Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 2 17 Barnið er í holt við at læra seg at skriva: KRDAMA PANÆKR 2018 PREIÐ: Um morgunin dámar mær væl tjúkkar pannukøkur, men seint á kvøldið afturvið kaffimunninum, saman við vinkonunum, vil eg heldur hava heilt tunnar og fínar pannukøkur - tá lati eg nakað av mjólk í deggi aftur at. Míni nýggj­árs­ lyfti fyri 2017 vóru hesi - og so­ leiðis gekk tað: Fyrsta nýggjárslyftið fyri 2017 var, at ongantíð aftur at hava minus á kontoini. Ája. Ánei. Hetta var nokk í so nógv at krevja av mær sjálvari. Orsaka bankaráðgevi. Eg gevi upp - og fyrigevi mær sjálvari syndir mínar. Annað nýggjárslyftið fyri 2017 var, at røkja mínar uppgávur betur. Eg veit ikki rættiliga, hvat eg havi sipað til við hesum? Skal málið fyri 2018 kanska vera, at eg í framtíðini seta mær týðiligari nýggjársmál? Triða nýggjárslyftið fyri ár 2017 var, at hyggja ígjøgnum rættingarnar hjá rættlesaranum. Nei, hetta megnaði eg heldur ikki…Og tað sæst. 2018 verður árið.