Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JANUAR 2018 SOSIALURIN 2 32 H øgtíðin er farin afturum og hjá teimum flestu er gerandisdagurin aftur komin. Nógv er etið – nógvir pengar eru brúktir og vit hava fingið svøvn og hvíld her myrkastu tíðina á árin­ um. Men heilt gerandis er tað ikki vorðið kortini. Pedagogverkfallið í desember stendur við og tað er hert Nú er ikki ein tann einasti peda­gogur til arbeiðis, burtursæð frá teimum, sum hava fingið und­ an­taksloyvi at arbeiða á stovnum undir Almannaverkinum. Fyri flestu foreldur kemur verkfallið illa við. Nógv fáa ikki passa sítt arbeiðið meðan onnur mugu plága ommur, abbar og onn­ ur nærstandani og biðja tey ansa teim­um smáu. Summi hava ongan at heita á og velja so at skiftast at fara til ar­ beiðis. Nú fari eg ikki her at taka støðu til um pedagogarnir skulu hava so nógv meira í løn nú ella ikki, men eg veit at hetta verkfallið virkar á annan hátt enn mong onnur verk­ føll. Eg ógvaðist við, tá ið eg hoyrdi, at almennu arbeiðsgevararnir nú lata pedagogunum løn meðan verk­fall er. Kanska havi eg misskilt okkurt, men snýr eitt verkfall seg ikki um at vita hvør er sterkastur og kann halda longst út, uttan at nakað hendir. Er tað ikki ein spurningur um hvussu stórur streikukassin er og hvussu leingi arbeiðsgevarin megn­ar at standa ímóti trýstinum fá teimum, sum í hesum føri gjøgn­um skattin gjalda fyri eina tæn­astu, tey ikki fáa. (Eg veit væl for­eldrini eisini gjalda, men tað hava kommunurnar sagt, at tey fáa aftur) Annika Olsen, for­mað­ur í Komm­unala Arbeiðs­gevara­fel­ agn­um tóktist at hoykna fyrst og lovaði pedagogunum løn í des­em­ ber. Tað var so tað. Men nú fortelur landsins fíggj­armálaráðharri, at tey hava seianstu 15 árini goldið løn, sjálvt um fólk eru í verkfalli. Ája! Tað er oftast lættast at handfara pengar hjá øðrum heldur enn sær sjálvum. Hjá pedagogfelagnum er ongin grund at bakka, tí so leingi tey fáa løn frá arbeiðsgevaranum loysir tað ikki at geva seg. Tá ber væl til at standa stinnur á vígvøllinum. Ikki fyri at taka støðu í hes­um máli, men eg haldi heilt alvor­liga, at fíggjarmálaráðharrin nú eigur at senda síni fólk til sam­ráð­ing­ar­ borðið og fáa hetta yvirstaðið. Hevur hon yvirhøvur heimild at gera tað sum hon ger. Beint í móti vegleiðingini um hesi viðurskifti, sum fíggjarmálaráðið sjálvt hevur gjørt? Hvør stendur aftan fyri hetta stuntið, sum luktar langan veg av politikki? Politiska skipanin hevur verið ómetaliga kúrr, men sjálvandi kann høgtíðin brúkast sum umbergin, men nú skal okkurt henda. Føroyska samfelagið kann ikki haldast fast í slíkar knípu, ser­liga ikki tá ið fíggjarmálráðið og komm­ uninurnar geva peda­gog­un­um møgu­leikan fyri at gera tað. Við at gjalda teimum løn fyri onki at gera. Ája Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Larus uttan fusk Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Í dag ætli eg mær at skriva um likkuna, ikki nøkur vísindi, als ikki Phd, men bara nakrar einfaldar og heimføðisligar hugleiðingar. Likka (Larus fus­ cus) er ein vakur fugl­ur, stórur og hvít­ur, sera hvítur. Hvítur og frek­ ur tjóvur. Bara hatta latínska navnið, fuscus. Einki við fusk at gera kort­ ini. Likkan hevur tað ikki gott long­ ur, síðani reinføriskrøvini hjá ES skolaðu oman yvir okkum sum ein kloakk, sum leypur. Fyrr livdi likkan av fiska­virkj­ unum, ella av túninum hjá fiska­ virkjunum, tí har lá altíð nógv slógv og annað gott, søtmeti hjá likk­um. Nú eru fá fiskavirki eftir og uttan um tey er reint sum í ein­ ari skurðstovu. Likkurnar hava ringar dagar og ongar jóladagar. Hvørki fyrsta ella annan, hvørjir teir so eru. Likkan ger somu nið­ ur­støðuna, sum eg havi gjørt: alt var betri fyrr, alt. Eg sá eina ferð eina likku eta plast, sum lá á vegnum. Ein likka, ein onnur, situr á ein­ um steni í Hoydalsá, á sama steini, helst sama likkan eisini ár eftir ár. Hon bíðar eftir síli at taka ella dunnuungum, tá teir eru har í ánni nakr­ar fáar dagar, til likk­ur­ nar og krák­urnar taka teir. Høsnarungar skulu heldur ikki kenna seg alt ov tryggar, havi eg lisið. Svangligt, ikki bara um veturin, tá tær ikki eru her kortini. Hóast ránfuglur er, er synd í likkuni. Okkurt etandi tveitt út, ella sett út, so eru tær alt fyri eitt, ein heilur likkuflokkur. Hvaðani komu tær? Eitt, tvey, ikki eru stundir til trý, so eru tær har. Tær vóru ongastaðni at síggja fyri tveimum sekundum síðani. Tær styggja ella reka allar aðrar fuglar burtur, fuglar, sum maturin annars var ætlaður, tá hann varð tveittur út. Hava nógvan gang, likkurnar. Skuri, sum er ungin hjá likkuni, er afturímóti sera neyðarsligur, har hann situr og eymkar seg á húsa­ møn­um og aðrastaðni. Eingir songfuglar, likkan ella skurin, kanska noise, ikki annað. Men, sum mishátti dunnuungin í ævintýrinum, skurin, hann veksur seg vakran og hvítan. Men ikki dám­ligan. Og skiftir kyn, málsliga, Skurin hann, likkan hon. Á svensk­um hen. Sama ger, likkan er tann fugl­ ur­in, sum eyðkennir summarið í Før­oyum mest við sínum gangi og frek­leika og nærgangni. Ágangandi sum ferðafólkini, sum eisini koma um summarið. Mær dámar annars ikki likkuna. Tað er ikki tí, at eg skrivi um hana. Mær dámar hana ikki, tí hon tekur dunnuungar. Og teir eru so fittir. Men sjálvandi heldur náttúran sínari egnu javnvág. Hevði dunnan ongan fígginda, var ikki livandi her fyri villdunnum. So gjørdist neyðugt at skjóta tær. Og so doyðu tær kortini, dunnurnar. So tað nyttar einki at verða senti­mentalur, hvørja ferð sjey dunnu­ungar gerast tríggir dagin eftir og ein dagin eftir dagin eftir. Men syrgiligt er tað kortini. Likka er ikki væl dámd í Før­oy­ um. Nógv føroysk skip hava fugla­ nøvn, eisini skipini hjá landinum, hjá okkum øllum. Men, tað eg veit, eit­ur einki skip Likkan. Hóast skip eru uppkallað eftir øðrum rán­fugl­ um. Likkan ger sum tjóðfuglurin, fer suðureftir um heystið, men ikki so langt sum tjóðfuglurin. Føroyar styggja hann ikki so illa. Men hon kemur altíð aftur. Hon gloymir hvørt ár, at her er einki at eta, her er bara heilsufrøði boðað úr Bruxelles. Tjaldrið kemur at vita, hvussu gongst við fullveldinum. Og so stingur tað av at bíða í heitari lond­ um. Bíða til fánýtis. Men likkan, hon spyr ongan. Hon kemur og fer. Hóast hon ikki er vælkomin her sum tjaldrið, tjald­ ur ver vælkomið...Hví tað? Høgni Djurhuus