Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 2 11 um, tí tær verða hildnar at verða ov vandamiklar, og í 2019 setur Svøríki í gildi krav um skeið fyri at skjóta fýrverk. Noreg og Finnland hava í ár havt munandi færri eygnaskaðar í sambandi við fýrverk enn til dømis Danmark, har lógirnar ikki eru eins strangar. Ritzau skrivar, at í Noregi vóru 9 eygnaskaðar av fýr­verki á nýggjárinum, í Finn­ landi vóru 5, og í Danmark vóru 39. Nú verður róð fram und­ir, at fýrverksreglarnar í Dan­mark skulu herðast. For­maður­in í felagnum fyri dansk­ar eygna­ læknar og yvir­lækn­in á eygna­ deild­ini á Ríkis­sjúkra­húsi­num hava umvegis blaðið Jyllands- Posten heitt á myndug­leikarnar um at gera strangari reglur. Danski Javnaðar­flokkurin hevur boðað frá, at tey fara at taka málið upp við danska heilsu­málaráðharran í næst­um. Í Noregi mælir yvirlæknin á eygnadeildini á Haukeland Uni­ ver­si­tetshospital í Bergen til, at for­boð verður sett privatfólki at skjóta fýrverk. Henrik Old, lands­stýris­ maður, segði við Dag og Viku við ársenda, at ongar ætlanir eru um at dag­føra ella herða fýrverkslógina í Før­oy­um. FAKTA Innflutningur av fýrverki Ár Kilo 2000 34.691 2001 33.932 2002 41.662 2003 57.486 2004 58.562 2005 51.231 2006 33.416 2007 21.905 2008 58.451 2009 39.298 2010 24.607 2011 34.066 2012 15.912 2013 19.152 2014 23.729 2015 21.691 2016 47.068 2017 Uppgerð ikki endalig Kelda: Hagstova Føroya BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO E in av fyritøkunum, sum innflyta mest fýrverk á hvørjum ári, er Vøruhúsið, sum liggur á Sandvíkarhjalla. Petur Mouritsen, stjóri í Vøru­húsi­ num vil ikki siga júst hvussu nógv fýrverk kemur heim eftir hansara umbøn árliga, men hann váttar, at Vøruhúsið telist mill­um teir stóru innflytararnar innan fýrverk. Hóast nýggjár og fýrverk er rími­liga fjart frá huganum hjá teim­um flestu, nú tað næstan er eitt heilt ár til næstu ferð, so er tað ikki so hjá Peturi Mourit­sen. Tí í februar fara hann og útlendsku veitararnir hjá Vøruhúsinum út at leita sær eftir fýrverki. - Vit byrja tíðliga hvørt ár at finna fram til tað rætta fýrverki. Hetta eisini tí, at vit skulu søkja um loyvi hjá løgregluni at sleppa at innflyta fýrverki, og har skulu vit eisini býta tey ymisku sløgini sundur í ymiskar flokk­ar. Um tað er smákrút, battaríi og so framvegis, greiðir Petur Mouritsen frá. Tað kann lesast aðrastaðni á hesari síðuni, at føroyska lóg­gáv­an er munandi meira afturúrsigld enn tær norður­ lend­sku lóggávurnar, men stjór­in í Vøruhúsinum heldur, at tað í síðsta enda kemur inn­ flytarunum til góðar. - Sum minimum skulu vit lúka tær føroysku lógirnar á øki­num, men í og við, at okkara sam­starvspartnarar keypa tað sama sum vit og selja í Danmark og øðrum Norðurlondum, so lýk­ur okkara fýrverk eisini danska lóggávu, og tað er gott fyri okkum, sigur Petur Mourit­ sen. Stjórin í Vøruhúsinum ger greitt, at tey kýta seg at hava trygt fýrverk av góðari góðsku og somuleiðis at kunna kundar­ nar um vandan við fýrverki. - Øll tey, sum hava keypt fýr­ verk frá okkum, hava somuleiðis fing­ið ein faldara, har vit greiða frá atlitum ein skal taka, tá ið ein handfer fýrverk. Tí tað er ótrú­liga umráðandi at vera ansin, sigur Petur Mouritsen, sum staðfestir, at í hansara tíð í Vøruhúsinum veit hann ikki um nakran, sum er komin til skaðis av teirra fýrverki. Tá ið umræður eldri fýrverk – til dømis tað, sum leyp av í fjør – so eru aðrar reglur galdandi. Petur Mouritsen sigur, at fýr­ verk kann goymast í upp í eitt ár, um tað er eftir serligum for­ skriftum, og tað kemur fyri hjá Vøru­húsinum. - Hava vit illgruna um, at fýr­ verki, sum vit hava varð­veitt frá síðstu­árssølu ikki er hundrað pro­sent í lagi, so tveita vit tað burtur. Og tað fyrigongur so­ leiðis, at vit koyra tað á Brenni­ støðina. Síðani kemur Arktisk Kommando eftir tí og burtur­ beinir tað á ein tryggan hátt, sig­ur Petur Mouritsen. Stjórin í Vøruhúsinum: - VIT VILJA IKKI RISIKERA NAKAÐ - Saman við okkara útlendsku veitarum velja vit góðsku fýrverk, tí vit vilja snøgt sagt ikki risikera, at nakar kemur til skaðis av okkara fýrverki. Og tíbetur veit eg ikki um, at nakar er skaddur av vøru frá okkum, sigur Petur Mouritsen, stjóri í Vøruhúsinum