Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 2 10 Vandamikið fýrverk EYÐUN KLAKSTEIN L ógarverkið, sum skipar inn­flutn­ing og brúk av fýrverki, er gamalt og lutvist afturúrsiglt, og í fleiri førum hava nýggjar sið­venjur tikið seg upp, sum myndug­leikar, innflytarar og sølur av fýrverki halda seg til. Løgtingslógin um fýrverk er frá mai mánaði 1969. Hon setur yvirskipaðu karmarnar fyri innflutning og nýtslu av fýr­verki. Lógin ásetur millum annað, at serligt loyvi skal til fyri at inn­ flyta fyrverk, og løgreglan skal lata loyvi til brúk av fýrverki. Lógin ásetur eisini aldursmark á 18 ár fyri at keypa fýrverk. Løgtingslógin gevur lands­ stýri­num møguleikan at áseta neyvari reglur um innflutning, nýtslu og eftirlit í serstakari kunn­gerð. Í september mánaði í 1969 var kunngerð um fýrverk lýst, og hendan kunngerðin er framvegis í gildi. Kunngerðin byggir á fýr­ verks­lógina frá 1969 og lóg um spreingi­evni frá 1912. Kunngerðin hevur nakrar neyvari ásetingar um loyvd fýr­ verks­sløg, merking, goymslu, sølu og nýtslu av fýrverki, men skjótt er staðfesta, at talan er um gamla lóg, sum er ótíðar­ hósk­andi, óneyv og ikki verður hild­in til fulnar. Millum annað verður í kunngerðini ásett, at fýr­verk skal ikki geva frá sær reytt ella apelsinlitt ljós, tí tað kann blandast við neyðljós, og gamla­árskvøld er eyðsýnt, at tann ásetingin ikki verður hildin. So­ leið­is er eisini við øðrum áseting­ um, har nýggjar siðvenjur við tíð­ ini hava tikið seg upp. Innflutningur av fýrverki skal hava serligt loyvi frá fútanum. Van­liga verður hetta gjørt við at senda umsókn við faktura av vøru­sendingini til løgregluna, sum síðani váttar, at fyritøkan kann innflyta fýrverkið. Fyri­ tøk­an váttar eisini, at hon hevu­r ábyrgdina av, at fýrverkið heldur galdandi lóg. Tá ið hetta loyv­ið fyri­liggur, kann vøran toll­av­ greiðast og koma til landið. Millum fimm og tíggju feløg inn­flyta vanliga alt fýrverkið, sum kemur til Føroya, og hes­ir inn­flytarar selja sjálvir fýr­verk og lata til dømis ítróttar­felags­ skap­um og øðrum fýrverk at selja í sølubúðum kring landið. Løg­reglan og brunamyndugleikar gera nógv burtur úr at kanna sølu­ støð­ini, so at tey halda neyðugu krøv­ini. Danska reglur hjálpa Mesta av fýrverkinum, sum verður innflutt til Føroya, kemur frá donskum veitarum, og har eru nógvar dagføringar gjørdar av lógum og kunngerðum, og neyvar ásetingar eru um fýr­ verks­sløg, sølu, brúk og annað. Á ein hátt kann sigast, at hetta er ein fyrimunur fyri Føroyar, sum hava eitt afturúrsiglt lógar­verk, tí tey neyvaru donsku krøv­ini eru gald­andi fyri nógv av fýr­verki­ num, sum kemur til Føroya. Í nøkrum førum kann tað vera ein vansi, at krøvini verða herd í Danmark, tí vandi er fyri, at restfýrverk, sum ikki kann seljast í Danmark av herdum krøv­um, endar í Føroyum, tí her eru ikki somu krøv. Til dømis skuldi alt fýrverk, sum varð selt í Dan­mark upp undir ársskiftið hesa­ferð, hava sonevnt CE merki. CE- merking er ein góðsku og trygdar­ skipan, har framleiðarar vátta, at teirra vørur lúka øll ES-lógarkrøv á økinum. Um danskar heilsølur lógu inni við fýrverki, sum ikki hevur CE-merking, bar til at selja hetta fýrverkið til Føroya. Løgreglan ella tollvald gera van­liga ikki nakrar kanningar av fýrverki, sum verður innflutt. Van­liga er fakturan grundarlag fyri útskriving av loyvum og innflutninginum. Hetta merk­ir, at stór ábyrgd liggur á inn­flytar­ un­um um at tryggja sær, at fýr­ verkið, sum kemur til land­ið, hevur góða góðsku og til dømis ikki er ov gamalt. Her ræður eitt á­litis­forhold millum myndug­ leikar og innflytarar. Ein onnur avbjóðing við fýr­ verki í Føroyum er, at sera stórt av­gjald er á fýrverki. Punktgjaldið er hundrað prosent, og afturat tí kann koma GATT-tollur, umframt at mvg eisini skal leggjast omaná. Hetta ger fýrverk sera dýrt, og ein avleiðing av tí kann verða, at partur av innflutninginum verður bíligari og dygdarminni fýrverk, sum kann halda ein lágan prís. Hin­vegin kann dýrari fýrverk skapa lutvíst størri vinning til inn­flytarar og sølur. Sterkari fýrverk Samstundis sum reglurnar um fýr­verk verða herdar aðrastaðni, er eitt ávíst rak í Føroyum, at privat­fólk brúka sterkari fýrverk. Fýrverk verður býtt upp í bólkar, og privatfólk brúka vanliga kon­ sum­fýrverk, men krøvini um, hvussu nógv krút kann verða í hes­um fýrverki, eru herd í eitt nú Dan­mark, og tí fáa fólk størri hug at skjóta professionelt fýrverk, sum er sterkari – til dømis stór fýr­verks­battarí. Sosialurin hevur tosað við fólk, sum kenna til fýrverksmarknaðin, og har verður mett, at alt meira pro­fessionelt fýrverk verður brúkt av privatfólki. Her liggur ein ávísur van­di, tí munur er í fleiri før­um á kon­sum­ fýrverki og pro­fessionell­um fýr­ verki, sum van­liga verður skotið av fólki við út­búgv­ing. Sonevndu krysantemum­ bumbur­nar, sum verða skotnar upp í luftina og geva ein sterkan brest og nógv ljós, hava til dømis í nógvum førum skjóttbrennandi fjús, sum er gjørt til elektroniska tendr­ing við fjarstýring ella í kombina­tión við seintbrennandi fjús. Skjóttbrennandi fjúsið bren­ n­ur upp í 200 metrar um sekund­ ið, og tá ið roynt verður at seta eld í hetta fjús við tendrara, gongur av við brestin, og tá kann skaði spyrjast burturúr – í útlondum eru dømi um fólk, sum eru deyð av sterk­um krysantemumbumbum. Strangari lógir Fýrverk er festligt til hátíðarløtur, men tað er eisini vandamikið. Sjálvt lógligt og gott fýrverk kann verða vandamikið, fyri ikki at tala um gamalt ella vánaligt fýrverk, og tað ræður um at handfara fýr­verk rætt og tryggja seg við frá­støðu og vernd. Á hvørjum ári frættist um smærri og størri skað­ar orsaka av fýrverki, og í blað­num hesaferð tosa vit við nøk­ur av teimum, sum hava fing­ið skaða. Mett verður, at upp ímóti helvtin av teimum, sum fáa skað­ ar av fýrverki, eru áskoðarar. Í Noregi og Finnlandi hava tey megnað at minka munandi um talið av fýrverksskaðum, og tað er gjørt við nýggjari og strangari reglum um nýtsluna. Í Noregi hava tey bannað vanligum rakett­ Fýrverksnýtslan í Føroyum er skipað við lóg og kunngerð frá sekstiárunum, sum í fleiri førum eru ótíðarhóskandi og ófullfíggjaðar. Tí byggir søla av fýrverki í stóran mun á eitt álit millum myndugleikar, føroyskar innflytarar og útlendskar veitarar FÝRVERKSLÓGIN ER AFTURÚRSIGLD TEMA: Vandamikið fýrverk Ongar ætlanir eru um at herða ella dagføra fýrverkslógina í Føroyum, sum er frá sekstiárunum