hósdagur 4. januar 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018
SOSIALURIN 2
22
FISKIVINNUSKIPANIN
ER NÚ FARIN AT VIRKA
Á nýggjárinum var nýggja lógin um fyrisiting av sjófeingi sett í
gildi og fleiri skip eru farin til fiskiskap eftir nýggju lógini
ÁRNI GREGERSEN
T
að tók langa tíð og tað var stríggið, men 1.januar
fór lógin um fyrisitng av sjófeingi at virka.
Lógin avloysti gomlu lógina um vinnuligan
fiskiskap og hevur fleiri broytingar við sær.
Tær fyrstu sóust longu tá ið rættindfini at fiska skuldu
skrivast ú, so skipini sluppu til fiskiskap eftir nýggjár.
Nú eru veiðuloyvini burtur og í staðin fyri fáa
rættindahavararnir loyvi at fiska. Sjálv fyrisitingin av
hesum tók nakrar dagar, men nú hendan vikan gongur móti
endanum hava tey flestu fingið loyvini at fara til fiskiskap.
Vørn útskrivar loyvini og har hava tey arbeitt við fullari
ferð. Tey hava raðfest eitt sindur efir, hvør skjótast skuldi
avstað. Línuskipini eru farin á Flemish Cap og uppsjóvar
skipini eru eisini farin avstað. H esi hava øll fingið loyvir,
eins og heimaflotin hevur fingið tey.
Viðvíkjandi smærru bátunum og hava eisiniteir flestu
fingið loyvini, men Vørn hugdi eitt sindur eftir, hvørjir bátar
hava fiskað og so latið teimum loyvini fyrst.
Broytingarnar
Broytingarnar, sum eru nevndar omanfyri eru í stóran mun
av fyrisitingarligum slag nú. Aðrar broytingar fara eisini at
henda í ár, men tað verður so við og við.
Rættindini skulu seljast á uppboði, men tann kunngerðin
er ikki gjørd enn . Væntandi verður hon lýst seint í januar.
Ein annar partur, sum kanska ikki hevur fingið so stóra
umrøðu er, at flestu manningarfeløgini skulu gera nýggjar
sáttmálar við reiðararnar.
Fiskimannafelagið liggur í beinleiðis sáttmálaloysi, með
an onnu manningarfeløg hava longt sáttmálarnar til 1.mei.
Lógin um fyrisiting av sjófeingi kann gott fara at hava
stóra ávirkan á sáttmálasamráðingarnar.
Síðani slupptíðina hevur tað verið soleiðis, at umleið 40
prosent av virðinum av veiðuni er fallið til manningina,
meðan reiðaríni hava havt 60 prosent eftir.
Manningarfeløgini rokna sjálvandi við, at teirra partur
ikki minkar, men tað kann gott vera, at reiðararnir far at
krevja, at manningarparturin minkar nakað.
Onkrar útrokningar vísa, tá ið nú keyp av rættindum
á uppboðssølui og veiðugjald annars verða ein partur av
útreiðslunum hjá skipounum, so verður minni eftir til
reiðaríið.
Nú verður tað ikki longur so, at gjaldið fyri rættindini á
uppboði kann krevjast av óbýttum. Nú er hetta ein partur,
sum reiðarin skal gjalda einsamallur.
Hesi viðurskiftini fara at ger, at manningin fr at hava
meira eftir enn reiðarin, tá ið borið verður saman við teir
sáttmálar, sum eru galdandi í dag.
Tað fer at gera, at sáttmálasamráðingarnar millum
reiðarar og manningafeløini helst verða rættuliga harðar.
Skal standa sína roynd
Politisku samráðinganar um nýggju lógina vóru ógvuliga
harðar og stundum eisini hvassorðaðar. Vinnan var so at
siga ímóti øllum broytingum.
Men nú er lógin sett í gildi og flestu vinnulívsfólk, sum
vit hava havt samband við siga, at nú má lógin standa sína
roynd.
Vinnan hevur ongar ætlanir at arbeiða ímóti lógini, men
vil heldur royna hvussu alt virkar – og so kanska heldur
meira aktivt at arbeiða ímóti at fáa gjørt tað sum ikki riggar
nóg væl umaftur.
Politiska skipanin og landsstýrismaðurin við fiskivinnu
málum hevur sagt, at er okkurt sum ikki virkar eftir ætlan
so er vilji sjálvandi til at gera broytingar.
Vinnan hevur eisini eyguni eftir smálutum í nýggju
skipanini og hvussu alt virkar. Langfararskpini, sum veiða
í Barentshavinum, við Flemish Cap og uppsjóvarskipini
tykjast at kunna fiska nú og tað sama ger seg galdandi fyri
heimaflotan.
Broytingin við, at eitt felag ella persónur fær rættindini
ger eisini, at nú avger tann, sum fær rættindini hvusu tye
verðabrúkt og við hvørjum skipi fiskurin verður veiddur.
Ein treyt er, at manningin er lønt eftir føroyskum
sáttmála. Tað skal rærrindahavarin vátta, ´ðarenn skipini
fáa loyvi at fiska.
FISKIVINNUSKIPAN
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
Starvsfólk til køkin
Umsóknarfreist 16.januar 2018
Intro í intern medicin
Umsóknarfreist 12.juni 2018
Sjúkrarøktarfrøðingur til farloyvisstarv á B&U,
Psykiatriski depilin
Umsóknarfreist 8. Januar 2018
Sjúkrarøktarfrøðingur til B8
Umsóknarfreist 7. Januar 2018
Intro í ortopædkirurgi
Umsóknarfreist 8. Januar 2018
Verkætlanarfólk til Fyrisitingina
Umsóknarfreist 5. Januar 2018
Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur til Bráðdepilin
Umsóknarfreist 18. Januar 2018
Sjúkrarøktarfrøðingur til P50, farloyvisstarv,
endurlýsing
Umsóknarfreist 19. Januar 2018
Sjúkrarøktarfrøðingar til B7
Umsóknarfreist 19. Januar 2018
Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Herdis Vilhelmina Olsen,
Kálvalíðvegur 2, 370
Miðvágur, fødd tann 6. apríl
1923, deyð tann 15.
november 2017, og fyrr
deyða hjúnarfelaga Joen
Emil Olsen, verða við hesum
biðin um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi lýsing
at boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Petur Even
Djurhuus, Yviri við Strond 4,
100 Tórshavn, vísandi til sks.
nr. 412/2017, saman við
frumriti av teimum skjølum,
sum krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 14. december 2017.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Kirsten Valgerda
Nordendal, Lýðarsvegur 19,
650 Toftir, fødd tann 5.
august 1924, deyð tann 3.
november 2017, og fyrr
deyða hjúnarfelaga Hartvard
Martin Nordendal, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Petur Even
Djurhuus, Yviri við Strond 4,
100 Tórshavn, vísandi til sks.
nr. 406/2017, saman við
frumriti av teimum skjølum,
sum krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 15. december 2017.