hósdagur 4. januar 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018
SOSIALURIN 2
16
MATUR: Pannukøkur
TJÓÐHILD PATURSSON
E
itt nýtt ár og nýggj nýggj
árslyfti - nei, nýggjársmál
plagi eg at kalla tað. Fyri
tveimum árum síðani var
mítt nýggjársmál at skriva jólakort.
Og eg kláraði tað - tá ið steymurin
fór á jólum 2016 fekk eg endiliga
nóg nógvan frið á meg til at seta
meg niður og skriva jólakort. EITT
jólakort, men tað var nokk fyri at
røkka málinum. At tað ikki bleiv
sent fyrr enn á vári 2017 er ein
onnur søga. Ok, eg skrivaði tvey
jólakort hetta streymsloysis kvøld
ið, men hitt seinna bleiv ongantíð
sent, so tað telur ikki ordiliga við.
Í ár ætlaði eg at vera eitt sindur
raskari, og seta mær meira ‘verulig’
mál, tú veit, sovorðin man eigur at
seta, fyri at betra seg sjálva:
• Drekka færri øl
• Roykja færri sigarettir
• Fara fyrr í song
• Halda mínar tíðarfreistir
• Eta sunnari
• Og alt hatta har. Tit vita, hvat eg
meini.
Men í skrivandi løtu er bara 2.
január, og eg náddi at bróta øll í
gjár. So eg havi sett mær nøkur
meira realistisk mál í staðin. Í 2018
ætli eg mær nú at:
• Vera mildari við meg sjálva og
lættari fyrigeva mær mínar
syndir
• Baka fleiri pannikøkur
So eg baki mær ein stóran stakk
av pannukøkum og fyrigevi mær
sjálvari allar syndirnar í gjár - ver
vælkomið 2018.
At baka fleiri pannukøkur kann
tykjast sum eitt løgið nýggjárs
lyfti, men hugsa um tað, at baka
pannukøkur er ótrúliga hugna
ligt. At eta tær eisini. Um eg gerist
ein góð pannukøkina, so verður
kanska lættari hjá mær at bjóða
fólki inn til kaffi? Hóast eg haldi
meg vera rættuliga væl fyri sosialt,
og havi lætt við at práta við fólk, so
dugi eg ótrúliga illa at bara at bjóða
fólki inn til kaffi. Tað ætli eg at
gerast betri til - tí pannukøkumálið.
Kanska fara tey at koma av sær
sjálvum um eg lati vindeyga upp
meðan eg baki pannukøkurnar? …
Fyri at gera tað ómakaleysari
at baka pannukøkur, havi eg gjørt
mær eina blanding klára - mjøl,
bakipulvur, salt, sukur, natron
og kardamummu. Ein kopp av
blandingini, ein kopp av mjólk og
eitt egg - so eri eg komin hálvan
vegin við pannukøkubakstrinum.
Pannukøkublanding
Til eyka hugnaligar morgnar, til
spontanar vitjanir, til gráar dagar, til
hagatúrar, til barnaføðingardagin,
til mín føðingardag, til døgurða, til
fjallfólk, til bindiklubban, til viku
skiftið, til gerandisdag… ja, pannu
køkur eru altíð eitt gott hugskot.
• 10 koppar* av mjøl
• 10 teskeiðir av bakipulvuri
• 10 teskeiðir av kardamummu
• 10 spsk av sukuri
• 1 stórt nips av salti
• 1 stórt nips av natron
Tað ljóðar nógv fittari at siga kopp
ar, heldur enn desilitrar. Pannu
køkur eru ikki nøkur venjing í
neyvleika, so tað er ikki so farligt,
hvussu nógvir desilitrar eru í ein
um koppi. Mín koppur tekur á leið
2 dl.
Blanda alt tilfarið saman í eini
stórari krukku. Nú er altíð klárt at
baka pannikøkur. 1, 2, 3.
Til 4-6 pannukøkur
1. Hita pannuna til miðalhita
2. Brúka ein kopp av blandingini,
ein kopp av mjólk og eitt egg.
Rør væl saman.
3. Smyr pannina væl við smøri
og baka pannikøkur. Eina fyri
og aðra eftir. Lat vindeyga upp
um tú ætlar tær kaffigestir -
tey koma nokk inn á gólvið, tá
ið tey kenna deiliga angan av
kardemummu.
NÝGGJÁRMÁLIÐ
- BAKA FLEIRI
PANNUKØKUR