Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 2 13 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO S ólarn Solmunde býr í Syðru­gøtu, men hann og familja hansara vóru á Tvør­oyri á jólum. Áðrenn tey fara norð at halda nýggjár, fer Sólarn at keypa fýrverk til familju­ na at skjóta gamlaárskvøld. Hann greiðir frá, at hann stendur við­ síðuna av Tróndi Enni, tá hann skal keypa. Hann hevði skund, og bað um ein barna ella familjupakka og fekk ein í hondina, sum hann skund­aði sær at rinda fyri, og síðani fór hann avstað. Gamlaárskvøld fara Sólarn og konan út saman við báðum børn­ unum at skjóta fýrverk, áðrenn børn­ini, sum enn eru smá, skulu í song. Sólarn hevði hoyrt um, at Tróndur Enni var meiðslaður á Tvøroyri av eini grísarakett. Tí var Sólarn serliga varin, og hevði latið seg í trygdarbrillur og oyrna­ vernd. Tey skutu ymiskt fýrverk, og í eskjuni lógu eisini tvær grísa­ rakettir, av sama slagi sum hon, ið Tróndur Enni hevði meiðsla seg av. Onn­ur teirra var uttan pinn. Eksplosiónin –Eg royndi kortini at taka eina uttan pinn, og eg hugsaði at festa í hana og so kasta hana frá mær við tað sama. Eg hevði eina siga­ rett í hondini, og so skjótt sum eg setti sigarettina ímóti fýsinum, eksplod­eraði rakettin við brestin, sigur hann. Bresturin var so ógvusligur at Sólarn, sum vigar á leið 90 kilo, varð siftur upp í luftina og lendi á búki­num. – Alt varð ljóst, og síðani varð alt svart. Eg lá har í kavanum og summ­aði meg. Eg hoyrdi, at konan og børnini róptu á meg, men tað rung­aði fyri oyrunum, sum hevði eg verið til eina rokk konsert. Eg føldi, at tað var okkurt við hondini, so eg stakk hana í kavan, har sum eg lá. Eg hevði ilt í hondini, og tá eg hugdi at henni, sá eg, at hon bløddi, og at tað var opið sár millum tummil­in og peikifingurin. Eisini var húð brend av aðra staðni á hond­ini, sigur hann. Stórur skelkur – Konan og børnini, sum stóðu tætt hjá tá tað hendi eru skelkaði. Ser­ liga er tað trý ára gamla dótturin, sum fekk ógvusligan skelk av at síggja pápa sín verða slongdan upp í luftina á handan hátt, sigur hann. Kona Sólarn ringdi til beiggja hans­ara, sum kom við tað sama. Hann koyrdi Sólarn til Klaksvíkar á skaðastovuna, sigur hann frá. –Tá var eg eitt sindur ússa­lig­ ur, men rímiliga væl fyri. Á skaða­ stovu­ni varð hondin reinsað og bund­ið varð um sárið. Læknin kundi onki seyma tá, tí vevnaðurin var deyður, og eg fekk tí boð um at koma aftur tveir dagar seinni, tá vevnaðurin hevði fingið tíð at koma fyri seg. Tá eg kom aftur á skaða­stovuna tveir dagar seinni, varð avgjørt ikki at seyma, og aftur varð bundið um sárið, sigur hann. Seinni hevði Sólarn nógva pínu í hondini og upp gjøgnum arm­in frá fallinum. Sólarn, sum ar­beiðir í handli, hevur síðani verið til arbeiðis, hóast hann ikki enn klárar at gera alt tað, sum hann van­liga ger. Heppin men ørkymlaður Hann stendur eftir við eini bland­ aðari kenslu av hepni og ør­kymlan. Læknin hevur sagt honum, at hann var heppin, at hann ikki misti hondina av spreingingini, men hann er eisini argur inn á mangl­andi eftirlit av fýrverki, sum verður selt í Føroyum. – Eg havi fleiri ferðir keypt fýr­ verk, sum er ov gamalt. Eg haldi heilt víst, at myndugleikarnir áttu at staði fyri sølu av fýrverki ella hert eftirlitið. Tað mugu set­ast treytir og reglugerðir fyri, hvat fýrverk kermur inn í landið, stað­ festir hann. – Var tað eitt 10 ára gamalt barn, sum festi í grísarakettina, so hevði tað kunnað endað heilt gal­ ið. Børnini keypa og skjóta fýr­verk í fleiri dagar fyri og eftir nýggj­ár, og ofta eru teir ikki sam­an við foreldrunum. Tað er ein spurn­ ingur um tíð, áðrenn ein stór van­ lukka hendir, staðfestir Sólarn Sol­ munde til endans. – Alt varð ljóst, og síðani varð alt svart. Eg lá har í kavanum og summaði meg. Eg hoyrdi, at konan og børnini róptu á meg, men tað rungaði fyri oyrunum, sum hevði eg verið til eina rokk konsert. Eg føldi, at tað var okkurt við hondini, so eg stakk hana í kavan, har sum eg lá, sigur Sólarn Solmunde, sum nýggjársaftan varð slongdur upp í luftina, tá ein rakett eksploderaði í hondini á honum RAKETTIN EKSPLODERAÐI Í HONDINI Eg havi fleiri ferðir keypt fýrverk, sum er ov gamalt. Eg haldi heilt víst, at myndugleikarnir áttu at staði fyri sølu av fýrverki ella hert eftirlitið. Tað mugu setast treytir og reglugerðir fyri, hvat fýrverk kermur inn í landið Konan og børnini, sum stóðu tætt hjá tá tað hendi eru skelkaði. Serliga er tað trý ára gamla dótturin, sum fekk ógvusligan skelk av at síggja pápa sín verða slongdan upp í luftina á handan hátt