Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 2 29 ANDRÉ OLSEN Nýggi Liverpool verjuleikarin, Virgil Van Dijk, gjørdist í farnu viku heimsins dýrasti verjuspælari, tá Liverpool keypti hollendska spælaran frá Southampton fyri 630 milliónir krónur. Tað lá ikki altíð í kortunum, at Virgil Van Dijk skuldi gerast heim­sins dýrasti verjuspælari. Sum ungur verður Virgil Van Dijk vrak­aður í hollendska felagnum, Willem II, har hann ikki er mettur at vera góður nokk, til at hava eina fram­tíð innanfyri fótbóltin. Við síðuna av fótbóltinum, arbeið­ur Virgil Van Dijk sum upp­ vaskari í matstovuni Oncle Jean í Breda. Matstovueigarin, Jacues Lips, minnist, at hann ráddi Virgil Van Dijk heldur til at verða verandi í matstovuni og arbeiða, heldur enn at satsa uppá fótbóltin. - Ver her, Virgil, plagdi eg at siga. Í minsta lagi hevur tú møgu­ leikan fyri at forvinna eitt sindur av peningi her í mun til at spæla fótbólt, greiðir mat­stovueigarin skemtandi frá. Jacques Lips fegnast tó í dag og er ógvuliga errin av, at heimsins dýrasti verjuleikari fyri fáum árum síðani arbeiddi sum uppvaskari á hansara matstovu. - Virgil hevur uppiborið alt tað góða, sum er hent hjá honum. Hann var ein góður arbeiðari. Eg minnist at hann altíð var tøkur at arbeiða tey bæði kvøldini, tá mest var at gera – fríggjakvøld og leygarkvøld. Í dag hevur heldur eingin her á matstovuni gloymt Virgil – hansara navn og tele­fon­ nummar hanga framvegis her á matstovuni, og vit eru øll so errin av honum. Heimsins dýrasti verju­ spælari, sigur Jacques Lips. Eftir at hava fingið at vita frá Willem II, at hann ongan­tíð fer at klára tað sum full­tíðar­fót­bólts­ spælari, velur Virgil Van Dijk ikki at geva upp. Ístaðin flytur hann yvir 300 kilometrar burtur, fyri at royna seg í FC Groningen. Fær viðvind Í FC Groningen fær Virgil Van Dijk av álvara viðvind. Har fær hann fyrsta yrkissáttmálan, sleppur at royna seg fyri fyrstu ferð í bestu hollendsku deildini, og fær av álvara sítt gjøgnumbrot í fótbólti. Trý ár eftir at Virgil Van Dijk fyri fyrstu ferð roynir seg í FC Gron­ingen, selur Groningen verju­ spælaran víðari til skotska felagið, Celtic. Celtic hevur síðani selt Virgil Van Dijk víðari til enska felagið South­ampton, og í farnu viku gjørdist Virgil Van Dijk altso heim­ sins dýrasti verjuspælari, tá Liver­ pool keypti hann fyri 630 milliónir krónur. Í greinini um Virgil Van Dijk, sum er skrivað av enska blaðnum, The Daily Mirror, greiðir Virgil Van Dijk frá, at hann ongantíð fer at gloyma sínar røtur, og er ógvuliga takk­samur fyri øll fólkini, ið hava hjálpt honum á leiðini til at gerast heim­sins dýrasti verjuspælara. ANDRE@SOSIALURIN.FO SOSIALURIN 2013: Í desembur 2013 var Sosialurin á Fir Park, tá Motherwell, við Gunnari Nielsen í málinum, tapti 5-0 fyri Celtic. Ein av bestu spælarunu á vøllinum tann dagin var Virgil van Dijk. Tann dagin situr undirritaði undir liðini á ungum manni úr Kekkia. Hann lesur Sports Management í Skotlandi, og arbeiður fyri bretska umboðsmannafyritøku. Hann sigur tann dagin, at Vrigil van Dijk er ov góður at spæla í Celtic og verður í næstum seldur til Premier League. Rætt hevði hann, tí stutt seinni skifti Virgil van Dijk til Southampton. HEIMSINS DÝRASTU VERJUSPÆLARAR NAKRANTÍÐ: 1. Virgil van Dijk, Southampton til Liverpool fyri 630 milliónir krónur 2. Kyle Walker, Tottenham til Manchester City fyri 450 milliónir krónur 3. Benjamin Mendy, Monaco til Manchester City fyri 435 milliónir krónur 4. David Luiz, Chelsea til PSG fyri 420 milliónir krónur 5. John Stones, Everton til Manchester City for 400 milliónir krónur 6. Shkodran Mustafi, Valencia til Arsenal for 290 milliónir krónur 7. David Luiz, PSG til Chelsea for 285 milliónir krónur 8. Thiago Silva, AC Milan til PSG fyri 280 milliónir krónur 9. Eliaquim Mangala, Porto til Manchester City fyri 270 milliónir krónur 10. Nicolas Otamendi, Valencia til Manchester City fyri 265 milliónir krónur *Tað er ikki samsvar millum uppslýsningar hjá øllum viðvíkjandi prísum. Summir eru umroknaðir til dagsins krónu í mun til pund ella evru, meðan aðrir ikki. Tí er ikki heilt samsvar millum listan hjá her hjá TV3 Sport, og onnur tøl í greinini, sum eru frá bretskum miðlum sum The Guardian. Frá uppvaskara til heimsins dýrasta verjuleikara Fyri fáum árum síðani var Virgil Van Dijk ráddur til at satsa uppá annað enn fótbóltin. Í dag er hollendski verjuleikarin heimsins dýrasti verjuspælari