Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 2 20 BRÚDLEYP VÍGSLAN Í SMIÐJUNI T onny er útbúgvin Snikk­ ari og byggi­frøð­ing­ur, og arbeiðir í løtuni á arki­tektastovu. Rakul ar­beiðir í klædnahandli, og hevur gjørt tað seinastu 10 árini. Saman eiga tey sonin Adam, sum er 5 ár. Rakul er uppvaksin tey fyrstu árini í Hvalvík, men flutti til Eiðis sum 16 ára gomul, Tonny er upp­ vaksin á Eiði. Vit hava búð í Dan­ mark í nøkur ár, men fluttu til Eiðis aftur fyri 3 árum síðani. Rakul greiðir frá Vit hava verið saman í nærum 15 ár, so nú skuldi tað verða og eisini áðrenn man bleiv 30 ár. 26. juli 2016 á føðingardegnum hja ommu Rakul, í Hollandi, har øll børn­ini hja ommuni v/familju vóru samlaði at feira føðingardagin, tá spurdi Tonny meg, um vit ikki bara skuldu bjóða til brúdleyp beinaveg, og eg tók hann uppá orðið (vit bjóðaðu tó ikki í brúdleyp tá, og for­taldu ongum tað, tí dagin átti omman) so í oktober mánaða var enda­ligt dato sett á og varð tað 27. juli 2017. Vit vistu beinavegin hvar veitsl­ an skuldi haldast! Vit vóru bædi samd um at tad skuldi vera eitt rími­liga stórt brúdleyp, men ikki ov stórt, og so vildu vit eisini at tad skuldi vera borðhald og nógvur felags­sangur, tí tad passar væl til okkum og til okkara familju og vinar­skara. Tit skuldu sæð eyguni á for­ eldrunum hjá Tonny tá vit fortaldu hvar vit vildu halda veitsluna, jú, vit vildu halda veitsluna í smiðjuni hja pápa Tonny, men har er ongin køkur og onki wc o.s.v søgdu tey. Tað er ein smiðja, sum altíð er vorðin brúkt til at arbeiða inni í, at byggja húsaelementir og onnur stór ting, so eg skilji væl at tað ikki var nemt hjá nøkrum at ímynda sær, hvussu tað skuldi fara at bera til at hava eina brúdleypsveitslu har. Tað tók fleiri dagar bara at vaska og rudda smiðjuna, men vit fingu nógva og sera góða hjálp frá allari familjuni. Mær dámar væl at vera kreativ, so eg visti væl hvussu eg vildi hava tad, meeen eg skuldi jú ikki giftast vid mær sjálvari, so eg mátti lufta øll hugskotini fyri mínum komandi manni. Eg eri meira hurrut og alt skal ikki vera so perfekt, ímeðan Tonny er meira ordiligur, so vid eitt sindur av perfektionismu frá hon­um bleiv alt sum eg vildu hava tad, men so ordiligt sum hann vildi hava tad, perfekt! Tad skuldi nógv arbeiði og organi­sering til at fáa eitt so rátt høli til eitt deiliga hyggeligt høli + at har var onki wc og ongin køk­ur, what to do? Tad fiksaðu vit, vit lændu 2 super wc skúrar, og innrættaðu tad eina rúmið vid borðum og vaski sum kundi brúkast til køk. (maturin kom gjørd­ur til veitsluna, so tad skuldi bara anrættast á tallerkar) Vit vildu gjarna at tad skuldi verða eitt hyggeligt, ommuligt, av­slappað og heimligt høli, so tad fóru vit eftir. Okkum dámar væl gomul ting og gamlan stíl, so tad skuldi tad verða. Okkara fíggjarætlan var 100.00 kr, so tað passaði væl saman við, at alt sum vit brúktu at pynta vid var keypt í endurnýtslu, ella lænt frá ymiskum sum vit kendu. Eg fekk mammu mína sum býr í Dan­mark at fara út at keypa gamlar lampu­skermar, gamlar blondu­ gard­inur og messing stakar, alt úr endur­nýtslu og hon fekk skrava uml 70 skerm­ar saman til dagin, og fleiri stak­ar og blondustof, so tad var super! Vit gjørdu tveir veggir vid blóm­un gjørdar av serviettum, ein stóran at hava aftanfyri har vit sótu, og so ein minni har vit tóku myndir av gestunum. Annars var pynta vid nógvun messingstakum, lampu­skermum, og á borðinum Í NÆSTUM KANST TÚ LESA ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO, TÁ IÐ BRUDLEYP.FO VERÐUR LAGT Á IN.FO! FRÁ HEIMASÍÐUNI BRUDLEYP.FO Brúdleypið hjá Tonny S. Kruse og Rakul V. Magnussen