Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 2 19 hvørt annað. Men í Above and Beyond eru eingin peikifingrar á lofti. - Alt er meint við einum blinki í eyganum. Stykkið er ógvuliga ironiskt, og stundum fjollutt. Tað sigur Búi, og eg kann illa ímynda mær annað, tí Búi er fjolluttur. Eg kann ikki ímynda mær annað, enn at tað er Búi, ið hevur funnið uppá iPhone meditatiónirnar í stykkinum - passaliga fjollutt, passaliga veruligt, passaliga sarkastiskt, passaliga pínligt, samstundis við at tað er tankavekjandi. Í setninginum framanundan merkir passaliga -> eitt vet ov nógv… tí bara soleiðis er okkurt bæði stuttligt og hugvekjandi samstundis. Tað er hetta, Búi Rouch dugir so væl: At vera bara eitt lítið sindur ov nógv. Nokk til at prika, provokera og irritera, men ikki so nógv, at vit ikki halda fram við at flenna, og at ynskja okkum meira. Eg gleði meg at síggja tína djúpu lívsironi á palli Búi - Eg havi saknað hana. Tjóðpallurin 2018 - fleiri gestaleikir. Tað gleðir meg so at hoyra at Tjóðpallurin fer at vera karmur um fleiri gestaverkætlanir í ár (sí samrøðu ið KVF gjørdi við Jenny Petersen). Hóast tað er við eini ávísari gleði og nostalgi, at eg fari oman á Tjóðpallin at síggja tey somu andlitini í nýggjum skapi - so er tað eisini spennandi at síggja nýggjar grímur. Leikirnir í fyrru hálvu av 2018 vera hesir:   “Above and Beyond” við Daphnu Horenczyk og Búa Rouch “Soli Deo Gloria”eftir Peter Asmussen “Dagbókin hjá Leporello” samstarv við opera.fo “Sansaleiklist í Tórsgøtu” samstarv við Tvazz “Mín fantastiska skilsmessa”  (arb. tittul) eftir Geraldine Aron “Sjúkt Sunn” eftir Mette Heeno “Tummil og trøllið” Beinta Clothier, Mariann Hansen og Hans Tórgarð “Søgukrókurin”