hósdagur 4. januar 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018
SOSIALURIN 2
18
MENTAN: Sjónleikur
TJÓÐHILD PATURSSON
E
in rúgva av orðum, ið ikki
heilt geva meining - fyri
meg - nakað svoleiðis
kenni eg Búa Rouch.
Endaleys orð, kronglutt, útlendsk,
háfloygd, refererandi til alt
møguligt sum eg ikki veit hvat
er. Eg eri ikki altíð vís í, um hann
sjálvur skilur, hvat hann sigur, ella
um tað er partur av hansara enda
leysu sarkasmu at gera seg óskillig
an. Gott at hann fór at dansa, tí tá
sigur hann ikki so nógv, og er allar
helst skilligari. Í øllum førum koma
eingi óendaliga long og kronglutt
orð upp ímillum hansara tanka
og mítt forstáðilsi - hóast ironiski
undirtónin og ofta sarkastiski og
prikandi humorin ivaleyst krýpur
sær orðaleysur ígjøgnum.
Eg keypti atgongumerki til
Above and Beyond í gjárkvøldið.
Above og Beyond er eitt dansi
stykkið um samanpælið millum
menniskja og talgilda tøkni (um tit
vilja hava tað meira háfloygt orða,
kunnu tit lesa lýsingina á heima
síðuni hjá Tjóðpallinum - eg fekk
ikki so nógv við - men tit eru óiva
øll meira vakin enn eg - høvdið á
mær er enn í jólafrí). Fyri at siga
tað sum tað er, so keypti eg mest
atgongumerki tí at eg kenni Búa
Rouch - annan av dansarunum - og
tí at eg plagi at fara til tað mesta,
sum verður sýnt á Tjóðpallinum
- vani/stuðul/prinsipp, kalla tað
tað tit vilja. Men eftir samrøðuna,
eg gjørdi við Búa í morgun, ja, so
kann eg ikki siga annað, enn at
eg eri heilt ótrúliga spent upp á
sýningina. Eg átti at vita, at tá ið
Búi kemur til Føroyar at framføra
okkurt, so er tað, tí at hann veruliga
heldur, at tað er gott - og tað hann
heldur vera gott, ja tað er í øllum
førum altíð spennandi; so mikið
havi eg lært av at kenna kann øll
tannáringaárini.
Hin expotentiella
kurvin í menningini
av talgildari tøkni
Heiti á verkinum, Above and
Beyond, sipar til tað expotentiellu
kurvina í menningini av talgildari
tøkni. Umframt tað ósamsvar, sum
er millum ferðina av evolutiónini
hjá menniskjanum og ta ferðina
sum menningin av talgildari tøkni
hevur. Tey bæði, Búi Rouch og
Daphna Horenczyk, búðu bæði í
Munchen á vári 2017, tá ið tey settu
gongd á verkætlanina. Hugskotið
spretti burturúr felags áhuganum
í bókmentum um menniskja og
talgilda tøkni. Tey bæði hava sjálv
gjørt stykkið, við góðari listarligari
vegleiðing frá Ariel Cohen - sum
millum annað hevur dansa í Bat
sheva kompagnínum (googla tað:
tað er rættuliga kul!).
Eginleikarnir hjá tí
talgilda - í rørslu
Eg spyrji Búa, hvussu man um
setir tankar til rørslu, tí eg skilji
væl tað, hann sigur (hygga nú
hon!), skilji væl tankarnar um
spenningin millum menningina
hjá menniskjanum og tí talgilda;
men eg dugi illa at ímynda mær,
hvussu eg skuldi dansa tað? - Jú, vit
byrjaðu at granska eginleikarnar
hjá tí talgilda, og umsettu hesar
eginleikar til rørslur, sigur Búi,
uttan at eg gerist stórvegis klókari.
- Vit settu ymisk spjaldur á tað tal
gilda, t.d. INSTANT, tú trýstur á
teldilin og beinanvegin verður tú
yvirfloymd við myndum. Tað tal
gilda hevur ongan uppbygnað og
ongan niðurbygnað. Jú, nú byrji
eg at skilja. - Tað er eisini ein
øðilig upphópan av kunning.
Nógvar smáar, lættar
uppgávur, sum leggja seg
lag oman á lag, soleiðis
at uppmerksemið hjá
okkum verður meira
og meira stressað
og pressað. Jú,
hetta skilji eg
eisini. Hugsi um
summi av teimum
eldru fólkunum
eg kenni, sum
stundum kenna
seg so býtt, tí øll
tann nýggja tøknin
stressar tey; og tá ið
fólk royna at greiða
teimum frá, hvussu tey
skulu bera seg at, ja, so ljóðar
alt so lætt, og tey kenna seg
enn býttari. Men tey eru ikki býtt.
Hóast øll stigini, ella løgini, ið Búi
kallar tað, eru smá, ja, so hópa tey
seg upp, og tað verður, uttan at vit
merkja tað, eitt tjúkt lag av smáum
uppgávum, sum vit skulu halda
skil á. Í leikinum lýsa tey hesa
kensluna
av
komplexum
simplisiteti (aja, nú slapp ein
háfloygd, útlendsk, kronglutt Búa-
lig orðing inn í tekstin - rættlesarin
mælir til samansett einfeldni)
gjøgnum eitt lætt putslispæl við 10
bóltum, sum síðani verður álagt
fleiri og fleiri reglar og løg,
sum samanlagt verður
ræðuliga stressandi
og kevur nógv upp
merksemi av leik
aranum. Huff, ja,
nú ljóðaði hetta
dansistykkið
k n a p p u l i g a
eisini ógvu
liga háfloyg -
Stykkið sjálvt
er ikki so artsy
fancy. Vit hitta
eina vísinda
kvinnu sum ger
ymiskar royndir
við einum øðrum
menniskja. Søgur
karmurin ógvuliga
greiður, vissar Búi meg
um. Og eg andi lættað.
Iphone meditatiónir
Sambandið millum menniskjað og
talgildu tøknina er ofta rættiliga
útskeldað. Vit eru ov tengd at
okkara iPhone. Hyggja ov nógv
niður í skíggjan heldur enn uppá
EINGIR PEIKI
FINGRAR MEN
PASSALIG
PROVOKATIÓN
ABOVE AND
BEYOND VERÐUR
EINANS SÝNDUR
TRÍGGJAR FERÐIR:
4. januar kl 19.30
5. januar kl 19.00
6. januar kl 20.30
Sýningarnar eru allar á Tjóðpallinum, og atgongumerki
kunnu keypast á www.tjodpallur.fo og við dyrnar. Eg
skilti tó á lagnum at einans 60 atgongumerki verða
seld til hvørja sýning - tvs. 180 atgongumerki
íalt - so um tú ert snild, keypir tú atgongmerki á
netinum framanundan… Og um tú ert rættur
føroyingur, stillar tú teg við dyrnar at keypa
atgongumerki, og verður standandi
har, tí tað verður útselt.
Koreografur:
Daphna
Horenczyk.
Daphna Horenczyk
Dance Projects
Dansarar: Búi
Rouch og Daphna
Horenczyk
Ljósdesign:
Súni Joensen
Tónleikur: Naduve
Listalig
ráðgeving:
Ariel Cohen
Rekvisittir:
Ilya Kull
Plakat og grafisk
sniðgeving: Doris
Maximiliane
Würgert
Tónleikur:
Naduve, The
Residents,
Soulwax,
Lady Gaga
Umrøða av Above and Beyond á Tjóðpallinum
- Í Above and Beyond eru eingir peikifingrar á lofti. Alt er
meint við einum blinki í eyganum. Stykkið er ironisk og
stundum fjollut, sigur Búi Rouch, ein av oddamonnunum