hósdagur 4. januar 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018
SOSIALURIN 2
12
Eg festi í rakettina, og flyti meg burtur frá henni, men onki
hendir. Eg fari tá aftur til rakettina, og skal festa í aftur, tá
rakettin eksploderar og fer í 1000 stykkir, sigur Tróndur Enni, sum
kvøldið fyri gamlaárskvøld fekk ógvusligan skaða, tá ein rakett
eksploderaði beint framman fyri honum, tá hann festi í hana
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
K
vøldið fyri gamlaárs
kvøld var tónleikarin
Tróndur Enni av Tvør
oyri á veg út í Klubban
at gera ljóðroynd, tí hann skuldi
spæla til dans har gamlaárskvøld.
Hann avgerð tá at royna eina av
rakettunum, sum hann hevði keypt
til nýggjárið. Hann fer omanum
húsini, tí hann vildi ikki festa í
rakettina á vegnum. Hetta var
ein av rakett í einum sokallaðum
juniorpakka, ið er ætlaður til ung
dóm. Rakettin, sum hevur skap av
einum grísi, sær spennandi, stuttlig
og óskyldig út, greiðir hann frá.
– Eg festi í rakettina, og flyti
meg burtur frá henni, men onki
hendir. Eg fari tá aftur til rakettina,
og skal festa í aftur, tá rakettin
eksploderar og fer í 1000 stykkir.
Tað var ein ræðuligur larmur á um
leið 140 desibel. Eg verði slongdur
afturav og missi við tað sama bæði
sjónina og hoyrnina og fekk skaða
á hondina. Eg síggi kortini okkurt
ljós hinumegin vegin og klári at
finna heim, sigur Tróndur Enni
um hendingina.
–140 desibel er ómetaliga hart.
Tá eyguni og hoyrnin lukka niður,
veit man, at talan er um eina kraft
iga eksplosión, staðfestir hann.
– Júst tá tað hendi, føldi eg onki,
og eg trúði, at eg hevði mist hond
ina og vorðin blindur, leggur hann
afturat.
Oyrini fingi skaða
Systur Trónd er heima, og hon
koyrir hann á Suðuroyar sjúkra
hús, har staðfest verður, at størsti
skaðin er í oyrunum.
– Læknin hyggur í oyrini og
sigur, at onnur ljóðhinnan er reyð,
og at eg havi sprongt hina ljóð
hinnuna, og tað var blóð runda
num, sigur hann.
–Tað er eitt øgiligt sjokk bæði
kroppsliga og sálarliga, tí hoyrnina
sært tú ikki, men tær tørvar hana,
og ert tú dulur, fært tú ikki fyglt
við. Man hevur ofta lyndi til at
flenna at tí at missa hoyrnina, og
tað er kanska tí, at man ikki sær
tað. Missir man eitt bein, er tað
onki at flenna at, sigur Tróndur
Enni.
Eisini hevur Tróndur sterkt
tinnitus í oyranum, og hann sigur,
at tað ljóðar júst sum tá eitt tok
bremsar. Óvist er, um hann tinni
tusið verður betri, ella um hann má
liva við tí restina av lívinum.
– Tað ljóðar sum jarn ímóti jarni,
staðfestir hann.
Tróndur var hjá oyralækna
í vikuni, og hann sigur, at hann
hevur verið sera heppin, tí holdið
í hoyranum er við at grøða aftur.
Hann er nú sjúkrameldaður í tvær
vikur, og hann hevur fingið boð um
at hvíla oyrað, og at halda seg frá
larmi. Hann hoyrir ikki tær høgu
bylgjurnar, og enn veit hann ikki,
um tað nakrantíð verður heilt
frískt.
Enn veit Tróndur ikki, um skað
in fer at ávirka lívsleið hansara
sum tónleikari, men hann følir
longu stór framstig, og hann vónar
inniliga, at hann kemur fyri seg
aftur.
–Man skal veruliga ansa sær við
fýrverki. Pakkarnir eru kraftigir,
og desibellini eru hørð av eini
spreinging, sigur hann til endans.
Vandamikið fýrverk
TEMA: Vandamikið fýrverk
Tað er eitt
øgiligt sjokk
bæði kroppsliga
og sálarliga, tí
hoyrnina sært tú
ikki, men tær tørvar
hana, og ert tú
dulur, fært tú ikki
fyglt við. Man hevur
ofta lyndi til at
flenna at tí at missa
hoyrnina, og tað er
kanska tí, at man
ikki sær tað. Missur
man eitt bein, er tað
onki at flenna at
Man skal veruliga
ansa sær við
fýrverki. Pakkarnir
eru kraftigir, og
desibellini eru hørð
av eini spreinging
Bæði
rakettin hjá
Tróndi og hjá
Sólarn eru
framleiddar
í 2013
SPRONGDI LJÓÐHINNUNA
AV ÓGVUSLIGARI EKSPLOSIÓN