Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 2 21 vóru mjólka og sukurkrúss í gomlum ommustílið og so høvdu vit brúkt gomul stell til at servera til kaffi og køkur. Vit hildu at enda­ liga úrslitid bleiv akkurát so hygge­ ligt sum vit vildu hava tad. Av tí at tad bara var eitt stórt rúm, lándu vit eitt stórt telt at hava sum entré, har fólk komu inn og fingu sær vælkomstdrink, sóu borðplanin og hetta var eisini pyntað vid gomlum hugnaligum lut­um, og eisini var tad stilla my­ selfie upp, har vórðu nógvar góð­ar stemningsmyndir tiknar. Í telti­ num kundu teir innbodnu gestir­ nir so vera og slappa av í gomlum sofum inntil tey blivu rikin til borðs. Vígslan Tonny og Adam høvdu góða tíd, teir svóvu leingi, og fóru so til for­eldrini hja Tonny at gera seg kláran. Dagurin hjá mær byrjaði vid ein­um biltúri til Havnar í Make Up store at fáa lagt make up. Eg hevði eina vinkonu vid mær, sum hevdi gjørt okkum take away the­ munn, síðani fóru vit báðar norð til Eiðis til salong Pure at gera hár. Vit vóru longu á Eiði kl.12:00 og vígslan skuldi vera kl.15:00, so vit høvdu góða tíð at hugna okkum, gera hár, negl, og so skuldi eg eisini latast í kjólan. Sigast skal, at løgið nokk var eg ordiliga avslappað. Eg hugsaði, at vit høvdu verið saman so leingi og hatta var bara Tonny, so har var onki at vera nervøs fyri. Pápi mín skuldi koma eftir mær og koyra meg í Eiðis kirkju, og sjálv­ andi skuldi eg verða eitt sindur ov sein, men eg var altso áveg út í ein annan bil, tí eg helt at babba hevði gloymt at hann skuldi koma eftir mær. So kom babba koyrandi í mín­ um lítla reyða fiat500 oman ígjøg­ n­um brekkuna. Eftir biltúrin stóð eg so har í forkirkjuni og tá bleiv eg nokk­so nervøs, tí mostur mín segði, at kirkjan var smekkfull. Tær grønu hurðarnar vóru aftur­latnar frammanfyri nøsini á mær, og eg hevði babba við mína høgru lid og Adam vid mína vinstru lið. Betri kundi eg ikki staðið. Wauw, tá hurðarnar fóru upp, gloymi eg aldrin. Eg føldi meg sum Rose í Titanic, tá tey komu gangandi oman ígjøgnum trappur­nar í endanum á filminum( hehehehe). Øll hugdu uppá okkum og vóru so glað, og har stóð Tonny og bíðaði so fittur. Vit høvdu ikki tikið ring uppá áðr­enn, so tað var í kirkjuni, vit fyrstu­ferð tóku ring uppá. Adam kom upp til okkara vid ringunum, hann hevdi teir í innara lumma, akkur­át sum ein rættur maður. Í kirkjuni var ein deiliga av­ slapp­aður stemningur, har Maria Jørð­dal Niclasen vígdi okkum. Hon er barndómsvinkona mostur mína og er uppvaksin á Eiði, so hon visti akkurát, hvussu hon skuldi gera sítt, fyri at tad bleiv ein vígsla akkur­át sum vit ynsktu. Kirkjan var mestsum full av fólk­ið, so sangurin rungaði. Eisini hevði babba fingið systkinabarn mítt Sissal at syngja Edelweiss í kirkjuni, og hon sang hann sooo væl (eg havi sæð Sound of Music 1000 ferð líka síðan eg var heilt lítil, og havi altíð dámað handan sang­in so væl) og øll kirkjan murraði vid til niður­lagið. Tad var ein minn­ingar­ rík løta. Komin út úr kirkjuni blástu fólk­ini sápublørur á okkum. (vin­ konur­nar vóru komnar vid sápu­ blør­um) Eisini vóru nógvir mans og skutu vid byrsu. Tað er gomul tradi­tión at skjóta fyri brúðar­pari­ num, tá vígslan er liðug. Á mínum poltera­bendini vóru vit og skutu leir­dúgvur, so eg var so djørv, at eg vildi eisini sleppa at skjóta vid byrsu, so eg og Tonny skutu tvey skot í part uttanfyri kirkjuna í fín­ asta puss, tad haldi eg, tók fólkið eitt sindur á bóli. Aftaná vígsluna tóku vit familju og brúðarmyndir, har vit høvdu fing­ið ErluZ at taka myndirnar Kl.18:00 byrjaði veitslan, og vit stóðu og tóku ímótir gestunum. Tá klokkan so bleiv 19:00 byrjaði borð­ haldið, og vit komu gangandi inn til sangin úr Ævintýraferðini ”Væl­ kom­in”, 40 sekund inni í sanginum, tad legdi líkasum linjuna til eina ógloym­andi festliga veitslu, har øll vóru so við uppá tað.Tað bleiv sung­ið nógv og vóru nógvar fittar og góð­ar talur. Forætturin bleiv ser­ver­aður a tallerkum og so kom høvuðs­rætturin inn á føtum. Maturin kom frá Matsmiðjuni við Ruben Busk. Vit høvdu valt ikki at servera dessert, men høvdu ístað­in køkubord/buffet, ímeðan borð­haldið var, og tad riggaði so avbera væl. Brúðarkøkuna høvdu vit bílagt frá Miðberg Bakaríi. Tá bordhaldið var av, vórðu nøk­ ur borð tikin niður og vit fóru at dansa føroyskan dans, og ímedan seta servitrisurnar bommbuffet og drinks á sjálvtøkuborðið. Okkara brúðar­dansur var ein heldur øðr­ vís­ið útgáva, har vit dansaðu brúðar­dansin til fólkið var komið heilt inn til okkum, so steðgaði tón­leik­urin og Macarena kom frá. Allur salurin, ung sum gomul, fóru at dansa Macarena og tad var sooo fest­ligt. Vit høvdu fingið Signar í Homrum vid bólki at spæla, so vit dansaðu og hugnaðu okkum til den lyse morgen. Eitt sum vit høvdu gjørt øðr­ vís­ið, um vit kundu, hevði verið at leiga okkum ein videograf, tí tad er øðr­vísið at síggja film, enn at síggja myndir aftaná frá degnum. Tí­betur vóru tað fleiri sum høvdu tik­ið smáar filmar, so vit kundu seta okkum ein lítlan film saman. Brúdleypsklæðini Brúðarkjólin var tann størsta kris­ an. Fyrst vildi eg hava ein kjóla, sum var plisseraður, men eg fann so útav, at tað var ikki so lætt og slett ikki bíligt at fáa fatur á, so eg fór frá tí aftur. Eg hugdi a heimasíður og eg hugdi a pinterest, men til endans fann eg útav, at eg bleiv bara meira og meira trill í ørviti og pressa av øllum kjólunum sum eg sá, tí tíðin hon gekk bara skjótari og skjótari. Eg hevði altíð sagt, at eg skuldi giftast í svørtum kjóla, men tá tað kom til at eg veruliga skuldi giftast, so helt eg, at eg mátti fara í hvítan kjóla. Eg gangi annars altíð i myrkum litum til dagliga, og hendan dagin mátti tað altso vera øðr­vísi. Ein dagin fyrst í apríl mánaða, bí­legði eg mær so ein kjóla á neti­ num. Eg var eitt sindur í panikk, tí nú nærkaðist alvorliga. Tad var ein bílig­ur kjóli, so eg hugsaði, at tað var ikki neyðugt at brúka hann, um hann nú ikki var so penur allíka­ væl. Síðani setti eg meg at brain­ storma, hvat eg sjálv vildi hava, og hvat eg helt passaði væl til mín. Eg vildi eisini so gjarna, at tad skuldi passa væl til tann føroyska búnan hja Tonny og Adam. Eg hugsaði og spekuleraði dúgliga, og tad gjørdi eg í nakrar vikur ella mánaðar, tí í Juni mánaða fann eg útav, at eg gott kundi hugsað mær ein bundn­an yvirdeil. Mamma mín hevði einaferð bundið mær eina t-shirt, sum var í Kvinnu blaðnum og hana vildi eg gjarna hava, bara í hvítum og vid berum ryggi. Eg keypti tógvið í Juni, og 1.Juli var troyggjan liðug, so var eg komin so langt. Tann kjólin, sum eg fyrr uppá árið hevdi bílagt var ov stórur og for penur til mín, men eg gjørdi av, at eg vildi brúka undirpartin á tí kjólanum. Síðani fekk eg eina so fitta vinkonu hjá mostur míni, sum er útlærdur designari at hjálpa mær at kuda kjólan sundur, ella justera hann, og tad eydnaðist so ótrú­liga væl. Eisini gjørdi hon mær eitt so fitt belti burturúr toynum frá kjólanum og so settu vit mítt belti saman við silvurinum, sum eg havi til mín Føroyska búna. Tadaaa, so var eg eisini í føroyskt inspireraðum brúdarkjóla. Eg var super væl nøgd, og føldi eg meg væl og tad er tað, sum er mest umráðandi á einum slíkum degi. Tonny og sonur okkara Adam vóru báðir í føroyskum búna, sum mamma Tonny, omman og systir Tonny vóru við til at gera. Tad lá bara allatíð í kortunum, at teir skuldu í Føroyskan búna og Adam bleiv eisini doyptur í føroyskum búna.