurin eftir botnfiski var vaksandi og nógv virksemi var um alt landið. - Tá sóu vit brádliga fyrstu døm­ ini um, at veiðiloyvi vóru blivin handils­vøra. Aktørar, sum vóru á veg út úr vinnuni seldu loyvini til onn­ur, og peningurin fór í privatar lumm­ar. Hetta vóru fyrstu dømini um eina greiða kapitalisering av tí, sum vit mettu vera ogn Føroya fólks, sigur hann. Komandi árini legði Tjóð­veldis­ flokkurin so fram fleiri uppskot um at skipa fiskivinnuna á annan hátt, millum annað at bjóða atgongdina til fiskatilfeingi fram á einum marknaði. Eitt annað uppskot var sonevnda tilfeingisbúðin. Bjørn Kalsø gav møguleikan Í 2007 stóð so fyrsta stóra slagið í hes­um umfarinum. - Bjørn Kalsø kemur við einum upp­skotið um nakrar broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum eftir okkara tykki merkir, at loyv­ini skulu galda í 10 ár, men so blíva longd sjálvvirkandi í fimm ár, í allar ævir, um loyvishavarin fram­ vegis lýkur treytirnar. Hetta mettu vit var ein endalig privatisering av fiskivinnuni, sum vit ikki kundu góðtaka, greiðir Høgni Hoydal frá. - Millum aðru og triðju við­ gerð bleiv orðingin so broytt, so at tað stóð at loyvini kundu leingj­ ast. Avleiðingin av hesum var so, at loyvini í veruleikanum blivu uppsøgd við 10 ára varsil, og var tað hetta, sum lat upp fyri møgu­ leik­anum at gera eina veruliga ný­ skip­an, sigur hann. - Síðani 2007 hava tí allir flokkar tosa um, at tørvur er á eini nýggjari lóggávu, men tað hevur so ikki eydn­ast at finna eina semju fyrr enn nú, nærmast í yvirtíðini, sigur fiski­málaráðharrin. Hugsa dygd heldur enn nøgd Enn valdar nakað av óvissu um, júst hvørjar avleiðingarnar av fiski­ vinnu­nýskipanini verða, og hvussu føroyska fiskivinnan fer at síggja út framyvir. Høgni Hoydal sigur, at hann er sera spentur upp á at sleppa at seta í verk møguleikarnar, sum eru í nýggju skipanini. Serliga er tað møguleikarnar í virðisøking, sum hann sær ljóst upp á. - Vit eru uttan iva tann tjóðin, sum hevur ræðið á og er vælsignað við mest livandi tilfeingi fyri hvønn íbúgva yvirhøvur. Hetta kann gerast grundarlagið undir ein­um ríkum og framkomnum sam­felag í Norðuratlantshavi, men so má virðið av tilfeinginum koma fólk­inum til góðar fyrst og síðani vinn­uni, heldur hann. - Vit mugu fáa meiri burtur úr hvørjum kilo, sum vit fiska. Kvot­ ur­nar kunnu ikki halda á at veksa. Tí verður neyðugt hjá okkum at hugsa meiri um dygd heldur enn nøgd. Eg havi fult álit á vinnuni, at hon fer at megnað at laga seg til nýggju umstøðurnar, sigur hann. - Tað verður heilt víst framvegis nógv stríð fyrstu tíðina. Uttan iva kemur okkurt afturstig, nú skipanin skal roynast í verki, men so mugu vit rætta upp á tað. Eg vænti tó, at tíðin fer at vísa, at hetta var rætta avgerðin at taka, sig­ur Høgni Hoydal. RIÐ Í UM Hetta mettu vit var ein endalig privatisering av fiskivinnuni, sum vit ikki kundu góðtaka Eg vænti tó, at tíðin fer at vísa, at hetta var rætta avgerðin Framhald á síðu 8 Høgni Karsten Hoydal f. 28. mars 1966 Býr saman við Hildur Hermansen Tey eiga trý børn saman Valdur í Løgtingið í 1998 við 1562 atkvøðum Formaður í Tjóðveldi síðani 2000 Landsstýrismaður í fullveldismálum, rættarmálum og norðurlandamálum frá 1998 til 2003 Landsstýrismaður í uttanríkismálum í 2008 Valdur í Fólkating fyrstu ferð í 2001 við 2640 atkvøðum Fólkatingslimur frá 2001 til 2011 og frá 2015 til 2017