Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 2 er nógv meir upplýsing um fýrverk í dag, enn tað var tá hann var barn. Avleiðingar Hann dylur ikki fyri, at óhappið hevur havt onkrar avleiðingar við sær. –Eg fór ikki í læru sum hond­ verkari, tí eg hevði mist hondina. Tað kann gott hugsast, at eg hevði verið farin tann vegin, um eg ongar av­markingar hevði, sigur Hans Debes, sum í dag arbeiðir á kontóri. – Ístaðin fór eg á handilsskúla og síðani á kontór at arbeiða. Tað hevur ongantíð verið ein trupul­ leiki hjá mær at fullføra arbeiði við einari hond. Man finnur skjótt ein máta at skriva á tastaturið á og gera, sum best liggur fyri, sigur hann. Ávarar onnur Hans Debes hevur fyrr greitt frá óhappinum alment, og ítróttafeløg hava eisini heitt á hann um at greiða frá vandunum av fýrverki fyri ungdómi. Hann heldur, at tað er umráðandi at framhaldandi varpa ljós á hetta evnið, tí um tað setur seg í minni hjá onkrum, sum síðani hugsar seg um einaferð aftur­at, áðrenn viðkomandi ger okkurt vandamikið við fýrverki, so er nógv vunnið. – Tað er tann besti mátin at fyri­ byrgja uppá, staðfestir hann. Tað henda vanlukkir so at siga á hvørjum ári nýggjársaftan, og fýr­ verk­ið, ið verður keypt í handlu­n­ um er sera ógvusligt. Hans Debes undrast á, at tað ikki eru fleiri skað­ ar enn tað sama. –Man skuldi trúð, at eftirlitið var har, tá man keypir frá einum handli í Havn, men tað virkar sera ótrygt, sigur hann til endans. Eg kann gott knýta lógvan, og so føli eg spengurnar og nervarnir. Tað er merkiligt, tí teir ikki eru har