mánadagur 8. januar 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Djóni Nolsøe Joense
kjak síða 10
So er at
vísa tað í
verki
Tíðindi síða 8-9
Eiga
rós uppi
borið
Løgtingsvalskipanin við einum val
dømi hevur nú 10 ár á baki. Tað var
til løgtingsvalið 19. januar í 2008, at
føroyingar fyri fyrstu ferð høvdu
høvið at velja ímillum øll tey, sum
stillaðu upp á løgtingsvalinum –
kring alt landið.
Nógv spáddu, at hetta fór at
miðsavna valdið í og kring høvuðs
staðin. Endamálið hjá teimum, sum
stríddust fyri málinum var, at vit
skuldu sleppa av við »spillandi lok
alpolitikkin«, og at tað fór at føra
til, at fleiri kvinnur fóru at vera
valdar.
Tað fyrra argumentið helt ikki.
Lokalpolitikkurin er í fagrasta
blóma á tingi enn sum áður, at
lokal – har lokal og so heldur meira
persónlig atlit verða tikin fram um
flokkin.
Tað seinna hinvegin er gingið út.
Fleiri kvinnur eru valdar á ting, og
fyri fyrstu ferð hava vit líka nógv
ar kvinnur sum menn í landsstýr
inum.
Um tað so er av valskipanini, ella
tað er nátúrlig menning, kunnu vit
kjakast um. Røddir hava verið
frammi um aftur at broyta val
skipanina. Um ikki til ta gomlu, so
til eina, sum partvís er sum tann
gamla, men kanska eisini eitt sind
ur av tí nýggju.
Men tó hava vit ikki hoyrt nakra
haldgóða grundgeving, uttna tað, at
onkur heldur seg og sítt øki verða
forfjónað.
Men er tað eitt argument, at
øll øki skulu vera javnt umboðað?
Vit røkka ongantíð tí málinum. Og
skulu økini javnsetast, hví skulu til
dømis kynini ikki javnsetast við lóg
ella aldursbólkar, ung/eldri?
Politikarar hava júst samtykt
økiskvøtur í sambandi við fiski
vinnunýskipanina, har fiskivinnan
skal tvingast út á øki. Her hava vit
so aftur eitt politiskt trýst, í hesum
føri á vinnuna. Men verður vinnan
sterkari, ella verður tilfeingisrent
an hægri av hesi orsøk? valla. Sam
felagið verður útbygt, so lætt er at
ferðast millum økinum í landinum.
Tað kundi so havt tað við sær heilt
nátúrliga, at fólk kunnu ferðast
longri til arbeiðis, enn tey gjørdu
áður.
Hóast broytta valskipan, so eru
fleiri dømi um, at flokkar og pol
itikarar hugsa meira um »sítt øki«
og sítt egna politiska lív. Vit fáa
ov nógvar breyðpolitikarar og ov
nógva sjálvprofilering.
Spurningurin er so, hvussu vit
fáa fólk í politikk, sum hugsa meira
um felagsskapin, um at arbeiða
saman – sum okkara politiska skip
an í veruleikanum byggir á.
Gongda leiðin er neyvan at
broyta valskipanina. Gevið henni
frið eina tíð – takið í egnan barm og
hugsið meira um felagsskapin.
10 ár við einum valdømi
Eitt primtal – ella frumtal
er tal, størri enn 1, sum bara
kann býtast við 1 og sær
sjálvum, um úrslitið skal
vera eitt heilt tal, t. d. 2, 3, 5...
Eftir bara einum árið er
metið fyri longsta primtal
tikið, skrivar brekst blað.
Tað er ikki meira enn eitt
ár síðani, at matematikarar
síðstu ferð uppdagaðu eitt
primtal, sum var steørri enn
tað, sum higartil var hildið at
vera tað longsta.
Stutt eftir jól var so eitt
enn longri tal funnið. Tað
skrivar bretska blaðið The
Guardian.
Primtalið er 23 milliónir
tøl og verður tí ikki endur
givið her. Men sambært The
Guardian er talið kent sum
M77232917.
Nýggja
primtalsmetið
er umleið eina millión tøl
longri enn tað fyrra, skrivar
The Guardian.
Tað nýggja metið er sam
stundis eitt sonevnt Mer
senne primtal. Talbólkurin
er uppkallaður eftir franska
munkinum, Marin Mersenne
frá 1600 talinum.
Eitt Mersenne-primtal er
eitt primtal sum øll onnur,
men uppfyllir harumframt
tað krav, at tað kann finnast
við at tvífalda eitt tal nóg
ofta, áðrenn tú dregur eitt
frá.
Nýggja metið er tað 50.
av slagnum, sum eru funnið,
skrivar bretska blaðið.
Tá tey í 2016 funnu tað tá
hægsta primtalið, skrivari
Videnskab.dk, at tað fór at
taka meira enn eitt ár uttan
svøvn at telja til talið.
Primtøl
verða
millum
annað brúkt til kryptering
og kotur eitt nú sum pinkot
ur til dankort.
Jagstranin eftir einum
enn longri primtali heldur
fram. Tað er ein vinningur
upp á umleið eina millión
krónur til tann fyrsta, sum
finnur eitt primtal við minst
100 milliónum tølum, hevur
Videnskab.dk fyrr skrivað.
Vit kunnu skoyta uppí
her, at um Sosialurin skuldi
prentað nýggja primtalið,
so hevði tað fylt 216 útgávur
av Sosialinum á rað. Tað vil
siga, at talið er so stórt, at tað
fyllir líka nógv sum alt sum
stendur í Sosialinum í hálvt
annað ár.
/ritzau/
Nýtt met: Eitt frumtal
sum fyllir 216 Sosialar
Roynið nú og hugsið
um landið sum eina heild
Um vit skulu prenta heimsins longsta frumtal (primtal), sum fyllir góðar 23 millónir tekn, so
hevði tað fylt alt blaðið tær næstu 216 útgávurnar...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
– Vodafone Føroyar er farið í
søguna, og avbjóðarin á før
oyska telemarknaðinum eitur
nú Hey.
Soleiðis nú fyrrverandi
Vodafone Føroyar í tíðinda
skrivi í morgun. Felagið skriv
ar víðari:
»Nógvar spennandi broyt
ingar
eru
fyri
framman.
Føroyska telefelagið hevur
stórar ætlanir fyri framtíð
ina, og kundar kunnu vænta
sær eina enn betri og meira
nærverandi tænastu, bæði á
netinum og í persónliga sam
bandinum við Hey. Nýggi
samleikin stuðlar uppundir
hesar ætlanir.
Samstundis leitar felagið
inn til kjarnununa og grund
tankan um at veita Føroyum
og føroyingum einfalt og
gjøgnumskygt samskifti.
Verandi hald og tænastur
halda fram sum áður, og
kundarnir hjá Vodafone Før
oyum nýtast einki at gera.
Hey heldur fram at sam
starva við altjóða Vodafone
um bestu reiking í øllum
heimsins londum.
Kundar við Evropapakka
kunnu framhaldandi reika
frítt á 4G í Europa, USA,
Kanada, Russlandi og Kina.
Vodafone kundar úr øðrum
londum, ið ferðast í Føroyum,
fara eisini framyvir at reika á
4G netinum hjá Hey, ið telist
millum heimsins bestu.
Í sambandi við samleika
skiftið lata fyrrverandi Voda
fone handlarnir í SMS og
í Saltangará upp í nýgjum
hami í dag. Spildurnýggju
Hey handlarnir fara framyv
ir at leggja seg eftir at veita
hjálp og ráðgeving um alt
innan telefoni og internet til
øll, uttan mun til hvønn tele
veitara tey hava.
Sum grundarlag fyri sam
leikaskiftinum hevur Hey
gjørt eitt stevnumið, har fel
agið millum annað slær fast,
at “Vit eru skapandi kraftin
á føroyska telemarknaðinum
og eitt úrslit av, at føroyingar
ynsktu fría kapping.”«
Nú eitur Vodafone
Føroyar Hey«