Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 2 28 TRÓNDUR ARGE L iverpool FC hevur um ársskiftið keypt Virgil van Dijk frá Southampton fyri 630 milliónir krónur, sum er nýtt heimsmet fyri ein verjuspælara. Tað sum bara fyri einum hálvum ári síðani var nógv, er nú lítið. Tað sum fyri einum ári síðani var óhugsandi, er nú hent. Fleiri halda at fótbóltsheimurin er blivin ørur. Verður hugt eftir prísvøkstrinum, so er hann ovurhondsstórur. Á sumri 2016 keypti Manchester United Paul Pogba (Juventus), fyri beint undir 800 milliónir krónur. Ikki síðani Real Madrid keypti Cristiano Ronaldo (Manchester United), og seinni Gareth Bale (Totte­n­ham) hevur verið tosað um, at ein fótbóltsspælari eina ferð fer at kosta eina milliard krónur. Í summar hendi tað so. Paris Saint Germain lat FC Barcelona ein kekk upp á 1,5 milliardir krónur, sum tað kostaði at keypa brasilska bóltsnillingin leysan. Síðani hevur einki verið tað saman. Prísinflatión Í eini roynd at finna avloysarar fyri Neymar Jr, endaði FC Barcelona við at keypa 20 ára gamla frak­lend­ingin, Ousmane Dembele, úr Borussia Dortmund. Vitandi um, at katalanska stórfelagið hevði 1,5 milliardir krónur í bankanum, settu teir hart móti hørðum. Málið er at fáa so nógvar pengar sum gjørligt fyri dribblisterka fraklendingin. Næstan 800 milliónir krónur bleiv prísurin. Síðani fer FC Barcelona eftir Philippe Coutinho í Liverpool. Eftir tvey eyðmýkjandi tap í sponsku stórsteypauppgerðini er panikkur í. Boðið endar uppi á eini milliard krónum við øllum, men Liverpool sigur nei. Dýrir verjuspælarar Higartil hevur talan verið um miðvallarar ella álopskendar spælar­ar. Marknaður fyri verju­ spælar­ar er eisini broyttur, men ikki so markant, sum fyri spælarar sum Paul Pogba og Neymar Jr. Í 2012 er Paris Saint Germain yvirtikið av ríkmonnum úr Katar. Dýrasti verjuspælarin um hetta mund­ið er Rio Ferdinand, sum í 2002 verður seldur úr Leeds til Ma­n­chester United fyri áleið 300 millión­ir krónur. Keypið er eitt tað dýrasta nakrantíð, um tú roknar in­fla­tión, umstøður og umroknar til dags­prís. Men í 2012 kemur gongd aftur á prísin fyri verjuspælarar. PSG keyp­ir fyrst Thiago Silva fyri áleið tað saman, men tvey ár sinni verður metið sprongt, tá PSG keypir David Luiz frá Chelsea fyri beint undir eina hálva milliard krónur. Enskir spælarar hava altíð verið í dýrara endanum. Soleiðis er eisini tá Manchester City í tveim­um førum velur at gjalda dýrt fyri enskar verjuspælarar. Í 2016 verður John Stones keyptur úr Everton fyri einar 400 milliónir krónur, og í summar kemur Kyle Walk­er til úr Tottenham fyri eina lítla hálva milliard krónur. Fáar dag­ar seinni verður nýtt met sett, tá sama Manchester City keypir Ben­ja­min Mendy frá Monaco fyri nakrar milliónir krónur fleiri, enn Kyle Walker kostaði. Hví so dýrt? Nú hevur Liverpool so sprongt øll met, við at keypa Virgil van Dijk fyri 630 milliónir. Prísurin kann setast í fleiri samanhangir. Á flestu saman­líkningum, so er talan um eitt dýrt keyp fyri ein mann, sum hevur spælt við FC Groningen, Celtic og Southampton. Hinvegin, so kostar hann lít­ið meir enn John Stones og David Luiz gjørdu fyri fáum árum síðani. Írokna so nýggju sjón­varps­av­talu­ na og øktu inntøkurnar, so er talan nokk um ein prís í passar væl til. Framtraðkandi viðmerkjarin hjá Sky Sports, Jamie Carragher, helt fyri, at Virgil van Dijk kostaði bara tvífalt so nógv sum svenska keypið hjá Manchester United, Victor Lindelof. Hann hevur ikki verið sannførandi enn. Tað er bara ein sannroynd, at mark­naðurin broytist so hvørt sum fleiri pengar koma í fótbóltin. Jose Mourinho, venjari hjá Manchester United, segði tað, tá hann skuldi rætt­vísgera prísin fyri Paul Pogba, at tað er bara ein spurningur um tíð, so verður hetta ein vanligur prísur fyri teir best. Helst hevur hann rætt. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Heimsins dýrasti verjuspælari: ÍTRÓTTUR: Fótbóltur Sølan av Neymar Jr til París hevur broytt fótbóltsheimin. Úrslitið sæst aftur í keypsprísinum hjá Liverpool fyri Virgil van Dijk, sum fyri 630 milliónur er seldur úr Southampton fyri metprís fyri ein verjuspælara FRÁ NEYMAR TIL VAN DIJK