hósdagur 4. januar 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018
SOSIALURIN 2
26
Óli Jacobsen
Siðsøga
Óli Jacobsen
1.partur
J
ohanna Jacobsen var ættað
úr Ytstahúsi á Skipanesi.
Fólk minnast hana fram
vegis sum ein kvinna, sum
í Keypmannahavn tók sær av
sínum ættarfólki.
Hennara søga er er eisini søgan
um upprunan til bygdina Skipa
nes, sum trívast skal eitt sindur í.
Fyrsti maður at seta búgv á
Skipanesi var Jacob Niclassen
úr Jógvansstovu á Skála (1792-
1879). Kona hansara var Súsanna
Maria Joensdatter (1798-1873) úr
Steikarhúsi í Havn. Tey giftust í
1820.
Jákup hevði - sum mangur tá í
tíðini - lítið og einki at liva av. Hann
søkti í 1837-38 amtið um eina trøð
á Skipanesi. Amtið játtar honum
trøðna við teimum treytum, at
hann skuldi taka ímóti fólki, sum
til dømis presti, sum ferðast út og
inn eftir Skálafjørðinum, tí har
var so langt millum húsini. Hann
skuldi eisini føra fólk um fjørðin.
Starvið at skjútsa prest helt fram
í húsinum í trý ættarlið.Tey fluttu
til Skipanes á sumri 1840.
Børnini
Tey bæði fingu seks børn, og vóru
tey:
Jógvan (1821-1903), ógiftur, vaks
upp hjá abbanum í Havn. Hann
gjørdist húskallur á Húsgarði í
Syðrugøtu, haðani hann doyði út.
Niclas (1823-1893), giftist við
konu av Eiði, fekk fýra børn, men
ættin er útdeyð.
Susanne (1825-1904) giftist við
Óla Hansen, í Tøðuni við Gøtu
gjógv,
Anna Sofie (1829-1910) giftist
við Thomas Pedersen, har Niðri í
Syðrugøtu. Tær báðar fingu stóra
ætt í Gøtu.
Jacob (1832-1916). Umrøddur
niðanfyri.
Julia Johanne (1835-?) Hon fór
av landinum og giftist í Nykøbing
Falster.
Hjá Lenu Jákup
Jacob Jacobsen (1832-1916), næst
yngstur av børnunum, er fyrsti
maður, sum er uppvaksin á Skipa
nesi, og sum fær egin hús og egna
trøð. Kona hansara var Johanna
Malena Petersen, (1844-1929) úr
Skálabotni. Tað er eftir henni, at
Jákup enn í dag verður kallaður
Lenu Jákup. Hetta bendir á eina
megnar kvinnu.
Mamma Johannu Malenu
var Marin, sum var søgd at vera
"óektað" barn hjá Schrøter presti
í Hvalba. Tvær systrar komu í
Skálabotn. Hin, Anna Sofía, giftist
til Syðrugøtu, har hon fekk eina
stóra ætt.
Jákup og Johanna Malena
hava sett búgv undan 1870. Trøðin
hjá Jákupi er uttasta trøðin á
Skipanesi. Hann bygdi á trøðni,
og tey húsini, sum nú standa har,
verða enn kallað Ytstahús.
Jacobina Heinesen, ommudótt
irin, greiddi frá, at Lenu Jákup
hevði til arbeiðis at laga húsa
grundir og endaveggir úr gróti,
soleiðis sum hús vanliga vórðu
bygd tá í tíðini. Restin var timbur.
Hansara arbeiðsøki var út eftir
Skálafjørðinum. Men lønin var
ikki tann stóra, 1 kr. um dagin, men
tá fekst eisini fríur kostur. Veljast
kundi ímillum hetta ella at fáa 2
kr. og sjálvur gjalda matin. Jákup
plagdi at hava elsta sonin, Petur
Jakku, við sær sum handlangara.
Hann fekk onga løn, men mat fekk
hann ókeypis.
Jákup og Johanna Malena áttu
sjey børn, tey vóru:
Petur Jacob (1870-1953)
Giftist tvær ferðir. Fyrru ferð við
Onnu Sofíu Joensen (1867-1901) úr
Svínáum. Seinnu ferð við Johannu
Weihe (1869-1932) úr Søldarfirði.
Børnini í fyrru giftu vóru Jákup
Frederik, Elspa Sofía, Jóhanna,
Nicolina, Petur Jákup og Amaliel.
Í seinnu giftu fingu tey Hendrik
og Petur.
Peter Jacob varð sum elsti sonur
verandi í Ytstahúsi. Hann var av
raskastu monnum. Hevði fleiri
gerði og akrar, har teir dyrkaðu
korn. Hann hevði bát og var ofta á
fjørðinum við sildagørnum. Hann
var arbeiðsformaður, tá ið vegurin
varð gjørdur úr Søldarfirði og til
Gøtu.
Hann las eisini sera nógv. Var
hann ikki til arbeiðis, so sat hann
og las, og hann var tískil eisini sera
vitandi. Hann fekst eisini við at
binda bøkur inn.
Joen David (1872-1955)
Hann giftist við Onnu Louisu
Zachariassen (1880-1954) í Norðra
gøtu. Tey fingu fleiri børn sum
doyðu ung. Tey sum komu til vóru:
Jacobina, Laura, Tummas, Zelinda,
Erling og Frans.
Joen David var heima, til hann
var 17-18 ára gamal. Mamman
vildi illa av við hann, tí hann var
hennara eitt og alt. Men hann
hevði brúk fyri at forvinna
pening, og fór hann í Guttastovu í
Syðrugøtu at vera. Her hevði hann
tað sera gott. Seinni giftist hann
til Norðragøtu, og búsettist har.
Hann var kendur fyri sítt hegni.
Thomas (1876-1947)
Thomas giftist tvær ferðir. Fyrst
við Elsebeth Mariu Hansen (1876-
1947) úr Mikladali. Seinnu ferð við
Mathildu Magnussen (1898-1988)
úr Søldarfirði.
Í fyrru giftu komu til Hans
Jákup, Johan Elias og Sofus, sum
doyði við Immanuel. Í seinni giftu
vóru børnini: Maria, Richard, Rob
ert, Tummas, Ingvard og Valdemar.
Thomas búsettist á Skipanesi
eftir at hann hevði hevði búð
í Norðragøtu eitt skifti. Hann
arbeiddi eitt skifti á eini hvalastøð
í South Georgia, sum er ein partur
av Falklandsoyggjunum. Sonurin,
Valdemar, hevur fyrr greitt frá
hesum í hesi røð. Hann er tann
seinasti av børnum hjá hesum
systkjum, sum er á lívi.
Maren Fredrikka (1879-1957)
Hon giftist við Zacharias Zach
ariassen (1854-1921) Norðragøtu,
og búsettist í Mortanstovu. Tey
fingu børnini: Axel, Anna Katrina,
Jóhanna Malena, Jákup og Esbern.
Marin var eitt framúr álitisfólk,
sum millum annað hevði postin.
Her var eisini hjartarúm. Hjá
henni vaks upp bæði ein sonur og
ein abbasonur hjá Petur Jakku,
beiggjanum. Sonur Peter Jacob
var Amaliel, kallaður Maljar og
abbasonurin var Albert í Tjørnu
stovu, sum misti mammuna sum
nýføðingur..
Elsebeth Susanna Marie Jacob
sen. (1889-1908).
Doyði av tuberklum.
Salomon Marius Jacobsen. (188-
1964).
Hann flutti fyrst til Onglands og
síðan til Amerika. Greitt verður frá
honum í einum seinni parti.
Johanna
Malena
Jacobine
Jacobsen, (1887-1971)
Tann næsta sum fór av landinum
var Johanna. Vit hava fingið
felt hennara søgu á blað. Sonur
hennara Arne Dinesen skrivaði
fyri nøkrum árum síðani um,
hvussu tað gekk eini ungari gentu,
sum fyri meira enn100 árum síðani
valdi at royna nakað enn tað, sum
annars hevði blivið hennara lív
sum ung genta á Skipanesi.
Tað eru framvegis nógvar søgur um kvinnur, sum ikki hava verið so
kendar alment, men har partur teirra ikki lá eftir. Her er ein teirra
JOHANNA Á SKIPANESI
VILDI SLEPPA ÚT Í HEIM
Nútíðarmynd av Skipanesi við tí eyðkenda
nesinum, sum var ein góð skipahavn.
Fyrstu hús á Skipanesi.
Ytstahús á Skipanesi