Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 143 25 Fiskur aldur í Suðuroy skal virkast í oynni Í broytingar­ uppskot­inum til alilógina verður skotið upp, at laksur frá alibrúkum í Suðuroy skal virkast í oynni ÁRNI GREGERSEN L andsstýrismaðurin við vinnu­málum, Poul Mich­ el­sen, hevur skotið up at gera nakrar broyt­ing­ar í alilógini. Ein tann størsta broytingin er at sleppa fyrisitingarregluni “ein alifjørður – ein alari”, sum lesast kann um her á síðuni. Ein onnur broyting er, at lands­ stýrismaðurin skýtur upp, at laks­ ur, sum verður aldrur ´firðum í Suð­uroy, eisini skal virkast í oynni. Hetta er ein nýggj grein í ali­ lóg­ini, sum á ein ella annan hátt leggur seg útí, hvussu ali­fyri­ tøkurnar skipa raksturin. Tað stendur í uppskotinum til lóg­ar­ broytingina,at fiskurin sum verð­ur tikin, skal bløðgast, skiljast, kryvj­ ast og tá ið tað er rundur fiskur skal hann eisini ísast, fyrstast og pakk­ast í Suðuroy. Hendan treytin fyri tey sum ala í Suðuroy hóskar illa eftir teimum viðmerkingum, sum bæði Luna og Bakkafrost eru komin við. Teir skriva,a t talan er um eitt era stórt og óvanligt inntriv í ver­ andi virksemi Ein slík áseting ber boð um vinnu­politiska hugsan frá farnum tíð­um og við politiskari stýring av, hvar og hvussu fraleiðslan skal skip­ast fyri at skapa arbeiðspláss. Luna og Bakkafrost skriva, at feløg­ini á ongan hátt undirmeta trup­ulleikarnar í Suðuroynni í mun til restina v landinum, men at fara at lóggeva frameliðsluforðingar inn í eina vinnu, sum er í harðari al­tjóða kapping, er hvørki til gagns fyri føroyska samfelagið ella fyri Suð­uroynna. Teir skriva, at um framleiðslan skal vera í Suðuroy, so skal tað vera tí tasð loysir seg. Atli Gregersen og Regin Jacob­ sen skriva eisini, at vandi er fyri, at onnur økir í landinum, sum fáa av­bjóðingar, fara at seta sama slag krøv fram. AntitrustI uppskotinum til broyt­ingar í lógini verður anti­ trust­-markið broytt. Nú er tað soleiðis, at ongin má eiga meira enn helvtina av øllum ali­loyvum og nú verður altso talan um laksaaliloyvir. Eru loyvini hjá fyritøkum, sum eru knýttar saman, sum nevnt í § 7 í vinnufelagalógini,tað vil siga, at talan er um eina samtøku, verður sam­tøkan roknað sum ein samlað eind í mun til eigaramarkið upp á 50 prosent av laksaaliloyvunum. Afturat reglunum um ræði á aliloyvum, verða settar reglur um ræði á kapitalpørtum í ali­fyri­tøk­ um, sum skulu forða fyri, at ein fyri­tøka, herundir alifyritøka ella per­sónur, hevur týðandi ávirkan í tveim­um ella fleiri alifyritøkum, um aliloyvini hjá hesum alifyri­ tøk­unum samanløgd fara upp um 50% eigaramarkið. Týðandi ávirkan er 20 prosent ella meira av atkvøðurættindunum í alifyritøkuni. Grundarlagið fyri 50 prosent mark­inum verður broytt soleiðis, at tað verður grundað á vinnulig loyvi til aling av laksi á sjónum á ali­firðum, sum eru ásettir sbrt. upp­skotinum til nýggja § 6 a, stk. 1 Øll onnur loyvir verða und­an­ tik­in eigaramarkinum, herundir land­aling, aling á sjóøkjum uttan fyri verandi alifirðir, á sjóøkjum, har meira ábart er (offshore aling) og kræklinga- og taraaling. Hetta vil siga, at nú er talan um 22 ali­loyvir, sum kunnu teljast við og nýggja broytingin í lógini hevur ikki afturvirkandi kraft. Lógarbroytingarnar koma til við­gerar í Løgtinginum, væntandi í januar.