hósdagur 4. januar 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018
SOSIALURIN 2
24
BROYTA LÓGINA SO
ONNUR KUNNU ALA
Á ALIFYRÐUM
Broytingarnar, sum lagt verður upp til at gera í alilógini, fara at lata onnur sleppa
at ala á alifyrðum – so reglan um “ein alifjørður – ein alari” verður slept
ÁRNI GREGERSEN
S
tørsta málið hjá sitandi
samgongu – fiskivinnu
nýskipanin – er ikki meira
enn samtykt í Løgting
inum, fyrrenn eitt annað stórt
vinnupolitiskt mál er sett á dags
skrá.
Landsstýrismaðurin við vinnu
málum, Poul Michelsen, hevur lagt
uppskot fyri tingið um at broyta
alilógina.
Í viðmerkingunum verður sagt,
at endamálið við broytingunum er
at fáa eina meira greiða og hósk
andi lóg, sum betri hóskar til sjálvt
endamálið: at skapa karmar fyri
burðardyggari menning av alivinn
uni, kappingarføri og lønsemi,
Størsta broytingin í alil,ógini er
helst, at farið verður frá umsiting
arregluni, sum er “ Ein alifjørður
– ein alari”.
Hetta er ein grundregla, sum
hevur verið brúkt, síðani alingin
av álvara kom fyri seg aftur eftir
bakkøstini tey fyrstu mongu árini.
Hetta er ein umsitingarlig regla,
men er ikki staðfest í lógini.Talan
er um eina fasta, umsitingarliga
praksis.
Hugsanin aftan fyri hesa meg
inreglu er, at ein alifjørður er ein
hóskandi rakstrarlig eind við atliti
til fyribyrging og niðurberjing av
sjúku og sjúku- og smittuspjaðing
hjá alifiski.
Nú verður sagt í viðmerking
unum til broytingarnar í lógini,
at reglan kann møguliga verða
ein forðing fyri, at alivinnan kann
mennast, m.a. við at farið verður
undir aðrar hættir at ala, til dømis
aling á landi (herundir rognkelsi)
og aling av kræklingi og tara.
Ein onnur broyting er eisini,
at nágreina hvørji loyvi telja við,
tá ið eigaramark skal ásetast.
Hetta verður eisini gjørt, so firðir
og sund kunnu brúkast til annað
enn laksaaling fyri at skapa størri
møguleikar fyri vøkstri og menn
ing í alivinnuni.
Mæla frá
Atd fara frá grundregluni um “ein
alifjørður – ein alari” hevur longu
fingið mótstøðu.
Í einum hoyringssvari, sum
Bakkafrost og Luna í felag hava
sent í sambandi við uppskotið, siga
teir báðir Regin Jacobsen og Atli
Gregersen, at allru framburður og
allur vøkstur í føroysku alivinnuni
seinastu árini er væl grundaður á
hesa umsitingarreglu.
Ætlaðu broytingarnar hava við
sær, at meira enn ein alari kemur
inn á hvønn fjørð, sjálvt um tað ikki
er laksaalari. Í hoyringssvarinum
siga Regin Jacobsen og Atli Greg
ersen millum annað:
-Hetta eer vandaleið at ganga
og onki verður upplýst um, hvørt
nøkur váðaagreining er gjørd av
einari so umfatandi broyting av
fyrisitingarligari prakasis.
-Vísast kann á, at hesir nýggju
loyvishavarar generelt ikki hava
sama sterka áhuga í laksasjúku
fyribyrging, sum verazndi laksaal
arar hava, longu tí teir sjálvir ikki
verða ávirkaðir av teimum trupul
leikum við sjúku og øðrum, sum
laksaalarar hava so stóran áhuga
í at fyribyrgja.
Atli Gregersen og Regin Jacob
sen leggja afturat, at tað var or
sakað av dýrt keyptum royndum,
at man setti í verk hesa umsiting
arreglu. Hetta hevur havt við sær,
at tað hevur eydnast at fyribyrgja
sjúkum og at alivinnan hevur
kunnað arbeitt burðardygt.
-Undir hesum atlitum hev
ur meginreglan “ein alari – ein
fjørður” ligið til grund fyri øllum
broytingum, sum hava verið gjørd
ar higartil í rakstrarkunngerðini.
Tað er okkara áskoðan a nýggju
ásetingarnar um at sleppa hesari
meginreglu kunnu verða til óbóta
ligan skaða fyri alivinnuna, siga
teir báðir alistjóraarnir.