Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 2 14 Vandamikið fýrverk TEMA: Vandamikið fýrverk ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO 3. januar 1980 spældi 13 ára gamli Hans Debes heima hjá ein­um vinmanni. Dagarnar framman­ undan høvdu teir fingist við at gera heima­gjørdar bumbur úr fýrverki, sum var eftir frá nýggjárinum. Teir høvdu gjørt nakrar rørbumbur bæði úr pappíri, ið varð klistrað saman og úr koparrøri við kruti úr bamsum, hanum og heksahyli. Rør­ið var síðani bukkað fyri, og eitt fjús varð sett í holið. Hetta nýggjárið var fyrstu ferð, teir royndu at gera bumbur, og tað var ógvuliga spennandi, tí vanliga fýrverkið, sum var til keyps tá, var ikki líka ógvusligt, sum tað er í dag, og rakettirnar vóru heldur ikki so stór­ar og ógvusligar, greiðir Hans Debes frá. Bumba brast í hondini Hendan dagin fyri 38 árum síðani gingu teir inn og út úr kjallarinum hjá vinmanninum og baksaðu við heimagjørdu bumburnar. Skúl­ in var ikki byrjaður aftur, og for­ eldrini vóru til arbeiðis. Teir høvdu roynt at brostið nakrar av bombu­ num, og tær eydnaðust væl. –Vit gjørdu eina ella tvær bumb­ ur afturat, men meðan eg standi og bukki endarnar, og geri bumbuna klára, brestur hon í hondini á mær. Óivað havi eg kroyst ov nógv, og ein neisti er komin til. Bumban brestur upp eftir, og øll yvirfladan á hondini verður skrødd av. Bara tummil­in er eftir. Hinir fingrarnir og lógvin ruku av, sigur Hans Debes um hendingina. Dagurin stendur sólarklárur í minni hansara, og kann greiðir frá, at vinmaður hansara, sum stóð viðsíðuna av hvakk við, tá onk­ur fingur rakti hann, og hann sá blóðið spræna úr hondini. Hann sá tó ongantíð hondina, tí so skjótt bumb­an brast, skundaði Hans sær uppá til stóra beiggja vinmannin, sum síðani bað hann renna heim eftir hjálp. Hann búði á leið 100 metr­ar frá vinmanni sínum, so tað var ein stuttur teinur. – Eg visti beinanvegin, at eg hevði mist hondina. Eg rann heim, og eg minnist, at eg hugsaði nógvar negativar tankar hesa stuttu løtu­ na. Eg hugsaði beinanvegin um av­ leið­ingarnar, sum hetta fór at fáa, og um alt tað, sum eg nú ikki fór at kunna gera, sigur hann. – Har var nokkso nógv blóð, men eg føldi onga pínu. Kroppurin doyvdi sárið, og eg føldi onki tá, leggur hann afturat. Heimkomin goymdi hann hond­ina handan bakið, og rópti á mammu sína um at geva sær eitt hand­klæði. Hann vísti henni ikki hond­ina tá, men ballaði hondina í hand­klæð­ið, og bað mammu sína ringja eftir sjúkrabili. Síðani gekk alt við rúkandi ferð. –Tað gekk skjótt. Vit fóru beinan­vegin ímóti sjúkrabilinum, og so var tað við fullari ferð á Lands­sjúkrahúsið. Eg føldi fram­ vegis onki í hondini, men komin á sjúkra­húsið byrjaði eg at merkja pínuna, og eg fekk tá doyvandi heili­vág við tað sama, sigur Hans Debes. Hann varð lagdur undir skurð alt fyri eitt, og hann greiðir frá, at læknin segði honum, at hann ikki var vísur í, um hann fór at klára at bjarga tummilinum, sum var einastu fingurin, ið eftir var á hond­ini, tí óvist var, hvussu tað var vorðið við nervum og spongum. Lukkutíð eydnaðist skurðviðgerin væl, og Hans fekk brúkt tummilin. Dagin eftir varnaðist hann, at hann eisini hevði fingið fleiri splint­ur í beinið, tá rørbumban brast. Heilin hevði als ikki skrásett ta pínuna, tí hann hevði savnað seg um hondina. – Eg fekk fýra pentur í beinið tá. Tað er ótrúligt, hvussu heilin arbeiðir, tí hevði eg ikki havt mist hond­ina, men bert fingið splintur í beinið, so hevði eg havt ræðuliga ilt í beininum, staðfestir hann. Lærdi at liva við einari hond Hann var tá innlagdur í nakrar dagar, og tað var uppá tal, at hann skuldi til Danmarkar at leggjast undir skurð aftur. Men tá hann var hjá lækna í Danmark, fekk at at vita, at skurðurin hjá føroyska lækna­num var so mikið væl av hond­um greiddur, at onki meir var at gera. Hann fekk tá eina potesu, sum hann hevur brúkt síðani. Floksfelagarnir og vinfólk annars vandu seg skjótt við nýggju til­veruna hjá Hans, og tá hann hevði fingið potesu, vandi hann seg eisini sjálvur við at skula klára seg við eini hond. –Tað var ongin trupulleiki, og eg haldi, at man leggur seg merkiliga skjótt eftir at tillaga seg, og gera ting­ini uppá tann mátan, sum man klárar at gera tingini uppá, sigur hann. Hann hevur ikki pínu í hondini, men hóast hann manglar eina hond, so følir hann hana, tá hann knýtir lógvan. –Eg kann gott knýta lógvan, og so føli eg spengurnar og nervarnir. Tað er merkiligt, tí teir ikki eru har, sigur hann. – Tá óhappið hendi, hevði eg nógvar tankar um, hvat eg nú ikki fór at kunna, men eg kundi gera tað mesta kortini, og tað gekk eisini nokk­so skjótt, sigur hann. Hans Debes heldur, at tað var gott, at óhappið ikki hendi nøkur ár seinni, tá hann var í viðkvomu tan­náringatíðini, tí hann tiltagaði seg skjótt og natúrliga til at skula liva við einari hond. –Tað var frægari, at eg var so mik­ið ungur, sum eg var, tá tað hendi, áðrenn eg var í tí aldrinum, at eg byrjaði at ganga í býnum, sigur hann. Hóast hann á ongan hátt krógv­ ar hondina, so kann hann mangan – og tann dag í dag eisini – vera saman við fólki, sum hann ikki kenn­ir í fleiri umførum, áðrenn tey upp­daga, at hann hevur mist hond­ina. – Av onkrari orsøk er tað ikki so sjón­ligt, og eg hugsi ikki so nógv um tað sjálvur nú, sigur hann. Hann var tó ómetaliga heppin, at hann bert misti eina hond. Spreing­ingin kundi elvt til nógv ógvus­ligari skaða og enntá deyða, um hon rakti aðra staðni á kroppi­ num. – Tað var ein øgiligur smeitur, og kundi veri nógv verri. Í síðsta enda eri eg sloppin væl, sigur hann. Fyrivarin við fýrverki Í dag hevur Hans Debes ongar trupul­leikar við fýrverki, men hann er serliga fyrivarin, tá hann fer at skjóta. – Eg havi ongar trupulleikar við tí í dag, og eg skjóti eisini fýrverk, men vandin er í tonkunum, og eg eri varin. Eg fylgi vanligu trygdar­ reglunum, og eg fari ongantíð aftur til fýrverk, sum ikki riggar, og eg haldi ongantíð fýrverk í hondini, sigur hann, og leggur afturat, at tað – Meðan eg geri bumbuna klára, brestur hon í hondini á mær, og øll yvirfladan á hondini verður skrødd av. Bara tummilin er eftir, sigur Hans Debes úr Havn, sum misti hondina, tá hann sum 13 ára gamal gjørdi heimagjørdar bumbur úr fýrveri saman við einum vinmanni MISTI HONDINA AV FÝRVERKI Eg visti beinanvegin, at eg hevði mist hondina. Eg rann heim, og eg minnist, at eg hugsaði nógvar negativar tankar hesa stuttu løtuna. Eg hugsaði beinanvegin um avleiðingarnar, sum hetta fór at fáa, og um alt tað, sum eg nú ikki fór at kunna gera Tað var ein øgiligur smeitur, og kundi veri nógv verri. Í síðsta enda eri eg sloppin væl