Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 2 8 DANJAL AV RANA Í vár eru 20 ár síðani Høgni Hoydal varð valdur inn á løgting fyrstu ferð. Hann er tí ein av okkara longst sitandi politikkarum. Einans Ed­ mund Joensen, Jørgen Niclasen, Jógv­an á Lakjuni, Henrik Old, Jenis av Rana og Poul Michelsen hava sitið longri í tingi ella lands­ stýri enn hann. - Eg hevði ikki væntað, at eg fór at verða so leingi í politikki, tá eg við iva og bivan stillaðu upp í 1998, men nú 20 ár seinni havi eg fleiri ting at hyggja aftur á, sum eg eri glaður um, sigur hann og nevnir fullveldissamráðingarnar og -samgonguna um aldar­skiftið, ráð­harratíðina fyrst í full­veldis­ mál­um, síðani uttan­ríkis­málum og nú fiski­vinnu­mál­um. - Eg havi havt tað gleði at ar­beitt við fleiri stórum mál­um, sum hava verið til frama fyri alt fólkið. Heilt ítøliliga kann eg nevna grund­ lógararbeiðið, sum vónandi verður borið á mál í vár, hjúnabandslógina, sum bleiv samtykt í fjør og so sjálvandi fiskivinnunýskipanina, sigur hann. Fekk ein hvøkk í 2015 Enn hevur hann ikki hugsað um, hvørt tíðin er farin at lækka móti end­anum, men undan valinum í 2015 fekk hann ein hvøkk. - Ja, í valstríðnum á heysti 2015 fekk ein ein tilburð, har eg misti balans­una og tað øraði eitt sind­ ur fyri mær. Eg bleiv inn­lagdur og fekk við­gerð, men tað bleiv ong­an­ tíð stað­fest, hvat tað var, greiðir hann frá. Hann fekk fyri­byrgj­andi við­ gerð, um tað nú skuldi verið okkurt í heilanum, sum kundi hótta við at koma aftur. - Eg kom tó ígjøgnum hetta, men tað fekk meg eft­ir valið at ivast í, um eg skuldi átaka mær ábyrgd­ ina sum lands­stýris­maður, sum stóð mær í boðið. Síðani við­gerð­ina havi eg tó ong­an­tíð merkt nakað til tað aft­ur, hó­ast eg havi verið í støð­um, sum vóru upp­aftur sperd­ari, sig­ur Høgni Hoy­ dal. - Orkan er tó ikki tann sama long­ur, men tað kann eis­ini vera, tí eg livi so ómeta­liga ósunt. Eg eti lítið, gangi heil­ar dag­ar utt­an mat­ ar­tugg­an, røri meg lítið og royki ov nógv. Men eg eri varin og spyrji bæði lik­am og sál, um vit nú eru um at fara ov langt, men sum sagt, so havi eg ong­an­tíð merkt nakað til trup­ul­leik­an aftur. Frælsið er vitin - Tað er hug­sjónin, sum drívur meg. Eg eri í pol­itikki, tí eg ynski ein­ar frælsar og sjálv­støð­ug­ar Før­oyar, við einum frælsum fólki. Tað er vitin, sum eg miði móti, eisini í ar­ beið­inum við fiski­vinnu­ ný­skip­an­ini, greiðir hann frá. - Eg síggi ein góðan møgu­leika fyri, at hendan tjóðin kann standa á egnum beinum og skapa eitt var­andi grundarlag fyri at lív og mentan verða skapt her. Tað drive’ið, tann hugsjónarligi eldurin er ongantíð køvdur, hóast eg onk­un­tíð var í so djúpum gjáum, á so djúp­um vatni, at eg hevði ringt við at síggja ljósið fyri endan á gjánni ella halda høvdinum yvir vatn­skorp­uni. PERSÓNSØGA Síðani viðgerðina havi eg tó ongantíð merkt nakað til tað aftur, hóast eg havi verið í støðum, sum vóru uppaftur sperdari The grand old man Fekk ein hvøkk í 2015 - Ja, í valstríðnum á heysti 2015 fekk eg ein tilburð, har eg misti balans­una og tað øraði eitt sind­ur fyri mær. Eg bleiv inn­lagdur og fekk við­gerð, men tað bleiv ong­an­tíð stað­ fest, hvat tað var, greiðir Høgni Hoydal frá. - Eg síggi ein góðan møguleika fyri, at hendan tjóðin kann standa á egnum beinum og skapa eitt var­andi grundarlag fyri at lív og mentan verða skapt her.